SUMMAR FESTIVALURIN SUMMARFESTIVALBLAÐIÐ...

13
10-12/08 2017 www.sf.fo SUMMAR FESTIVALURIN SUMMARFESTIVALBLAÐIÐ 2017

Transcript of SUMMAR FESTIVALURIN SUMMARFESTIVALBLAÐIÐ...

  • 10-12/08 2017

    www.sf.fo

    SUMMAR FESTIVALURIN SUMMARFESTIVALBLAÐIÐ 2017

  • SUMMAR FESTIVALURIN 2017 10-12/08 10-12/08 SUMMAR FESTIVALURIN 20172 3

    SUMMARFESTIVALBLAÐIÐ 2017Útgevari: Sosialurin – Serblað í sambandi við Summar Festivalin 2017Prent: Prentmiðstøðin – Borið í hvørt hús í landinumMyndir: Álvur Haraldsen, Anton Højgaard, Eydbii Myndir og onnur

    Komandi vikuskiftið verður Summar Festi valurin hildin fyri 14. ferð í Klaks vík, og tað er neyvan ov nógv at siga, at hendan festivalvikan verður tann hendingaríkasta nakrantíð.

    Umframt konsertir á trimum pallum í tríggjar dagar, bjóðar Summar Festi valurin framførslur og undirhald í Silva landi, eitt spennandi tjaldpláss og saman við Klaksvíkar kommunu og øðrum verður hitað upp við einari spenn andi summarviku í Klaksvík.

    Fyrsti Summar Festivalurin varð hildin í góðveðri í 2004, og tá leit aðu 3.500 fólk sær til fyrstu úti kon sertina á Vágsbøi. Sólin skein oman og nið an hendan fyrsta útidagin, og tað skapti grundarlag fyri einari góðari upp living frá byrjan.

    Síðani 2004 hevur Summar Festi valurin ment seg til at verða lands ins størsta tónleikatiltak. Hesi seinnu árini hava millum 8 og 10.000 fólk verið á festivali hvørt ár, og festivalurin hevur drigið stór altjóða navn til Føroya. Nøvn, sum vit fyri 1015 árum síðani ikki kundu hugs að um at fáa til landið at spæla.

    Spennandi gestirAftur í ár er Summar Festivalurin til reiðar við einum altjóða tiltaki í Klaks v ík.

    Úr útlandinum koma spennandi og kend tónleikanøvn, og lagt er upp

    til tríggjar dagar við fantastiskum tón leiki.

    Amerikanski rockbólkurin Toto tel ist millum tungvektararnar í altjóða tónleiki. Teirra melodiøsi og væl spældi tónleikur hevur bergtikið fólk um allan heimin í fleiri áratíggju. Ikki minst føroyingar hava gjøgnum ár ini havt eitt heilt serligt samband

    við tónleikin hjá Toto, og tí er einki meira upplagt, enn at Toto kemur á Vágsbø at spæla øll síni risahitt.

    Lukas Graham hevur seinasta árið fingið veruligt gjøgnumbrot í USA og kring heimin annars, og í grundini skuldi tað ikki borið til at fingið bólk in aftur til Føroya júst nú, tí allur heim urin togar í teir. Men teir vilja

    fegn ir vitja aftur í Førouyum, her teir vóru spældu fyri tveimum árum síð ani, og tí fáa gestirnir á Summar Festi valinum ein av heitastu bólkun um í alheimspoppi á pallin hóskvøld ið.

    Christopher er ein ordans poppstjørna, og hann kemur til Føroya við mjúkum og vælframleiddum popp

    tónleiki, sum hann dugir serstakliga væl at framføra live.

    Afturat hesum koma teir mongu før oysku bólkarnir og solistarnir, og lagt er upp til ein fantastiskan festi val.

    FólkalívSummar Festivalurin er meira enn bert tónleikur. Festivalurin er eis ini fólka lív, hugni og vinarlag. Hundrað tals campingvognar leita til býin, nógv ir bátar finna sær trygga havn, og tjøldini gerast alt fleiri í tali í tjald bygdini mitt á festivaløkinum.

    Stemningurin á Summar Festival ur in er framúr góður. Fólk hugna sær, lurta eftir tónleiki, syngja við, práta og spáka sær annars runt á festi val økinum.

    Í tríggjar dagar verður ljómandi tón leik ur av tríggjum útipallum, og eis ini í ítróttarhøllunum og á tjaldøk inum verður ymiskt undirhald og tón leikur.

    Og so kunnu vit hita upp til Summar Festivalin við nógvum góðum til tøkum í serligu Summarvikuni í Klaks vík.

    Vit ynskja øllum eina góðan Summ ar Festival!

    Vit ynskja øllum eingóðan Summar Festival!

    HENDINGARÍKUR SUMMAR FESTIVALUR

    Býurin og bøurin eru til reiðar at leggja gras til Føroya størsta tónleika tiltak, og aftur í ár gleða vit okk um at taka væl ímóti øllum – stór um sum smáum, heimsstjørnum sum trúføstum festivalgestum. Eitt er, at hittini hittast á Summ ar festivalinum, men umframt at at geva okkum fantastiskar og for kunn ugar konsertupplivingar, er Summ arfestivalurin eisini eitt gott høvi at gera vakran enda á hægstu summar tíðini, sum bjóðar okkum tiltøk í hópa tali.

    Hóast Summarfestivalurin hevur nógv ár á baki, hava fyriskipararnir við hepnari hond megnað at syrgt fyri, at tiltakið framhaldandi er í menn ing, og tað eiga teir stóra

    og hjartaliga tøkk fyri. Í ár verður enn eitt stórt fet tikið, tá ið hitað verð ur upp til festivalin við nýggja til tak inum Summarvika. Skráin til Summ arvikuna er eins fjølbroytt og spenn andi sum sjálv festivalskráin, og sjálvur eri eg ómetaliga spentur at njóta hendan nýggja og stuttliga part in av festivalinum. Tað er mín vón, at vit øll minnast til at ansa eftir okk um sjálvum og hvørjum øðrum, at vit fáa enn ein fantastiska góðan festival.

    Hjartaliga vælkomin til Klaksvíkar á Summarfestival

    Jógvan Skorheimborgarstjóri í Klaksvíkar kommunu

    VÆLKOMIN Á SUMMARFESTIVAL

    Les me

    ira á b

    etri.fo

    /ung

    Betri Ung

    Vit eru harsum tú ertBetri Ung ynskir øllum ein góðan Summar Festival

  • SUMMAR FESTIVALURIN 2017 10-12/08 10-12/08 SUMMAR FESTIVALURIN 20174 5

    Bólkurin Lukas Graham telist millum heitu og stóru poppstjørnurnar í heiminum í løtuni, og í grundini skuldi tað verið púra óhugsandi, at bólkurin leitaði til Føroya at spæla júst nú. Men tað gera teir.

    Samstundis sum teir seinasta árið hava spælt útseldar konsertir í USA og kring Europa, vitja tey kendastu talkshowini, vórðu tilnevndir til tríggjar Grammyheiðurslønir og spæld live til eitt nú MTV og Bill

    board heiðurslønahandanir, hava teir av gjørt at koma aftur til Føroya at spæla.

    Lukas Graham spældi á Summar Festi valinum fyri tveimum árum síð ani, og mong halda, at tað tel ist millum bestu framførslur á festi valinum nakrantíð. Tveir mánaðir seinni vitj aði bólkurin aftur í Føroyum og spældi tvær framúr konsertir í Havn. Síð ani tá hevur bólkurin fingið sítt veru ligt altjóða gjøgnumbrot og tel

    ist nú millum heitastu poppnøvn í heim inum.

    – Í okkara eygum var Lukas Graham ein heimsstjørna longu fyri tveim um árum síðani, men nú heldur restin av heiminum tað sama. At fáa Lukas Graham aftur á Summar Festivalin at spæla er eitt tað størsta scoop ið, vit hava gjørt í søguni hjá festi valinum, sigur Erik Biskopstø, sum er ein av fyriskiparunum av Summ ar Festivalinum.

    Lukas Graham hevur bert spælt eina konsert í Danmark í summar, men hann hevur sett pláss av í kalend aranum til at vitja aftur í Før oyum.

    – Í grundini átti tað at verið ógjørligt hjá okkum at fingið ein slíkan bólk á okkara festival júst nú, tí allur heim urin togar í teir, men Lukas Graham ynskir at koma aftur til Før oya at vitja, og tí letur hetta seg gera, sigur Erik Biskopstø.

    Lukas Graham hevur fingið serligt sam band til Føroya, her teir hava verið sera væl móttiknir, og tað hava fólk eisini sæð aftur, tá ið sangarin Lukas Forchhammer fleiri ferðir hevur verið at sæð í USA í føroyskari troyggju, sum hann fekk sum gávu í Føroyum.

    Lukas Graham spælir á Vágsbøi hós kvøldið.

    Seinastu 10 árini hevur Guðrið Hans dóttir verið millum fremstu og mest virknu føroysku song kvinnurnar. Guðrið gav í 2007 fyrstu útgávu sína út, og síðani hev ur hon javnan verið aktuell við nýggj um tilfari. Fløgan Painted Fire, sum kom út í fjørheyst, er hennara seinasta útspæl. Tá var Guðrið á konsert ferð í eitt nú Týsklandi og Sveis og hevur gjøgnum árini spælt nógv uttanlands.

