Skrá fyri busstúrin til Prag

3
SUNNUDAGUR 12. JUNI 2016 Fráferð Tórshavn kl. 23.30 MÁNADAGUR 13. JUNI 2016 Kunnandi fundur um túrin kl. 14.00 TÝSDAGUR 14. JUNI Koma til Hirtshals kl. 09.30. • Koyrt verður víðari móti Hannover, har gist verður á Hotel Wyndham Hannover Atrium MIKUDAGUR 15. JUNI 2016 Koma til Prag, hentar upplýsingar, kvøldarmáltíð • Hotel AXA*** www.axa-hotel.cz, nýumvælt trýstjørnað gistingarhús í nýggja býarpartinum • (Nove Mesto) í miðbýnum - við 1 støðgi, við sporvogni til Republik plássið (Krúttornið, Fólksins hús, Palladium, keypsskáli), tríggir støðgir til Vaclavplássið (handils og náttarlív). 5 min. til gongu til Rep.plássið, 15 min til Ráðhúsplássið. Gistingarhúsið er í handilsgøtuni. Tað eru svimjihylur og venjingarhøll í húsinum fyri eitt eyka gjald. Gistingarhúsið er í 30 ára sniði. Bussskýli er 3 min. til gongu frá gistingarhúsinum. Skrá Busstúrur til Prag 12. juni - 22 juni

description

 

Transcript of Skrá fyri busstúrin til Prag

Page 1: Skrá fyri busstúrin til Prag

SUNNUDAGUR 12. JUNI 2016Fráferð Tórshavn kl. 23.30

MÁNADAGUR 13. JUNI 2016Kunnandi fundur um túrin kl. 14.00

TÝSDAGUR 14. JUNIKoma til Hirtshals kl. 09.30.

• Koyrt verður víðari móti Hannover, har gist verður á Hotel Wyndham Hannover Atrium

MIKUDAGUR 15. JUNI 2016Koma til Prag, hentar upplýsingar, kvøldarmáltíð

• Hotel AXA*** www.axa-hotel.cz, nýumvælt trýstjørnað gistingarhús í nýggja býarpartinum • (Nove Mesto) í miðbýnum - við 1 støðgi, við sporvogni til Republik plássið (Krúttornið, Fólksins hús, Palladium, keypsskáli), tríggir støðgir til Vaclavplássið (handils og náttarlív). 5 min. til gongu til Rep.plássið, 15 min til Ráðhúsplássið. Gistingarhúsið er í handilsgøtuni. Tað eru svimjihylur og venjingarhøll í húsinum fyri eitt eyka gjald. Gistingarhúsið er í 30 ára sniði. Bussskýli er 3 min. til gongu frá gistingarhúsinum.

SkráBusstúrur til Prag12. juni - 22 juni

Page 2: Skrá fyri busstúrin til Prag

• Koma til gistingarhúsið seint seinnapartin • Innskriving á gistingarhúsinum • Ferðaleiðarin hjápir við at innskriva, veksla pening til ein góðan kurs. Høvi er at veksla allar dagar, síðsta dagin kann man veksla aftur til egið gjaldoyra. HÓSDAGUR 16. JUNI 2016Rundvísing í Prag – Gamli býarparturin, siglitúrur á Moldau við buffet

• Morgunmatur á gistingarhúsinum • 09.00 Gongutúrur í býnum – vit vitja gamla býarpartin og koma framvið eitt nú Krúttornið, Karlsbrúnna, Ráðhúsplássið, Tynkirkjuna og jødiska býarpartin. Vit steðga á Cafe Mozart www.cafemozart.cz á Ráðhúsplássinum, har til ber at keypa sær kaffi/køkur við útsýni yvir víðagitna Astronomurið. • Frí seinnapartin • 19 – 22. Siglitúrur á Moldau ánni við buffet og harmonikutónleiki. Túrurin er í 3 tímar um Porto Natal www.plavby-vitava.cz/lod-porto. Vit njóta góðan mat, tónleik og øll merkisstøð framvið ánni, ferðaleiðarin sigur frá.

