kur Mexico… - in

1
Mikudagur 16. mai 2018 · Nr. 55 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eftir uppskoti at broyta eina byggi- samtykt í høvuðs- staðnum skulu aldargomlu bónd- ahúsini á Húsa- garði og grøna økið millum R. C. Effersøesgtu og Oknavegin lúta Jóhann Mortensen Yvirskriftin ljóðar útlendskt, men so er ikki. Hon er um eini hús í Gundadali. Bóndahúsini á Eystara Húsagarði. Havnar býð hevur sam- tykt at broyta byggisamtykt- ina fyri eitt grønt øki fram við R. C. Effersøesgøtu. Í hes- um lendi liggur eisini eitt av teimum heilt gomlu húsunum í høvuðsstaðnum. Tann eldri parturin av bóndahúsunum. Orsøkin er, at Smyril Line ætlar at byggja eitt hotel. Í dag er hetta stykkið ði sethúsa- og miðstaðarøki. Hetta skal broytast, so alt lendið verður miðstaðarøki. Fluttur út um býin Húsagarður lá í øldir á Húsa- brúgv. Men í tríatiárunum var ovboðið hjá havnarfólki. Tað var ikki hóskiligt, at garð- ur við fjósi og køsti lá mið- skeiðis í Havnini. Tað lukt- aði. Bóndahúsini hjá Júst á Húsum vórðu tí flutt niðan í Gundadal í 1939. Har varð eisini, eftir tátíðarmeti, bygt nútímans fjós. Í Gundadali og har um vegir var jørð, sum lá til festið eins og ognarjørð. Gundadalur var tá langt oman fyri Havnarbý. Húsagarður var uppruna- liga eitt festi, men í 1674 varð garðurin býttur í Eystara- og Vestara- Húsagarðsfesti. Í frálíku Havnar Søgu eftir Jens Paula Nolsøe og Kára Jespersen verður Húsagarður umrøddur í 1. bindi á síðunum 157 til 163. Gudrun Rubeksen, sum var bóndadóttir á Húsagarði, segði mær einferð, at so vítt hon visti, var tann eldri part- urin av bóndahúsunum smíð- aður í 1600-árunum. Seinri er bygt upp í sethúsini á Húsa- garði, sum hevði stóran týdn- ing tann tíð tað var. Talað varð um Havnina og Húsa- garð. Bringsnagøta var mark suðureftir og fýra markna- steinar ásettu, hvussu langt garðurin rakk. Summi minnast óivað eina hending um ein marknastein. Hesin stóð, so vítt eg minnist, í Skansabrekkuni, men mátti lúta fyri vegagerð. Tá tók bý- ðslimurin, Kjartan Mohr, málið í egnar hendur. Hann flutti marknasteinin. Vist heim til sín sjálvs. Haldi, at nakrar reglur vórðu yrktar um hend- ingina – ”Vit eiga øll ein markn- astein, tjingelingelingeling….” Fornfrøðiligt ella søguligt virði? Um eldri parturin á sethúsu- num á Húsagarði í Gundadali hevur fornfrøðilig virði, veit eg ikki. Leik og lærd, eg havi umrøtt málið við, halda, at garðurin hevur søgulig virði. Fornfrøðingur hevur upplýst mær, at garðurin er ikki frið- aður. Tað ber heldur ikki til at varðveita alt. Men. Einaferð í fjørutiárunum ætlaðu menn at leggja veg úr Vágsbotni, runt Tinganes, og heima á Kongabrúnna. Hús- ini úti í Havn og kroysurnar á Reynið skuldu lúta fyri menn- ingini. Høghús úr betongi skuldu byggjast í staðin. Ætlanin varð ikki framd. Og tá komið var í sektiárini, skrivaði býðið út eina ar- ktektakapping um gamla bý- arpartin. Vinnari var Gunnar Hoydal saman við tveimum arkitektum. Nøkurlunda eft- ir tí leisti, hesir arkitektar stungu út í kortið, er Gamla Havnin skipað. Gamla Havnin stórt virði So seint sum fríggjakvøldið var eg leiðsøgumaður fyri nakrar íslendingar í Tinganesi, úti í Havn, á Reynagarði, Dokt- aragrund, Bakkahellu, Undir Kletti, í Gongini, á Húsabrúgv og Bryggjubakka. Áðrenn ein ðan bjór í kjallaranum í Dandastovu og ein góðan bita í tí hugnaligu matstovuni í Bartskerastovu. Íslendingarnir vóru ovfarn- ir. Hildu tað vera fantastiskt, at havnarfólk hava megnað at varðveita gamla býarpartin so væl. Eisini høvdu tey fyrr um dagin bitið merki í, at Havnin hevði varðveitt fleiri grøn stykki og geirar. Gunnar var býararkitektur í 25 ár. Eg tori at siga, at hann fekk skil á Havnina. Hann stýrdi væl eftir býarskipanini frá 1972. Dugdi at síggja, hvussu býurin kundi byggjast út á skilagóðan hátt, soleiðis at røttu funksjónirnar lógu á røttum stað. Tilvildin ræður Tað sama tykist ikki galda í dag. Nú virkar sum um, at tað verður drigið lut. Hava vit ein grønan blett her ella har, skal hann ikki liggja í friði. Men hvat skal so liggja har: banki, skúli, hotell, savn, lækna- miðstøð, matstova, leikhús, politistøð ella kanska Setrið? Spurningurin er bara: Hvør er hepni vinnarin? Ein grønan geira er eydnast at hava í friði – frá stykkinum hjá garðyrkismannnum, Tor- valdi á Steinum, við Trappu- trøðna, og niðan til Húsagarð. Men ikki leingi aftrat. Havnarfólk yppa øksl. – Tað kann ikki passa, at Mexico og hasin grøni teigur- in eisini fer. Tú hevur mistik- ið teg. Útvarpið segði eitt øki við Oknaveg. Ikki R.C. Effers- øesgøtu, hevur meira enn ein sagt. Snilt. Oknavegur er ó- kendi vegurin niðan til bank- an, ið fyrr nevndist Føroya Banki. Fólk vita ikki rættiliga, hvat málið snýr seg um. Heldur ikki allir býðslimirnir. Uppskotið um at broyta byggisamtyktina lá frammi til 7. mai. Til henda dag bar eisini til at kæra. Men fólk tykjast líkasæl í politisku tilgongdini. Bara fá seta seg inn í slík viðurskifti. Og eru fólk líkasæl, kann mangt henda. Eingin søgulig lýsing Kenni enn ikki málsviðgerð- ina, og hvussu væl málið er lýst. Men eg loyvi mær at ivast í, um tann forn- frøðiligi ella tann søguligu spurningurin er umrøddur við atliti at Húsagarði og søgu garðsins. Hesir spurn- ingar vóru í øllum førum ikki lýstir í tí skjalatilfari, sum lá alment frammi í Snarskiv- uni. Tórshavnar býasavn er endurskipað. Hvat sigur Mentanarnevndin? Hevur Húsagarður savnssøguligan ella bara søguligan týdning? Byggi- og býarskipanan- evndini hevur talað fyri at varðveita grøn øki í býnum. Heldur hon, at hesin grøni bletturin eisini skal lúta? Hvat sigur Náttúru- og um- hvørvisnevndin, nú fleiri inn- triv verða gjørd í náttúruøki? Og, er málið eitt friðingar- mál? Um tað er eitt slíkt, er tað so lagt fyri friðingarmyndug- leikan? Í Kaldbak 14. mai 2018 Nú rýkur Mexico… Jóhann Mortensen undrást á, at fólk eru so líkasæl í politisku tilgongdini. Bara fá seta seg inn í slík viðurskifti. Og eru fólk líka- sæl, kann mangt henda, sigur hann