    Guðrið er dugnaligur sang skriv ari, og hon hevur tryggan og eyð kendan samleika sum sangari. Hon hev ur vunnið nógvar føroyskar heið urslønir fyri sín tónleik og sínar framførslur.

    Hon hevur gjøgnum árini vitj að nakrar ferðir á Summar Festi val inum, og nú kunnu vit fegnast um, at Guðrið fer at hava framførslu á ársins festivali.

    GUÐRIÐ VIÐ ØLLUM SÍNUM BESTA

    Lukas Graham hevur fingið gjøgnumbrot á altjóða marknaðinum og vitjar nú aftur í Føroyum, her hann kennir seg so væl

    GLÓÐHEITA POPPSTJØRNAN Á VÁGSBØ

    GER TAÐ VIÐ SKILIFYRI EIN GÓÐAN PRÍS HEILDARVEITARI

    BORG | RUNAVÍK TEL. 477272 | KLAKSVÍK TEL. 455149 | WWW.BORG.FO

    Fyrivarni verður tikið fyri prís-, tekst- og myndavillum.

    OLJULAMPURKarla26x26x26 cm20x20x20 cm 194 95

    FYRR 25995

    127 95FYRR 169

    95

    OLJULAMPURMarie22 Ø30 Ø

    142 95

    97 95

    FYRR 18995

    FYRR 12995

    999,-BONKUR

    Í REKAVIÐAR STÍLI

    FYRR 1449,-

    79995WEBER

    SMOKEY JOE

    MEIRI FYRI PENINGIN

    1 10

    899,-TERRASSUHITARI2399,-

    GASSGRILL Q1200

    OYRNAVERNDPINK ELLA LIME159 95

    FESTIVALSTÓLUR69 95

    11995PERUR

    LITIR ELLA KLÁRARTIL BATTARÍ

    119 95BLOKKLJÓS LED

    VIT SELJAEISINI GASS

    MARKISA ANTRASIT297x200 cm

    1549,-

  • SUMMAR FESTIVALURIN 2017 10-12/08 10-12/08 SUMMAR FESTIVALURIN 20176 7

    Bólkurin Konni Kass, sum er uppkall aður eftir songkvinnuni, sum er í front í bólkinum, er ein av mest lov andi og spennandi bólkunum á før oyska tónleikapallinum í løtuni.

    Konni Kass gav í november fyrstu út gáv una út, og á FMA tiltakinum fyrr í ár varð bólkurin kosin Ársins nýggja navn. Konni Kass hevur ei s ini spælt á virdum tiltøkum í Týsk landi,

    Íslandi og Danmark. Í før oysk um útvarpi hava fólk helst hoyrt sangir sum Surrender, Sounds og Time.

    Konni Kass, sum syngur og spælir saksofon, hevur skrivað flestu sangirnar, men samstarvið við hinar tríggjar tónleikararnar í bólk inum um tónleikin er tætt. Tað er eisini tí, at tey føra seg fram sum bólk urin Konni Kass.

    Umframt Konni Kass eru tón leikar arnir í bólkinum Torleik Motensen (bass), Knút Háberg Eysturstein (tang entar) og Per Ingvaldur Højgaard Petersen (trummur).

    Summar Festivalurin er sera fegin um at kunna bjóða sínum gest um eina spennandi konsert við Konni Kass.

    DANNY OG HANSARA DREINGIR TAKA VÁGSBØDanny & The Veetos eru millum heit astu bólkar í føroyskum tónleiki. Fyrr í ár vórðu teir kosnir til ársins bólk á FMAtiltakinum, og teir hava á konsertum víst veruligu styrkina í samspælinum við áhoyr ararnar.

    Danny & The Veetos hava síðani 2013 verið eitt frískligt lot í føroyskum tónleiki, og teir hava gjørt og innspælt frálíkar sang ir, sum føroyingar hava tikið til sín. Teir spæla fólksligan og smittandi popptónleik, og við at gagnnýta videomiðilin hava teir sett seglini væl.

    Sangir sum ”Sunnukvøld í mai”, ”Alright”, ”Farvæl” og aðrir eru tráspældir millum ung og vaksin og á radiostøðunum, og tá ið bólkurin trívur í hesar sangir á konsertum, syngur fjøld in heilhjartað við.

    Danny & The Veetos spæla á Summar Festivalinum í ár, og hós kvøldið taka teir stafettina, tá ið Lukas Graham hava verið á palli.

    Mong munnu glaða seg til eina glaða og lívliga løtu saman við sjarmerandi syngiðviðbólkin um.

    Hon telist millum landsins bestu song kvinnur, og sum tulkari av coun try og gospelsangum er hon framúr. Ja, Kristina Bær end sen hevur altjóða klassa, tá ið hon framførir.

    Kristina hevur sungið nógv sam an við countrykonginum Hall ur Joensen og saman við pápa sínum, Alexi Bærendsen, men hon hevur sanniliga eisini prógvað seg sum solistur á út gávu og konsertum.

    – Tað hevur verið ein natúrlig gongd, men tað ber til at siga

    tað soleiðis, at áðrenn eg fór at syngja við Halli Joensen, kendu fólk innan samkomurnar meg, og aftaná kendu øll í Føroyum meg. Eg eri heppin, at eg havi møtt fólki, sum hava tímað at spælt countrytónleik saman við mær, tí tað er eingin sjálvfylgja, sig ur Kristina Bærendsen.

    Í fjør varð konsertin hjá Kristinu Bærendsen steðgað, tí regnið órógvaði tøknina á stóra palli, men nú er hon aftur til reiðar at spæla seinnapartskonsert á Vágs bøi leygardagin.

    KONNI KASS VIÐ LOVANDI LOTI

    KRISTINA VIÐ COUNTRY Í ALTJÓÐA KLASSA

    Graf

    ix 5

    0425

    1

    Stiðjagøta 10 · Tórshavn · Tel. 35 38 97 · [email protected]

    STARWALKER

    “BEININI” KUNNU

    TAKAST AV, OG HO

    L

    ER TIL ARMARNAR

    499,-UPPBLÁSILIGT

    UNDIRLAG5 CM.

    399,-

    HAJK UNDIRLAG

    79,-

    LANTERNAVIÐ BLUETOOTH

    HÁTALARA

    449,- FESTIVALSTÓLURVIÐ KOPPHALDARA

    99,-SOVIPOSITRANQUILITYVEL MILLUMBLÁAN ELLA

    GRØNAN

    299,-

    SOVIPOSILATITUDE 300

    399,-

    HJÁ JÓGVAN WEIHE

    HAVA VIT ALT

    TÆR TØRVAR TIL

    FESTIVALARNAR

    OG FRÁ OKKUM

    FÆRT TÚ ALTÍÐ

    EITT GOTT TILBOÐ

    ERU TIT TIL REIÐAR

    TIL FESTIVALARNAR?

    KALARI 520FORTELT TIL CAMPINGVOGNAR

    10.495,-

    WOBURN 400 TIL 4 PERSÓNAR

    2.195,-POP 200DS TJALD

    TIL 2 PERSÓNAR

    799,-POP 300DS TJALD

    TIL 3 PERSÓNAR

    949,-

    MAMBO 500 TJALDTIL 5 PERSÓNAR

    1.895,-

  • SUMMAR FESTIVALURIN 2017 10-12/08 10-12/08 SUMMAR FESTIVALURIN 20178 9

    Kári Leivsson Petersen – Kári P. – er um nakar tann tón leikarin, sum vit her á landi seta í samband við sam fe lags revs andi og lýsandi tón leik.

    Líka síðani fyrstu útgávurnar sam an við Per Debess tíðliga í 70’unum, hevur Kári prógvað, at hann hevur framúr gott hegni at skriva rámandi og fang andi tekst ir. Bláa Húsið og Gullkálvurin verða enn í dag tiknir fram til mong veitslu høvi, og tær báðar út gáv ur nar, sum Kári einsamallur stend ur fyri – Vælferðarvísur og Hinu megin Ring vegin – standa so avgjørt einki petti aft an fyri. Ikki minst takkað ver ið fram úr tekstunum, sum Kári er meist ari fyri.

    At tað ikki bara eru sangglað ur ung dóm ur, sum fellur fyri tón leik in um, sæst eisini aft ur í heið urs løn unum, sum Kári hevur fingið fyri list arligu av rik síni. Hann fekk í 1995 M.A. Jacobsen fyri Hinumegin Ring veg in, og í 2010 fekk hann Ment a n ar virðisløn landsins fyri sítt fram úr skar andi íkast til føroyska ment un ar lívið.

    Á pallinum tykist Kári held ur smæð in. Kanska eru tað fleiri, ið hava eina betri rødd enn stillføri havn ar maðurin, men tað verður alt so væl og virðilga uppvigað av tekst un um, sum aloftast bert hava fylgi spæl frá

    fingraspælinum á guit ar in um og møguliga einum klav eri.

    Meira nýtist heldur ikki. Fólk ið veit, hvat tey fáa, tá Kári hevur sínar fram førslur, og hvør sum ein syngja tey við, tá mongu fólkakæru løgini verða spæld.

    Og tað er stórt sæð líka mik ið, hvørji løg Kári velur av út gávum sín um. Báðar eru tær somikið tráð spældar runt alt land ið og – ikki minst í lestr ar umvørvinum á Flat lond um – at mest sum hvør tann ein asta linja er fólkaogn.

    Einstøk føst haldipunkt plaga tó at vera á skránni. Vakra og inni liga Villar Vídd ir, sum Kári hevur úr upp runa tekst inum hjá Ulf Lun dell, og mest sum tjóðartikna úti seta lagið um súrligu næturnar í Keyp mannahavn verða heilt víst at hoyra í tjaldinum, har talan uttan iva verður um veldugt kór, sum fer at syngja við, tá Kári fer á pallin leyg ar kvøld ið.

    VERKAMAÐURIN YVIR ØLLUM

    UNDIRHALD Í SERFLOKKITá ein fjøld skal undirhaldast, eru tað fáir bólkar – um nakar – her á landi, sum duga kynstrið betur enn Dynamitt

    Tinganest borgar fyri eini hugnaligari løtu við nostalgi og tí, sum veruliga er vágasound

    Dynamitt úr Klaksvík tykist vera bólk urin, sum heilt nógv elska at hata.

    Sum tónleikarar eru teir habilir, men kanska heldur ikki so øgiliga nógv meira enn tað. Tekstirnir kunnu ofta bólkast sum flatir, og laga smíðið spennir sjáldan út um tær mest grundleggjandi akk ordir nar.

    Sjálvir hava klaksvíkingarnir, har Nicl as Heri Jákupsson og Hans Jacob Ny strøm “Shaky” eru høvuðsmenn, held ur ongantíð sagt seg vera meira enn tað sama, men tað hevur tó ikki forð að teimum í at teljast millum

    best umtóktu livebólkarnar her á landi.

    Serliga var tað seinasta partin av 80’unum og upp ígjøgnum 90’ini, at bólkurin hevði sína stórheitstíð. Mest sum hvørt vikuskiftið spældu teir til dans onkra staðni kring land ið, og hvørja ferð varð úr slitið hitt sama. Eitt stúgvandi fult dansi gólv, har veitslukátir ungdóm ar kappaðust um at syngja við til mongu landaplágurnar, ella at dansa inniligan pardans til tey meira stillføru løgini.

    Entertainment – undirhald – er fram um alt tað, sum eyðkendi teir

    í Dynamitt, men sjálvt hjá veitslukát um klaksvíkingum tók veitslan ein enda. “Vit skilja einki”, sum kom á marknaðin beint fyri aldarskiftið, tókt ist vera endaligt punktum hjá bólk inum.

    Í 2005 lótu teir seg tó lokka til tað, sum skuldi verða seinasta brak ið. Endabrakið á Summar Festivalinum hetta árið gjørdist ein veitsla av teimum heilt stóru, og síðani hava teir javnan verið part ur av festivalinum. Altíð á stóra pallin um, tí sum teir sjálvir taka til, so er eingin annar pallur í landinum nóg stórur til at rúma bólkinum við

    mongu hittunum.– Heimavøllurin hjá Dynamit er

    á Vágsbøi, og hugsa vit um tær fant ast isku løturnar, vit hava havt sam an við áhoyrarunum har, kunnu vit ikki annað enn gleða okkum til kon sert ina í ár, sigur Niclas Heri Ják ups son, annar av sangarunum í Dynamit.

    Og hittini eru heilt mong. Einfaldni í lagasmíðinum ger løgini serstak liga sangbær, og tær nýtist ikki at leita leingi á youtube, áðrenn tú finn ur onkra av lívligu framførslum teirra.

    Og lívligt verður tað vissu aftur

    í ár. Við løgum sum Pápi tín býr ei í Tórshavn, Aya Umba, Frensurin hjá Óla, til allar kvinnur og so sjálvandi Grøv nummar 13, ið allar helst er seinasta lagið á skránni, verður fjøldin væl og virðiliga tendrað.

    Tá ið Dynamit fer á pallin er tað við fullari ferð og øllum okkara kendastu sangum. Bólkurin er kanska betri fyri enn nakrantíð, og vit fara at fyrireika okkum miðvíst til at geva fólk eina ógloymandi konsert á Vágsbøi, sigur Niclas Heri Jákupsson.

    Tinganest var stóran part av 80’unum ein av mest sjón ligu bólk unum í før oyska tón leika lands lag num.

    Ímyndin av bólkinum eru teir báðir, Jóan Jakku Guttesen og Magn us á Stongum, og útgávurnar vóru tríggj ar í talið í 80’unum. Hartil var bólk urin eisini partur av “Ung 85”, ið varð send á marknaðin í ’85, og um veg is Kvøðu ljómarnar hevði bólk urin eina rúgvu av landa plágum. Løg sum Upp á tá og Vága gellan kundu hoyr ast hvønn sunnu dag seinnapart, og eisini vóru teir javn an at hoyra á ymsu dansi gólv un um kring landið.

    Lestrarárini á Flatlondum vóru teir ser stakliga virknir, og hegni at

    skriva fangandi, skemtiligar men eis ini vakrar og inniligar tekstir var fram úr gott.

    Bólkurin var ikki serliga virkin eft ir hetta. Einasta útgávan síðani 80’ini kom í 2004, og tá var talan um upp savn ing ar út gávu við tí besta av tí besta hjá bólkinum. Hin veg in hevur serliga Jóan Jakku ver ið akt ivur. Bæði sum solistur og sum part ur av Vágaverki hevr hann ver ið partur av fleiri útgávum, og enn sum áður er tað serstaka ljóð myndin saman við dyggum tekst ar smíði, ið er grund vøllurin undir út gáv unum.

    Seinasta lítla áratíggju ella so hev ur Tinganest aftur verið nógv at

    hoyra. Teir hava spælt á bæði Summar Festi valinum og G!, umframt at teir eisini hava sjálvsagdur partur av Countryfestivalinum í Sørvági.

    Og skráin er sjálvandi fylt við nostalgiskum tónleiki, har áhoyrar ar nir veruliga sleppa at uppliva vága sound í toppflokki saman við hóp in av sangbærum tekstum, ið flestu røddirnar kring pallin eisini syngja við til.

    Umramt Jóan Jakku og Magnus tel ur bólkurin í dag eisini Finnur Jacob sen, og Holgar Jacobsen. Teir fara á pallin í Tjaldinum fríggjakvøldið klokk an 22.30.

    UPPRUNALIGA VÁGASOUNDIÐ

    Staravegur 7 · Postboks 3278 · FO-110 Tórshavn · Tel 555 888 · t-post: [email protected]

    Graf

    ix 5

    0425

    1

    FESTIVAL TILBOÐ Í SKEMMUNI

    OG ONNUR GÓÐ ÚTSØLU-

    TILBOÐ, SO VÆLKOMIN

    KOMIN Í HANDLIN

    Skemman heldur bíligari

    MOSSEMARKA 6 PERSÓNS TELTVANL 1299,-

    NÚ 900,-

    SPAR300,-

    SPAR149,-

    SVARTSKOG SOVIPOSIVANL 499,-

    NÚ 350,-

    KLAPP STÓLURVANL 169,-

    NÚ 100,- SPAR69,-

    SPAR349,-

    SPAR499,-

    BOLDERSLEV SOVISOFAVANL 1699,-

    NÚ 1350,-

    TRAMPOLIN B250 X 396CM

    NÚ EINANS 3000,-

    AVMARKA NØGD

    OYRNAVERND TIL BØRNVANL 99,95

    NÚ 69,-

    BARONEN DÝNAVANL 999,-

    NÚ 500,-

  • SUMMAR FESTIVALURIN 2017 10-12/08 10-12/08 SUMMAR FESTIVALURIN 201710 11

    NÓLSOYARROCKUR ÚR KLAKSVÍK

    SÁMAL EIGUR TORGIÐ

    Í meira enn 20 ár hevur Anfinn Niel sen verið støðugur partur av før oyska tónleikapallinum.

    Ikki minst hevur Anfinn framúr hegni at skriva bæði stuttligar, speirek andi og vakrar tekstir, og tí er list ar liga spennið stórt – og eisini popu lert.

    Fyri tað mesta er talan um fólksligan rocktónleik, og sangir sum Lítli fuglur, Útsøla, Gubbi og eg og Cirkus Tinganes teljast mill um mongu landaplágurnar, sum gjøgn

    um árini hava verið at hoyrt í hvørjum einasta útvarpstóli her á landi.

    Tá Anfinn og Co. fara á pall, skrúva teir heldur enn fegnir eitt sind ur upp fyri rockpartinum, og tá liggur betur fyri enn hjá teimum flestu at skapa lív á og kring pallin.

    Ein hin minniligasta framførslan hjá Anfinni og hansara monnum mundi vera á Summar Festivalinum í 2006, tá mjørkin hótti við at gera púr asta av við útlendsku luttøkuna.

    Eitt nú settist Shubidua eft ir í

    Kastrup. Festivalkvøldið var veruliga í vanda, men ístaðin gjørdist tal an um eitt tað minniligasta kvøld ið av øllum.