Transcript of kur Mexico… - in

Page 1: kur Mexico… - in

Mikudagur 16. mai 2018 · Nr. 5510 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000

Eftir uppskoti at broyta eina bygg i -samtykt í høv uðs-stað num skulu ald ar gomlu bónd-a hús ini á Hús a-garði og grøna øk ið millum R. C. Eff ers ø es gtu og Okna vegin lúta

Jóhann Mortensen

Yvirskriftin ljóðar útlendskt, men so er ikki. Hon er um eini hús í Gundadali. Bónda hús ini á Eystara Húsagarði.

Havnar býráð hevur sam-tykt at broyta byggi sam tykt-ina fyri eitt grønt øki fram við R. C. Effersøesgøtu. Í hes-um lendi liggur eisini eitt av teimum heilt gomlu hús u num í høvuðsstaðnum. Tann eldri parturin av bónda hús u num.

Orsøkin er, at Smyril Line ætl ar at byggja eitt hotel. Í dag er hetta stykkið bæði set húsa-

og miðstaðarøki. Hetta skal broytast, so alt lendið verð ur miðstaðarøki.

Fluttur út um býinHúsagarður lá í øldir á Húsa-brúgv. Men í tríatiárunum var ov boðið hjá havnarfólki. Tað var ikki hóskiligt, at garð-ur við fjósi og køsti lá mið -skeið is í Havnini. Tað lukt-aði. Bónda húsini hjá Júst á Hús um vórðu tí flutt niðan í Gund a dal í 1939. Har varð eis ini, eftir tátíðarmeti, bygt nú tím ans fjós. Í Gundadali og har um vegir var jørð, sum lá til festið eins og ognarjørð. Gund a dalur var tá langt om an fyri Havnarbý.