    Meðan Roger Hodgson og Johnny Deluxe framvegis sveimaðu yvir mjørk anum í vónini um at lenda, vórðu Anfinn & Co. togaðir yvir á stóra pallin, har teir við einari kanónfram førslu fingu áhoyrararnar at gloyma alt um útlendsku bólkarnar. Og kvøldið gjørdist sjálvandi ikki verri, tá útlendsku nøvnini á miðjari

    nátt loksins komu til Klaksvíkar og høvdu konsert í morgunroðanum.

    Lítil ivi er um, at uppskriftin verð ur á leið tann sama hesaferð. Fólks ligir sang ir um húkar, summar, út sølu, fugl ar og kærleika vera fram førd ur í besta rock’n rollstíli, og sjálv andi eru fjøldin meira enn væl kom in at syngja við til mongu landa plág ur nar, tá Anfinn fær heiður in av at steingja stóra pall leygar kvøld ið.

    Í skjótt fleiri ár hevur Sámal Ravns fjall verið fastur partur av Summar Festi valinum. Onkra tíð í tjaldinum, og onkra ferð saman við Jóan Jakku Gutte sen, sum er hin parturin av toym inum til Vág(ð)averk. Aloftast er tað tó sum solistur á torginum, at Sám al hevur verið partur av skránni, og soleiðis verður tað eisini í ár.

    Rungandi røddin kann sum einki fylla alla ljóðmyndina á pall in um, tá Sámal við sínum guit ara og munnhørpu trínur á pall in. Landaplágurnar, sum verða fram førd ar, eru eisini fleiri í tali. Tær flestu úr fyrru útgávuni, Vágaverk/Váða verk, sum kom á marknaðin í 2002, men eisini plagar skráin at fevna um eitt ella tvey løg frá øðrum list ar fólkum, har Sámal hevur sína ser støku tulking av lagnum.

    Hvørt mansbarn syngur eisini við, tá Medistari í Karry, á Trappuni hjá Lenu og 1001 nátt eru á skránni, og tað verða tey heilt víst eisini hós kvøld ið á ársins festivali.

    SOLEIÐIS FÆRT TÚ ARMBOND UPPÁAtgongumerkini til Summar Festivalin skulu býtast um við armbond. Hesi armbond verða tøk at fáa upp á armin alla næstu viku. Tú kanst fara á hesi støð við tínum atgongumerki og fáa títt armband uppá

    Norðoya Sparikassi í KlaksvíkTýsd. 8. aug. kl. 9.3016.00Mikud. 9. aug. kl. 9.3016.00Hósd. 10. aug. kl. 9.3018.00

    Telebúðin í KlaksvíkMánad. 7. aug. kl. 12.0017.30Týsd. 8. aug. kl. 12.0017.30Mikud. 9. aug. kl. 12.0017.30Hósd. 10. aug. kl. 12.0018.00

    Telebúðin á TvøroyriMánad. 7. aug. kl. 12.0017.30Týsd. 8. aug. kl. 12.0017.30Mikud. 9. aug. kl. 12.0017.30

    Torgið í SMSMánad. 7. aug. kl. 13.0018.00Týsd. 8. aug. kl. 13.0018.00Mikud. 9. aug. kl. 13.0018.00Hósd. 10. aug. kl. 13.0018.00

    Effo-støðin í LeirvíkMánad. 7. aug. kl. 12.0018.00Týsd. 8. aug. kl. 12.0018.00Mikud. 9. aug. kl. 12.0018.00Hosd. 10. aug. kl. 14.0022.00Fríd. 11. aug. kl. 14.0022.00

    323232

    +298 32 32 32 · [email protected] · www.taxi.fo

    Taxi, airport taxi og kiosk · Opið allan summarfestivalin

    GÓÐAN SUMMARFESTIVALBIL KOYRIR Í KLAKSVÍK OG EYSTUROYNNI Á SUMMARFESTIVALINUM, MANGLAR TÆR EIN BIL RING 32 32 32

    Ólavur á Váli Olsen hevur júst ver ið í USA og innspælt sína fyrstu útgávu. Hann er annars kendur sum frálíkur tulkari av kendum sang um og sangum hjá sær sjálvum. Ólavur spælir andaligar sangir, fost urlands sangir og kærleikssangir, og hann syngur bæði á føroyskum og ensk um máli.

    Ólavur var fyrr í ár í USA og innspældi sína fyrstu fløgu, sum nú er kom in út. Útgávan ”Her og nú” hevur fing ið sera góða móttøku, og onkrir sang ir av henni verða at hoyra, tá ið Ólavur framførir á Summar Festival inum.

    ÓLAVUR Á VÁLI OLSEN

  • SUMMAR FESTIVALURIN 2017 10-12/08 10-12/08 SUMMAR FESTIVALURIN 201712 13

    Gjøgnum árini hevur Summar Festivalurin lagt seg eftir, at fáa stór nøvn úr altjóða tónleikasøguni til Før oy ar. Nøvn, ið kanska ikki neyðturvu liga framvegis eru á toppinum, men sum avgjørt vóru tað, tá tey, ið hoyra til 35+ aldursbólkin gjørdu um seg á dansigólvinum.

    Festivalurin í ar verður einki und an tak í so máta, tí við Toto hava fyri skipararnir aftur hesa ferð funnið ein av veruligu tungvektarunum frá 80’unum og 90’unum

    Grundarlagið varð lagt seinasta part in av 70’unum. David Paich og Jeff Porcaro fingu hug at stovna sín egna bólk, heldur enn altíð at spæla undir hjá øðrum. Teir fingu eitt nú Steva Lukather og Bobby Kim ball

    afturat sær, og spakuliga fór bólkurin í gongd við fyrstu útgávuna.

    Alt fyri eitt eydnaðist teimum at laða ein av stóru varðunum í tónleika søguni, tá Hold the Line, var á út gávuni, sum eisini taldi Georgy Porky, og við fullari ferð klintraði nýggi bólkurin upp eftir Billboard eins væl og øðrum tónatindum.

    Næstu útgávurnar rukku ikki á sama hátt tónatindunum. Hydra seldi væl, men men Turn Back varð av flestu um mælarunum roknað sum eitt vón brot, og tí var trýstið frá fram leið ar un um farið at merkjast. Ikki minst eftir at Bobby Kimball varð dømdur fyri at selja rúsevni.

    Í 1982 prógvaði bólkurin tó veruliga, at teir vóru nakað nógv meira

    enn bara ein døgnfluga á pallinum. Toto IV hevði millum annað trý løg, sum hvør í sínum lagi klintraðu í top10 hjá Billboard. Africa, Rosanna og I Won’t Hold You Back gjørdust øll al heims hitt, og Toto vann ikki færri enn sjey Grammy virðislønir hetta árið, og útgávan verður tí framvegis rokn að sum ein av teimum heiltheilt stóru innan rocktónleikin.

    Gjøgnum 80’ini og 90’ini var Toto støð ugt millum best seljandi rockbólk arnar í heiminum. Kanska ikki við eins stórum singlehittum, sum teir høvdu í 1982, men við The Seventh One og Tambu vóru útgávur, sum seldu heilt nógv, og bólkurin hevur støð ugt lagt afturat útgávulistanum, sum í 2018 fær enn eina útgávu í 40

    ára føðingardagsgávu.Sum aðrir av legendarisku rock

    bólk unum hevur Toto verið ígjøgnum nógv síðani byrjanina. Teir hava skift tónleikarar og havt onkran steðg, men bólkurin hevur yvirlivað øll tíðarrák og allar kreppur og er framveg is virkin og í sera góðum formi. Toto er kent fyri at spæla framúr væl live, og soleiðis er tað framvegis. Tí skulu føroyingar rokna við einari kon sert við bólki í toppformi, sum kann spæla ein rockklassikara fyri og annan.

    Bólkurin telur tó framvegis fleiri av teimum, sum fyri 40 árum síðani slóð aðu fyri við fyrstu útgávuni. Steve Lukater, David Paich, Steve Por caro og Joseph Williams eru høv

    uðs menninir, sum borga fyri einum væl gjøgnumførdum rockkvøldi við nøkr um av heilt stóru løgunum frá rocksøguni.

    Longu frá byrjan var talan um framførslur við sera høgum tekn iskum støði. Einstøku limirnir hava ofta ver ið nýttir sum studiomusikarar hjá eitt nú Michael Jackson, Elton John, Bruce Springsteen og Madonna, og tí er øll orsøk at rokna við eini tónleika uppliving í serstakliga høgum flokki.

    Framførlslan hjá Toto verður sjálv andi á Stóra palli við Vágsbø, og verð ur tað leygarkvøldið, at serstaki rock urin, har elementir úr poppi og jazzi eisini sleppa framat, fer at floyma yvir stóru fjøldina.

    Við skjótt 40 árum á baki er Toto framvegis virkið á alheims tónleikapallinum. Við løgum sum Hold the Line, Africa og Rosanna eiga teir nøkur av heilt stóru rockhittunum, og tey verða sjálvandi partur av framførsluni leygarkvøldið

    Danski poppprinsurin er til reiðar at fevna Vágsbø

    ROCKUR Í HEIMSFLOKKI

    CHRISTOPHER ER TANN FØDDA POPPSTJØRNAN

    25 ára gamli Christopher er sum skapt ur til altjóða tón leika marknað in. Hann skrivar framúr sangir, syng ur teir fantastiska væl við sínari ljósu og tryggu rødd, dugir sera væl at framføra á palli framm anfyri stórum fjøldum, og so hevur hann útsjónd sum eitt modell.

    Christopher Nissen, sum vaks upp í Kastrup, byrjaði at spæla gitt ar og skriva sangir, longu tá ið hann var 12 ára gamal. Tá ið hann gekk í miðnámsskúla gjørdi hann ófráboðaða vitjan á skrivstov uni hjá plátufelagnum EMI í Keyp mannahavn. Har spældi hann nakr ar sangir fyri teimum og fekk ein sáttmála upp á standandi fót.

    Í 2011 kom fyrsti sangurin hjá Christopher á marknaðin, og Against All Odds streyk inn á hitlist ar nar. Tað gjørdi annar sangurin í røð ini, Nothing In Com mon, eisini. Tá ið fyrsta út gáv an Colours kom á vári í 2012, kundi Christopher stað festa, at hann hevði fing ið fótin fyri seg sum poppsang ari.

    Síðani hevur tað bert gingið ein veg – uppeftir – hjá evnaríka sangar anum við høgu røddini.

    Í 2014 kom fyrsta altjóða gjøgn umbrotið við útgávuni Told You So, sum seldi sera væl og varð so nógv stroymd, at útgávan lá ov ast á danska hitlistanum hjá

    Spotify í heilar sjey viku. Á sosialu miðl un um er poppprinsurin ein veru lig ur kongur, tí hann hevur sera nógvar fylgjarar á Instagram og aðra staðni.

    Christopher ger nú meira og meira um seg uttanfyri Danmark, og sein astu fýra stakløgini hjá hon um, sum eru av seinastu útgávu hansara, Closer, eru útgivin á altjóða marknaðinum.

    Christopher hevur í summar fing ið framúr góð ummæli fyri sín ar framførslur, og tí verður tað spennandi at uppliva hann á landsins størsta tónleikatiltaki fríggja kvøldið.

    PÁLL FINNUR PÁLL

    SIGNAR Í HOMRUM

    Teir eru argandi og fevnandi. Prikandi og skemtandi. Og fram um alt telj ast teir millum stóru føroysku hitt bólkarnar í nýggjari tíð.

    Páll Finnur Páll tók síni fyrstu fet um aldarsskiftið, og síðani 2003 hava teir givið fimm útgávur

    út. Ikki minst tríboksin frá 2009 gav bólk inum veruligt hetjustatus á før oyska tónleikapallinum.

    Sangirnar hjá bólkinum munnu mong kenna rættiliga væl. Sangir sum For elskaður sjón leik ari, Herberg ið, Eg fari mín egna veg,

    Grann in, Mín russ iski vinur og fleiri.

    Páll Finnur Páll hevur øll árini havt eina styrki í at framføra teirra sangir live, og nú kunnu teir aftur upplivast á landsins størsta tónleikatiltaki.

    Signar í Homrum er ein av teimum, sum hevur havt stórar løtur á Summ ar Festivalinum. Signar hev ur spælt í tjaldinum, og har hev ur hann verið serstakliga væl um tóktur. Konsertirnar hjá Signari hava verið eitt óvanlig samspæl mill um tónleikarar og áhoyrarar og telj ast millum tær best eydnaðu á festivalinum. Í ár spælir hann á

    Vágs bøi seint fríggjakvøldið. Signar í Homrum hevur verið

    virk in í føroyskum tónleiki í nógv ár, og hann hevur gjøgnum árini skrivað nógvar sangir, sum føroyingar hava tikið til sín. Signar er eisini ávegis við nýggjari EPútgávu, og onkrir av nýggju sangun um verða eisini spældi á stóra palli hesaferð.

    ÚTGÁVUR HJÁ TOTOToto – 1978Hydra – 1979Turn Back – 1981Toto IV – 1982Isolation – 1984Fahreinheit – 1986The Seventh One – 1988Past To Present - 1990Kingdom of Desire – 1992Absolutely Live – 1993

    Tambu – 1995Toto XX – 1998Mindfields – 1999Livefields – 1999Through the Looking Glass – 2002Live in Amsterdam – 2003Falling in Between – 2006Falling in Betwwen Live – 2007Toto XIV – 201540 Trips Around The Sun – kemur út í 2018

    PARTUR AV FØROYSKU ROCKSØGUNIFyri 20 árum síðani var tað ikki ger andiskostur, at stór útlendsk tón leikanøvn vitjaðu her á landi, og tí var tað einki minni enn ein sensatión, tá tað í 1996 eydn aðist Farcon at toga Toto til Før oya. Talan var um miðvikukon sertir, men tað forðaði ikki fyri at fylla bæði høllina á Hálsi í Havn og ítróttahøllina á Kambs dali, og soleiðis eigur Toto eisini sín part av æruni fyri nýggja tíðarskeiðnum í føroyskari tónleikasøgu, tá tað brádliga eydnað ist at skipa fyri veruligum

    kon sertum, heldur enn “bara” dansi kvøldum.

    Hetta var eitt av fleiri til tøkum, sum Farcon skipaði fyri, men tal an var uttan iva um størsta tón leikanavnið, sum tá hevði sett sín fót á føroyska jørð.

    Farcon er farið í søguna, og kon sertirnar í ítrótahøllum kring land ið eru heldur ikki longur part ur av býarmyndini her á landi. Men Toto er framvegis Toto, og eingin ivi er um, at fleiri av teimum, sum í 1996 vóru á kon sert, eisini verða at síggja á Vágs bøi leygarkvøldið.

  • SUMMAR FESTIVALURIN 2017 10-12/08 10-12/08 SUMMAR FESTIVALURIN 201714 15

    Aftur í ár bjóðar Summarfestivalurin fólki at gista mitt á festivaløkinum. Tjald ingarplássið verður skipað sum ein hugnalig bygd, har pláss er fyri bæði ungum og tilkomnum á grøna øk inum, sum liggur í hjartanum á sjálv um festivalinum.

    Í tjaldbygdini verður møguligt at keypa mat og drekka og annars hugna sær saman við festi valgest um. Hugna liga bygdin verður skip að við tveim um grannaløgum, har familjur og tey meira tilkomnu halda til á øk in um niðan móti stóra tjald inum og tey ungu halda til á økin um, sum ligg ur oman móti stóra pallinum. Mitt í bygdini liggur ein stór tipi, sum eis ini er eitt savn ing arstað fyri øll tey, sum vitja tjaldbygdina. Her ber til at keypa ein góðan morgunmat, tá tú vaknar ella eina heita, lætta og bíliga máltíð, áðrenn tú fert víðari til næstu konsertina. Eisini verður

    skip að fyri smærri framførslum inni í tipi’ini.

    Fyrireikararnir siga, at stórur dent ur verður lagdur á at skapa eitt hugna ligt og innbjóðandi umhvørvið, so leiðis at gestirnir kunnu kenna seg væl allar dag ar nar, meðan festi val ur in er.

    Beint við inngongdina til tjaldbygd ina liggja hitapottar, sauna, djús barr og fleiri smærri sølubásar. Her er eitt sindur av øllum og sambært fyrireikarunum er tjald ing arøk ið ein lítil oasa í øllum tí nógva, sum annars hendir úti á sjálvum festi val økinum.

    Fyri at sleppa inn á tjald ing arøk ið krevst eitt eitt serligt tjaldingararmband. Hetta kann keyp ast á heimasíðuni www.sf.fo, har eis ini ber til at lesa meira um hugna ligu tjaldbygdini í hjartanum á festival in um.

    TJALDBYGDIN – EIN OASA Í ØLLUM MELDRINUM

    www.trygd.fo

    Trygd stuðlar Summar Festivalinum

    Hugsa tú um tíni. Trygd hugsar um teg.

    Navnaarmbond til børnini og hoyrivernd Við kunningardiskin á Summar festivalinum fært tú ókeypis

    navnabond til børnini, har tú kanst skriva navn og telefonnummar á. So er lættari at fi nna hvønn annan aftur.

    Oyruni skulu halda alt lívið. Nýt hoyrivernd, tá ljóðið er hart.

    Trygd letur ókeypis oyraproppar við kunningardiskin, har tú eisini

    kanst keypa góðsku hoyrivernd til børn fyri 100 kr.

    Q: Kann eg taka mat við inn á tjaldingarøkið?A: Ja, tú ert sjálvandi vælkomin at taka mat við

    tær inn á tjaldingarøkið.

    Q: Kann eg taka øl við inn á tjaldingarøkið?A: Ja, tú ert vælkomin at taka drykkivørur

    til egna nýtslu við inn. Tó er ikki loyvt at taka glasfløskur við inn á økið. Rúsevni eru strangliga bannað á tjaldingarøkinum.

    Q: Er loyvt at taka gassbluss o.l. við inn á ølið?A: Av trygdarávum er hvørki loyvt at hava gass

    bluss, bálstað ella opnan eld á tjald ing ar økinum.

    Q: Kunnu vit spæla tónleik inni á tjaldingarøkinum?A: At syngja saman við vinum hoyrir einum

    festivali til, so tú ert vælkomin at taka tína egnu guittar við á tjaldingarøkið. Tó snýr Summarfestivalurin seg fyrst og fremst um livandi tónleik og tí ber ikki til at taka størri annleg (ghettoblastarar o.a., sum spæla harðan tónleik) við inn á økið, tá hetta kann ávirka framførslurnar, sum eru á pallinum beint við tjaldbygdina og eisini hini, sum gista á tjaldingarøkinum.