Húsagarður var upp runa-liga eitt festi, men í 1674 varð garð ur in býttur í Eystara- og Vest ara- Húsagarðsfesti.

Í frálíku Havnar Søgu eftir Jens Paula Nolsøe og Kára Jesp e r sen verður Húsagarður um rødd ur í 1. bindi á síðunum 157 til 163.

Gudrun Rubeksen, sum var bónd a dótt ir á Hús a garði, segði mær einferð, at so vítt

hon visti, var tann eldri part-ur in av bónda hús u num smíð-að ur í 1600-árunum. Seinri er bygt upp í sethúsini á Húsa-garði, sum hevði stór an týdn-ing tann tíð tað var. Talað varð um Havnina og Húsa-garð. Bringsnagøta var mark suðureftir og fýra markn a-steinar ásettu, hvussu langt garð ur in rakk.

Summi minnast óivað eina hend ing um ein marknastein. Hes in stóð, so vítt eg minnist, í Skans a brekkuni, men mátti lúta fyri vegagerð. Tá tók bý-ráðs lim urin, Kjartan Mohr, mál ið í egnar hendur. Hann flutti markn asteinin. Vist heim til sín sjálvs. Haldi, at nakr ar reglur vórðu yrkt ar um hend-ing ina – ”Vit eiga øll ein markn-a stein, tjinge ling e ling e ling….”

Fornfrøðiligt ella søguligt virði?Um eldri parturin á set húsu-num á Húsagarði í Gundadali hev ur fornfrøðilig virði, veit eg ikki. Leik og lærd, eg havi um røtt málið við, halda, at garð ur in hevur søgulig virði.

Forn frøðingur hevur upp lýst mær, at garðurin er ikki frið-að ur. Tað ber heldur ikki til at varð veita alt. Men.

Einaferð í fjørutiárunum ætl að u menn at leggja veg úr Vágs botni, runt Tinganes, og heima á Kongabrúnna. Hús-ini úti í Havn og kroysurnar á Reynið skuldu lúta fyri menn-ing ini. Høghús úr betongi skuldu byggjast í staðin.

Ætlanin varð ikki framd. Og tá komið var í sektiárini, skrivaði býráðið út eina ar-ktekt a kapping um gamla bý-ar part in. Vinnari var Gunnar Hoy dal saman við tveimum ark itekt um. Nøkurlunda eft-ir tí leisti, hesir arkitektar stungu út í kortið, er Gamla Havn in skipað.

Gamla Havnin stórt virðiSo seint sum fríggjakvøldið var eg leið søgumaður fyri nakrar ís lendingar í Tinga nesi, úti í Havn, á Reynagarði, Dokt-ar a grund, Bakkahellu, Undir Kletti, í Gongini, á Húsa brúgv og Bryggjubakka. Áðr enn ein

góðan bjór í kjall ar a num í Dandastovu og ein góðan bita í tí hugnaligu mat stov uni í Bartskerastovu.

Íslendingarnir vóru ov farn-ir. Hildu tað vera fant ast iskt, at havnarfólk hava megn að at varðveita gamla bý ar part in so væl. Eisini høvdu tey fyrr um dagin bit ið merki í, at Havnin hevði varð veitt fleiri grøn stykki og geir ar.

Gunnar var býararkitektur í 25 ár. Eg tori at siga, at hann fekk skil á Havnina. Hann stýrdi væl eftir býarskipanini frá 1972. Dugdi at síggja, hvussu býurin kundi byggjast út á skilagóðan hátt, soleiðis at røttu funksjónirnar lógu á røtt um stað.

Tilvildin ræðurTað sama tykist ikki galda í dag. Nú virkar sum um, at tað verð ur drigið lut. Hava vit ein grøn an blett her ella har, skal hann ikki liggja í friði. Men hvat skal so liggja har: banki, skúli, hotell, savn, lækna-miðstøð, matstova, leikhús, poli tistøð ella kanska Setrið?

Spurningurin er bara: Hvør er hepni vinnarin?

Ein grønan geira er eydnast at hava í friði – frá stykkinum hjá garð yrkismannnum, Tor-valdi á Steinum, við Trapp u-trøðna, og niðan til Húsagarð. Men ikki leingi aftrat.