    Q: Er tjaldingarøkið eisini hóskandi fyri barnafamiljur?

    A: Vit hava havt fleiri familjur við børnum búgvandi á økinum og tað hevur víst seg

    at rigga væl. So ja, vit halda avgjørt, at tjaldingarøkið eisini er hósk andi fyri tykkum! :)

    Q: Ber til at bíleggja sær pláss á familjuøkinum?A: Nei, tíverri ber ikki til at bíleggja sær eitt

    ávíst pláss. Týdningarmikið er tí at koma á tjaldingarøkið í góðari tíð, soleiðis at tit tryggja tykkum eitt hósk andi pláss.

    Q: Hvør er munurin á einum gestaarmbandi og einum vikuskiftisarmbandi?

    A: Við einum vikuskiftisarmbandi til tjald ing ar økið kanst tú seta telt upp allar dagarnar, samstundis sum tú sjálvandi eisini hevur at gongd til tjaldingar ið allar dagarnar. Við einum gesta armbandi kanst tú vitja á tjaldingarøkinum í ein dag, men ikki gista.

    Q: Er nakað aldursmark fyri at sleppa inn á tjaldingarøkið?

    A: Børn undir 14 ár hava bert atgongd til økið saman við vaksnum fólki.

    Q: Hvar kann eg keypa atgongumerki til tjaldingar økið?

    A: Atgongumerki til tjaldingarøkið fáast á heimasíðuni www.sf.fo.

    Q: Nær letur tjaldingarplássið upp? A: Tjaldingarplássið letur upp hósdagin tann 10.

    august klokkan 15.00!

    FAQ UM TJALDINGARØKIÐ

  • SUMMAR FESTIVALURIN 2017 10-12/08 10-12/08 SUMMAR FESTIVALURIN 201716 17

    BEINIR

    VINCENT

    JÓHAN SOLOEYÐUN NOLSØE

    17 ára gamli Beinir hevur síðani barna árini verið virkin sum sangari og tónleikari. Hann var við í Óvita Blues Band, og hann hevur ver ið partur av Kulum Rótum.

    Beinir er nú fluttur heim aft ur til Føroya at búgva, eftir at familj an hevur búð í Spania í trý ár. Beinir var í fjør í studio í Spania og tók 10 sangir upp. Útgávan við hes um sangum kemur væntandi seinni í ár.

    Beinir og bólkur hansara fara á Summar Festivalinum at spæla nøk ur av nýggju løgunum, og hann fer eisini at tríva í onkrar av teim um kendu sangunum – eitt nú Sápubløðran og bluessangin um Neyðars stórabeiggja.

    Vincent er ein av nýggju bólkunum á føroyska tónleikapallinum. Ungi menninir í bólkinum skrivað og spæla egnan tónleik, og teir hava verið at hoyrt á ymiskum kon sertum kring Føroyar seinasta árið.

    Vincent hevur vant á Dáva virk

    inum í Klaksvík, og har eru góð ar umstøður hjá kreativum tón leikar um at byggja ein nýggjan tónleika bólk upp.

    Vincent var fyrr í ár við á tónleika kappingin Sement, og nú eru teir til reiðar at spæla á Summar Festi valinum fyri fyrstu ferð.

    Jóhan Petersen, sum er búsitandi í Danmark, hevur einmansbólk, ið hann kallar Jóhan Solo. Jóhan syngur, spælir gittar og brúkar ymisk slagverk í framførsluni.

    Hann skrivar egnar sangir og er sera dugnaligur gittarspælari. Jóhan spælir eitt bland av fólkatónleiki, blues og rocki.

    Poppsangarin og sangskrivarin Eyð un Nolsøe er millum stóru pro f ilarnar í føroyskum tónleiki. Hann hevur síðani ungdómsárini skrivað og spælt tónleik, og hann er framvegis sera virkin í før oyskum tónleikalívi.

    Fyrstu nógvu árini var Eyðun Nolsøe partur av Frændum, og

    sangirnir, hann skrivaði og spældi, vóru í flestu førum partur av tónleikinum hjá Frændum. Ser liga síðani 90’ini hevur Eyðun Nolsøe eisini framført og útgivið tón leik sum solistur.

    Eyðun hevur gjøgnum árini skrivað sangir sum Mítt Land, 80’ini, Dansa, Til Tey Stressaðu og aðrar,

    og nú er hann aktuellur við nýggjum tilfari. Hann hevur lat ið nýggjan sang frá sær, og ein nýggj útgáva er ávegis.

    Hann hevur eina ta bestu rock røddina í Føroyum og dugir framúr væl at framføra – líkamikið um tað er til stórar festivalar ella smáar konsertir.

    Jens Marni Hansen telist millum teir royndu tónleikararnar á føroyska

    tón leikapallinum. Hann hevur spælt í fleiri ymiskum bólkum og hevur eisini ført seg fram sum solistur – bæði á útgávum og á palli.

    Jens Marni er ein av trúgvu vinun um hjá Summar Festivalinum og hev ur framført fleiri ferðir áður á

    festi valinum. Hansara framførslur hava altíð verið framúr góðar, og tað er hugaligt hjá Summar Festivalinum at bjóða Jens Marna væl komnan á ársins festival.

    Kim Hansen er ein verulig stjørna í før oyskum tónleiki. Hann er framúr sum sangari og klaverspælari, og hansara sangir hava myndað føroyska tónleikapallin í fleiri áratíggju.

    Kim spælir í ár sum solistur á Torginum, og hann fer at tríva í

    sangir, sum hann hevur sungið og skrivað gjøgnum árini. Hetta verður ein av magisku løtunum á Summar Festivalinum.

    Ivaleyst verður høvi til at syngja við til fleiri av landa plág unum hjá Kim Hansen – eitt nú Maria,

    Ein country og western sang og Meistarin.

    JENS MARNI KIM HANSEN

    BENJAMIN RAJANI

    BÁRA SILVANSDÓTTIR

    OLVHEÐIN JACOBSEN

    Eitt av teimum fesku og spennandi nøvnunum á føroyska tónleika pallinum er 22 ára gamli Benja min Rajani, sum fyri tveimum árum síðani byrjaði at skriva sang ir. Í fjør kom hansara fyrsti sangur út, og síðani hevur hann givi ð eina EP út.

    Seinasta útspælið hjá Benjamin Rajani er sangurin Freedom In His Light, sum kom út herfyri.

    Benjamin Rajani er singer/songwriter og skrivar erligar og kenslu ríkar sangir um tilveruna og lívið. Hann dugir væl at framføra sínar sangir live.

    Unga songkvinnan Bára Silv ansdóttir hevur útgivið einstakar sang ir og EPútgávuna Skugg ar. Hon hevur havt nógvar framførslur seinastu tvey árini og eru veru liga á veg fram. Sangirnir hjá

    Báru eru persónligir og byggja á upp livingar og royndir í lívinum. Hon setur orð á tankar og kenslur, og hon hugleiðir um sambond og skilnað.

    Olvheðin Jacobsen hevur verið virkin innan kirkju og samkomur og hevur skrivað fleiri sangir, sum verða sungnir í samkomum. Hann hevur eisini spælt í øðrum samanhangum – eitt nú var hann við í teaturkonsertini Rósu Mariu, og hann sang kór hjá luttakara

    í íslendska Eurovision fyrr í ár. Olvheðin hevur seinastu tíðina gingið á tónleikaskúla í Reykjavík og skal nú fyri fyrstu ferð spæla sum solistur á Summar Festivalinum.

    Nakrar av lívligastu og festligastu framførslunum á Summar Festivalinum hava verið, tá ið Grandma’s Basement hevur spælt í stóra tjaldinum. Klaksvíksbólkurin við teimum fangandi sangunum hevur sum fáur megnað at fingið áhoyrarafjøldina at liva og syngja við.

    – Tá ið vit eru á palli sum Grandma’s Basement, skal tað ikki verða ov seriøst. Tað skal heldur vera fest og ballada, siga tónleikarar í Grandma’s Basement.

    Grandma’s Basement byrjaði sum ein kjallarabólkur, og í 2010 teir fóru at spæla inn og geva út, vunnu Planet Awards, hittaðu við

    fleiri sangum og hava síðani havt herligar framførslur – ikki minst á Summar Festivalinum. Í ár spæla teir á Summar Festivalinum fyri tíggjundu ferð.

    GRANDMA’S BASEMENT

  • SUMMAR FESTIVALURIN 2017 10-12/08 10-12/08 SUMMAR FESTIVALURIN 201718 19

    PALLURIN ER Á SJÓNUMSUMMARLIST Á SUMMARFESTIVALINUM

    Fólk stevna til Klaksvíkar. Og tí verður skipað fyri eini serstakari kon sert á vágni, so tónleikurin fær ljóm að framvið strondini og millum prúðu fjøll ini, sum eru stolti og vakri kamur in um ársins summarfestival.

    Tað verður kendi sjómanssangarin An finn Nielsen og havfrúgvin úr Mikla dali, Ingbjørg Hansen, sum týs kvøldið, saman við øðrum góðum fólki, syngja og seta lív í stóru tónleika veitsluna.

    Hetta kvøldið eru øll vælkomin at lata upp hurðar og vindeygu fyri at hoyra og síggja framførslurnar, spáka framvið hugnaliga sjóv ar málinum ella at loysa bátin og liggja og á damla á sjónum nærhendis flótandi konsertpallinum.

    Fyrilit verður sjálvandi til veður og vind. Men eftir skránni verður tón leikurin frá umleið klokkan 21 til 23 og fyrireikarnir ætla at tann hugna liga framførslan á vágni fer síggj ast og hoyrast væl um gamla fiski vinnu og tónleikahøvuðstað Før oya.

    Við SUMMARLIST 2017 eru lunn ar lagdur undir eitt spennandi mentan ar umhvørvi, sum Posthúsið skal hýsa í framtíðini. Posthúsið verð ur um og afturatbygt og skal hýsa Klaks víkar Sjónleikarafelag, Klaksvík ar Hornorkestri, tónleikarum, Norð oya Listafelag og eisini skal býráðs salurin vera í hesum spenn andi húsi, sum eftir ætlan skal standa lið ugt til endamálið í 2019.

    So sigast kann, at býráðið hevur við keypinum av Posthúsinum, sum annars verður 50 ár í ár, lagt lunnar undir eina nýggja ment an ar liga kós. Posthúsið, við einari størri

    uppíbygging, fer í framtíðini at hýsa einum stórum parti av ment un arlív in um í býnum. Her fer listafelag, sjón leika felag og tónleikur av ymisk um slag at húsast, her verður stór ur pallur til framførslur og ymisk høl ir til framsýningar o.a.

    Við SUMMARLIST 2017 vóna vit at skumpa undir góða listarliga rákið, hús ið letur upp fyri. SUMMARLIST 2017 fevnir um eina framsýning á tveim um ymiskum støðum.

    Á øðrum staðnum – á Loftinum á Kunningarstovuni – Isenkram, er aft ur lítandi framsýning við for kunnugum verkum eftir listafólkum úr

    Norð oyggjum, sum ikki eru ímillum okk ara longur.

    Samtíðarlistin er í Posthúskjallar anum og eru framsýningarnar opn ar alla summarfestivalvikuna – frá mánadagi 7. august til og við leyg ar dag 12. august kl. 1316.

    Tú kanst ogna tær atgongumerki á kr. 50, í øðrum staðnum og síggja báð ar framsýningar við hesum sama at gongumerki.

    Annars er framsýningin opin til og við Sjómannadagin 19. august – somu tíðir.

    Sørvingurin Holgar Jacobsen er sera virkin tónleikari. Umframt at spæla við bólkum sum Tinganest og Vestmonnum, spælir hann sera nógv sum solistur og hevur givið fleiri fløgur út. Hann telist millum trúgvastu troubadourunum

    í Føroyum, og hann er sum spælimaður støðugt á ferð kring landið. Nú fer Holgar at spæla fyri fyrstu ferð sum solistur á Summar Festivalinum.

    Orkestrið Blue Coat Brass Band spælir lívsglaðan og festligan gøtutónleik. Løgini eru ein samanrenning av New Orleans tónum, funk, soul og hiphop, og so hevur tónleikurin eisini føroyskar rútmur

    og huglag yvir sær. Blue Coat Brass Band skapti fantastiskan stemning á Summar Festivalin í fjør, og fyrireikararnir fegnast um, at teir koma aftur á festivalin í ár.

    Øllum verður ynskt ein góðan Summarfestival

    Sp/f H.J. Asfalt · undir Hálsi 63 · FO-700 Klaksvík Tlf. 458800 · Fax. 456850 · www.hj.fo

    HOLGAR JACOBSEN

    BLUE COAT BRASS BAND

    Ein partur av einum góðum festivali er matur og drekka, og har verður nógv gott at velja ímillum á Summar Festivalinum.

    Umframt sølubúðir við pizza, sushi, tvíflísum og annað, verða eisini aðrir møguleikar at fáa sær okkurt til matna.

    Sjarmerandi Fisk & Kips bilurin verður á festivalinum við fyrstafloks føroyskum toski, heimagjørdum ertramorli, coleslaw og teimum bestu kipsunum.

    Eisini ber til at fáa stóru ensku eplini, bakað í sergjørda enska ovninum, við heitroyktum føroyskum laksi ella chili con carne.

    Fríggjadagin og leygardagin verður eisini grillað lamb við øllum tí góða afturvið. Grilluna finnur tú í garðinum við Telebúðina um nátturatíð. Gevið gætur, avmarkað nøgd!

    No12 verður eisini á festivali við nýpressaðum djúsi og tvíflísum, og har kanst tú fáa eina góða byrjan upp á dagin við einum ingiferskoti.

    NÓGVUR GÓÐUR MATUR AT FÁA

  • SUMMAR FESTIVALURIN 2017 10-12/08 10-12/08 SUMMAR FESTIVALURIN 201720 21

    SUMMARVIKA Í KLAKSVÍKLegubál, fiskasøla, talvkapping og al tjóða sálmakvøld. Hetta eru bert nøk ur av teim mongu tiltøkunum, sum koma at seta dám á Klaksvík í vik uni áðrenn Summarfestivalin.

    Festivalklæðir, fimleikur og feskur fiskurFyrst í vikuni bjóðar Leikalund hugna liga og skapandi workshop, har tú kanst gera tíni egnu festi val ella karnevalklæðir. Unn Bald ursdóttir, klædnasniðgevi og Fía Heinesen, tekstilmiðlari, fara at vísa tær, hvussu tú kanst gera tær einar lekrar, slitnar kovboybuksir ella eina ráa tblusu, umframt at tað eisini ber til at gera lekkur pannubond og scrunchies. Í Miðstovu verður har um framt skip að fyri hugnaligari kafé, með an gamli handilin í Leikalund er opin.

    Mánadagin bjóða venjarar frá Íðka eisini øllum áhugaðum til ein uttandura tíma við BodyFlow. Hetta er ein tími settur saman við yms um rørsl um frá yoga, thai chi og pilates og verður hesin tímin hildin í vøkru og hugnaligu viðarlundini úti í Grøv. Aftaná at hava strekt og bent kroppin kanst tú so hóskandi spáka tær ein túr út í Klaksvíksgarðin, har lokalir út róðr ar menn selja feskan fisk á keikantinum. Til ber eisini at grilla fiskin við vegleiðing frá garvaðu monn unum, sum plaga at verða bæði stuttlig ir og prátingarsamir.

    Seinni um kvøldið bjóða leikar arnir á Effoliðnum hjá KÍ øllum børn um í býnum at taka myndir, fáa auto grafar og at spæla dyst móti stjørnu leikarunum sjálvum. Hetta verð ur alt á vøllinum mitt í býnum.

    Legubál, altjóða sálmakvøld og konsert á vágniTýskvøldið bjóða gamlir skótar øllum í býnum at vera vælkomin til legu bál á Akursmørk. Tá fara vit at sita kring legubálið og syngja góðar og kendar skótasangir. Skótarnir lata heilsa, at fólk eru vælkomin at taka termokannu og sitiundirlag við, eins væl og gamlir skótar eru vælkomn ir at lata seg í skótabúnan, sum ann ars bara hongur til prýðis heima í onkrum skápi.

    Sama kvøld bjóðar Christi anskirkj an til altjóða sámlakvøld, har sálm ar úr sálmabókini og enskir sálm ar verða sungnir, umframt at vit eisini syngja vit barnasangir úr nýggja sálmaískoytinum. Aftaná sang løtuna bjóðar kirkjuráðið ein drekka munn í kirkjukjallaranum. Kvøld ið endar á stuttligan hátt við eini ókeypis konsert á vágni, har fest ligir tónleikarar fara at gera

    kvøld ið til nakað heilt serligt fyri okk um øll.

    Kópakonan, bootcamp og karnevalMikudagin skipar Fullpower Føroyar fyri øðrvísi bootcamp á Akursmørk við avbjóðandi og festligum venjing um, har øll kunnu luttaka. Vilt tú hin vegin sleppa undan at sveitta, so kanst tú leita tær niðan til tjørnuna uppi á Hálsi, har Norðoya R.C.felag bjóðar áhugaðum at sigla við model bátum. Ynskir tú hinvegin okk urt garrvilt, so ber til at fara við RIBbáti antin út á kallin ella at vitja vøkru kópakonuna, sum so spelkin stendur og bíðar eftir tær. Tú kanst eisini gera álvara av fjallaklintraradreyminum og fara við Extreme Faroe Islands upp á Øldina, sum er ein drangur norðan fyri Kun oy.

    Hetta kvøldið endar við einum stutt ligum og øðrvísi karnevali, sum Summ arfestivalurin skipar fyri. Karne valið byrjar úti í Klaks víks garðinum og endar á Akursmørk við tónleiki og fýrverki og eru øll vælkomin at lata seg í stuttlig klæðir og at taka ljóð føri av ymsum slag við, so at kvøld ið verður so stuttligt, festligt og frískt sum yvirhøvur til ber.