Havn arfólk yppa øksl.– Tað kann ikki passa, at

Me x ico og hasin grøni teig ur-i n eisini fer. Tú hevur mis tik-ið teg. Útvarpið segði eitt øki við Oknaveg. Ikki R.C. Eff ers-øesgøtu, hevur meira enn ein sagt. Snilt. Oknavegur er ó -kendi vegurin niðan til bank-an, ið fyrr nevndist Føroya Banki.

Fólk vita ikki rættiliga, hvat mál ið snýr seg um. Heldur ikki all ir býráðslimirnir. Uppskotið um at broyta byggisamtyktina lá frammi til 7. mai. Til henda dag bar eisini til at kæra. Men fólk tykjast líkasæl í politisku til gongdini. Bara fá seta seg inn í slík viðurskifti. Og eru fólk líka sæl, kann mangt henda.

Eingin søgulig lýsingKenni enn ikki máls við gerð-ina, og hvussu væl mál ið er lýst. Men eg loyvi mær at ivast í, um tann forn-frøð i ligi ella tann søg u ligu spurningurin er um rødd ur við atliti at Húsa garði og søgu garðsins. Hesir spurn-ing ar vóru í øllum førum ikki lýst ir í tí skjalatilfari, sum lá alment frammi í Snar skiv-uni.

Tórshavnar býasavn er end ur skipað. Hvat sigur Ment an ar nevndin? Hevur Húsa garð ur savnssøguligan ella bara søguligan týdning?

Byggi- og býar ski p an an-evn d ini hevur talað fyri at varð veita grøn øki í býnum. Held ur hon, at hesin grøni blett ur in eisini skal lúta?

Hvat sigur Náttúru- og um-hvørv is nevndin, nú fleiri inn-triv verða gjørd í náttúruøki?

Og, er málið eitt frið ing ar-mál? Um tað er eitt slíkt, er tað so lagt fyri frið ing ar mynd ug-leik an?

Í Kaldbak 14. mai 2018

Nú rýkur Mexico…

Fyri kostnaðarfrítt at hava hýst Undirhúsinum í Havn í meira enn 80 ár, hevur P/F Hansen frá Lions Club Tórs-havn fingið heiðurin sum Ársins Borgari 2018

Í meira enn 80 ár hevur Und ir húsið í Havn hildið til í hølum hjá P/F Poul Han-sen í Vágsbotni, og øll hesi ár ini hevur hølið við ljósi og hita verið lati brúkarunum ó keyp is. Brúkararnir eru til-komn ir og eldri menn í Havn, ið dagliga hittast at stytta sær stundir við eitt nú kortspæli

og hugn a lig um práti aftur við einum drekk a munni.

– Fyri hesa framúr væl vild heiðrar Lions Club Tórs havn tí P/F Poul Han sen við Høgna Hansen, stjóra, við heiðrinum Árs ins Borgari 2018, segði Dánj al Joensen, formaður í Árs ins Borgara-nevndini hjá Lions Club Tórshavn, tá heið-ur in var handaður nú um dag ar nar.

Síðstu gott og væl tvey árini hava verið broyt ing ar-tíð ir á matriklinum, tí høl ini skuldu umbyggjast til nýggju

matstovuna Tarv, men P/F Poul Hansen vildi ikki sleppa Undirhúsinum upp á fjall, men royndi at finna eina loysn, har pláss var fyri báðum – og tað má sig ast at vera eydnast.

– Vit eru sera fegin um, at vit funnu eina loysn, ið teir, sum dagliga brúka Und-ir húsið, eru glaðir fyri, segði Høgni Hansen, stjóri hjá P/F Poul Hansen, tá hann tók ímóti heiðrinum sum Ársins Borgari frá Li ons Club Tórshavn.

– Umbygging, ið upp run-a liga skuldi taka fýra mán-aðir, tók gott tvey ár, men vit eru takksom fyri ta hjálp, vit tað mesta av hesi tíð ini hava fingið frá Reyða Krossi, ið vildi hýsa Undir hús i num, segði hann.

Ársins Borgari fevnir um eitt heið urs skjal og eina lítla pen ing agávu, men stjórin hjá P/F Poul Hansen helt, at Li ons Club Tórshavn held ur skuldi lata onkrum væl gerandi endamáli teir peng ar nar, og tað er tikið til eft ir tektar.

P/F Poul Hansens fær Lions-heiður

Dánjal Joensen, formaður í Ársins Borgara-nevndini hjá Lions Club Tórshavn, handar Høgna Hansen, stjóra hjá P/F Poul Hansen, heiðurin sum Ársins Borgari 2018

Jóhann Mortensen undrást á, at fólk eru so líkasæl í politisku til gongdini. Bara fá seta

seg inn í slík viðurskifti. Og eru fólk líka-sæl, kann mangt henda, sigur hann