    Morgunfimleikur, framsýningar og ferniseringarHósmorgunin byrjar við morg unfimleiki á Akursmørk saman við venj arum frá Fullpower Føroyar og so ert tú eisini til reiðar til dagin, har Summ arfestivalurin av álvara byrjar. Tað er í dag, at allar konsertirnar byrja, men møguliga tú líka fært

    tíð til at vitja listaframsýngina við Anker Eli Petersen, sum letur upp í Spania stovu. Seinni um kvøldið bjóð ar íslendski Performance Art – bólk ur in CGFC til eina øðrvísi framsýn ing í gomlu brandstøðini og so ligg ur kvøldið jú mest sum púra opið við fleiri konsertum inni á sjálvum festi val øk inum.

    Fríggjadagin er aftur fernisering á skránni; hesuferð er tað lista framsýningin við íslendska lista mann inum Þorlákur Kristinsson, sum letur upp í Gamla Seglhúsinum.

    Uttandura talv og skapandi myndlistaverkLeyg ar dagin endar skráin fyri Summ ar vikuna. Tá ber til at fara til hugnaligt simultantalv, har stórmeist ar in Helgi Dam Ziska bjóðar av. Eisini ber til at fara til orkufulla og áhugaverda uttandura konsert við ON MASS Føroyar, har 30 ungir tón leik ar ar fara at spæla fyri okkum. Hesi hava í eina viku verið á spennandi verk skeiði við yrkistónleikarum úr Bret landi og Føroyum og verður før oyski verkstaðsleiðarin, Marius Ziska, eisini við á konsertini, har hann fer at framføra nøkur av sínum løgum. Konsertin verður í hugnaligu tjaldbygdini á Akursmørk, har ókeyp is atgongd er hesa løtuna. Tað er Norðurlandahúsið, sum, sam an við The Roundhouse í Londin, skipar fyri hesi konsertini. Til sein ast kanst tú so spáka tær ein túr út til betonggarðin niðan fyri gomlu sýslumanshúsini. Her hevur lista maðurin Jan Nystrøm við sínum eyð kenda penslastroki seinastu dag ar nar umskapað gamla garðin til eitt satt myndlistaverk.

    Nú ber til at hita upp til Summar Festivalin við millum annað karnevali, fiskasølu, konsert á vágni, legubáli og altjóða sálmakvøldi

    UPP OG AFTURLATINGARTÍÐIR Í KLAKSVÍKSvimjihøllinmánadag. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .06.45 08.45týsdag . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .06.45 19:00mikudag . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .06:45 17:00hósdag. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .06:45 17:00fríggjadag . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .06:45 19:00leygardag . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . (pens.) 09:00 10:00leygardag . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .10:00 17:00sunnudag . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .08:00 10:00sunnudag . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .14:00 16:00

    Norðoya Kunningarstovamána til fríggjadag . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .09:00 17:00leygardag . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .10:00 14:00

    Norðoya Fornminnasavnmána til fríggjadag . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .13:00 16:00

    Summarlist í posthúskjallaranummána til leygardag . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .13:00 16:00

    Summarlist í Isenkram (á loftinum í Kunningarstovuni)mána til leygardag. . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .10:00 16:00

    Christianskirkjanmána til fríggjadag . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .10:00 16:00

    Bókasavniðmána til fríggjadag . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .13:00 18:00leygardag . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . . .10:00 13:00

  • SUMMAR FESTIVALURIN 2017 10-12/08 10-12/08 SUMMAR FESTIVALURIN 201722 23

    SILVALAND TIL BØRNINIÍ ár er Silvalandið á tremur við aktivitetum og undir haldi til teir yngru gestirnar. Silvaland fær eisini forvitnisliga vitjan av Beinir, Mariu á Lakjuni, Kulum Rótum, Bubu og fleiri

    Silvalandið á Summar Festivalinum verður aft ur í ár stórt og umfatandi og fer at bjóða yngstu festivalgestunum aktivitetir, und ir hald og tónleik í tríggjar spennandi festi val dagar. Silvalandið heldur til í KÍhøllini og Bad minton høllini, sum eru samanbygdar.

    Silvalandið er fyri teir yngru festivalgestirnar – fyri børnini og familjurnar – og øll, sum hava armband til Summar Festivalin, sleppa at brúka Silvalandið ókeypis. Við góðum stuðli frá Norðoya Sparikassa ber til at lata fam iljun um hetta óføra festivaltilboðið.

    Opið um daginSilvaland er opið hósdagin, fríggjadagin og leyg ar dagin. Opið er frá tíðliga seinnapartin til nakað út á kvøldið.

    Hósdagin kl. 14.00 bjóðar Silvi øllum børn

    um vælkomnum í Silvaland, og síðani verður gongd sett á virksemið í barnalandinum. Bubu vitja, og konsert verður við Kulum Rótum. Eisini vitja Kaptain Gardar og Stampe, og barnadans ur og føroysk spøl standa á skránni. Rund að verður av við felagssangi beint fyri kl 20.00, tá ið Silvalandið letur aftur.

    Fríggjadagin verður latið upp aftur kl 14.00, og hendan dagin ber eitt nú til at fara á kon sert við Mariu á Lakjuni, og so ber eisini til at uppliva víkingar takast í leikum.

    Leygardagin verður byrjað við konsert kl. 14.00, og tá verður Trølla Pætur á pallinum. Bubu og børn úr Sørvági fara at syngja og undir halda, og Kular Røtur og Maria á Lakjuni hava eis ini framførslur.

    Tað verða tríggir spennandi dagar við nógvum aktivitetum og undirhaldi í Silvalandi.

    2017

    KÍ-høllin & BadmintonhøllinÍ tríggjar dagar bjóðar SILVALANDIÐ føroyskum festivalbørnum spenn andi og gott undirhald. Í ítróttarhøllunum vera hoppiborgir, stórir bóltar, andlitsmáling, sansirúm, teknistova, fitt og stuttlig toydýr, fram førslur, livandi sangur og tón leikur, kappingar, klovnarí, skemt, hugni og góð samvera.

    Við høvuðsinngongdina til Badminton høllina verður spæli pláss, súkklubreyt og hesta ríðing. Og í Føroya størsta spælilandi fæst okkurt leskiligt at drekka og til matna.

    Hósdagin 10. august14.00 Silvi og vinir bjóða vælkomin15.00 BUBU vitjar 17.00 KONSERT: Kular Røtur 18.00 Kaptain Gardar og Stampe19.00 Føroyskur spøl og

    barnadansur19.45 Felagssangur og góða nátt

    Fríggjadagur 11. august14.00 Silvi og vinir bjóða vælkomin15.00 Víkingaleikur16.00 Kapain Gardar og Stampe17.00 KONSERT: Maria á Lakjuni 19.00 Føroysk spøl og barnadansur19.45 Felagssangur og góða nátt

    Leygardagin 12. august14.00 KONSERT: Trølla Pætur 15.00 BUBU og Børn úr Sørvági 16.00 Víkingaleikur17.15 Kular Røtur & Maria á Lakjuni19.00 Føroysk spøl og barnadansur19.45 Felagssangur og góða nátt

    Silvalandið heldur til í KÍ-høllini og Badmintonhøllini. Sera nógv verður gjørt burturúr, og allir festivalgestir kunnu ókeypis fara í Silvaland, uppliva undirhaldið og brúka aktivitetirnar har

  • SUMMAR FESTIVALURIN 201724 10-12/08

    KUNNGERÐ UM FERÐSLUá SummarfestivalinumMeðan Summarfestivalurin er, verður ferðslan kring miðbýarøkið í Klaksvík umskipað.Fyrireikingarnar byrja mánadagin 7. august, og verður øll vika 32 merkt av umleggingum av ferðsluni.Mánamorgunin 14. august kl. 6.00 verður ferðslan aftur sum vanligt.

    Bøgøta: Millum Oman Eið og Fossagøtu: Einvegis norðureftir – Frá Fossagøtu og norðureftir: Ongin ferðslaNýggivegur: Millum Fossagøtu og Oman Eið: Einvegis suðureftir Gerðagøta: Frá rundkoyringini til Jógvan Waagsteinsgøtu: Ongin ferðsla Heygavegur: Millum Ziskagøtu og Gerðagøtu: Einvegis suðureftir Uppsalagøta: Millum Vágstún og vegkrossin Uppsalagøta/Nýggivegur: Ongin parkeringNeyðsendaraleiðin: Gjøgnumkoyrandi - ongin parkering framvið vegsíðuni Busssteðgistøð: Steðgistøðini hjá Bygdaleiðum eru á Borðoyarvík og á VarpabrúnniHúsvognar: Loyvt er ikki at parkera húsvognar á almennum parkeringsøkjum ella framvið almennum vegi. Norðoya Kunningarstova ávísir pláss til húsvognar – telefon 456939 ella [email protected]úsvognaøkið: Tilkoyring til økið í miðbýnum er frá Klaksvíksvegi og annars sambært appilsingulu punkteraðaru linjuni á kortinumHýruvognaparkering: Frá íbindingini við Norðoya Kunningarstovu á Biskupsstøðgøtu og á økinum vestanfyri Gamla Kirkjugarð

    Vinarliga vísið varsemi í tíðarskeiðnum, ferðslan er ávirkað

    Klaksvíkar kommuna I Nólsoyar Pálsgøta 32 I Postboks 2 I 710 Klaksvík I Tlf. 41 00 00 I [email protected] I www.klaksvik.fo

    Neyðug skeltiverða sett upp

    Klaksvíkar BýráðFerðslunevndin