FRÍGGJADAGUR 17. JUNI 2016 Krystal-verksmiðja Ruckl, Karlstejn, felagskvøld í tjóðskaparmatstovuni (folklore) Umarcanu

• Mogunmatur á gistingarhúsinum • 09.00 vit fara við bussinum einar 40 km til bygdina Nizbor, vestan fyri Prag. • Rundvísing á Krystal-verkssmiðjuni Ruckl www.ruckl.cz – blásarí, slíping, steðga í uml. 35 min. • Frí til kaffi og innkeyp í sølubúðini á verksmiðjuni – útsøla fyri fabriksprísir. • Aftaná koyra vit 16 km, eitt nú framvið Berounka ánni til bygdina Karlstejn. Vakra, náttúrruríka umhvørvið Karlstejn er ein hugnalig lítil bygd – einamest vitjað av tjekkiskum ferðandi. M.a. er eitt barnaævintýrslott at síggja, frá 13 hundraðtalinum www.hradkarlstejn.cz • 13.00 Millummáli í Karstejn í eini veiðumannamatstovu U Janu: Á matarskránni – villsvín, goulash, ísdessert og kaffi. • 2 tímar frí – hugni, møguleiki at fara til handils, har ein kann keypa bíligt krystal og aðrir minnislutir – møguleiki at spáka ein túr til slottið Karlstejn. • Leiðin gongur aftur til Prag kl. 17.00 • Stundir til hvíld á gistingarhúsinum. • 19.00 við bussinum til Restaurant U Marcanu www.umarcanu.cz – vælkomstdrykkur, 3-rættað matarskrá, kaffi, 1 glas champagna, vín/øl eftir tørvi, góður tónleikur, skrá við sangi og dansi, møguleiki at fáa sær ein sving om, sera gott undirhald og huglag. • kl. 23 eru vit aftur á gistingarhúsinum

LEYGARDAGUR 18. JUNI 2016Rundvísing á Fólksins Húsi www.en,wikipedia.org/wiki/Municipal_House

• 1 ½ tími. Fólksins Hús er av teim mest hugtakandi bygningunum í Tjekkia, sum er í jugenstíli. Undir framvísingini fáa vit at síggja, ein av bestu konsertsalunum í øllum Tjekkia, umfram onnur tignarlig rúm – ótrúðliga stórbært.... • Við bussinum til Borg umráðið • 12.00 Millummáli í Strahov Kloster www.strahovskyklaster.cz í matstovuni www.peklo.com, sum er aldargamal vínkjallari - høgdur inn í klettin fyri 900 árum síðani. Matarskrá: Viðskera-borðiskur, eplakøka, kaffi + køka • Til gongu igjøgnum Borg-umráðið – lítil rundvísing í Prag-Borg bygningunum útsýnið yvir allar 3 borgargarðarnar og Skt. Vitus katedralin.... • 16.00 við bussinum, aftur til gistingarhúsið • Hvíldarstund / frí • 19.00 við bussinum til Vatnorgulið http://www.krizikovafontanacz • 19.30 kvøldarmáltíð í økismatstovuni Prazan www.restaurantprazan.cz, 300 m frá Vatnorglinum. 3 rættað matarskrá

Page 3: Skrá fyri busstúrin til Prag

• 21.00 – Vatnframsýning – vatn, tónleikur, ljósspæl. Ein stórsligin uppliving. Framsýningin varðar í uml. 40 min. Farið verður aftur á gistingarhúsið umleið kl. 22.15 Annar valmøguleikin til rundvísan í Fólksins Húsi - ella at fara til handils á Gula Marknaðinum (eftirgerð av merkjavørum)

SUNNUDAGUR 19. JUNI 2016Theresienstadt

• Morgunmatur á gistingarhúsinum • 09.00 við bussinum 60 km til Theresienstadt – ein skansi frá 1790. Partur av skansanum Theresienstadt varð undir 2. Heimsbardaga brúktur, sum Gestapo fongsul og ein partur varð brúktur til jødiska gjøgnumfarslegu. 150000 jødar vórðu fluttir umvegis henda skansa til týningarlegur. • Rundvísing í Stóra og Lítla skansanum. uml. 2 ½ tími • Felags miðmáltíð í Kuta Hora • kl. 16.00 gongur leiðin aftur til Prag

MÁNADAGUR 20. JUNI 2016

• Fráferð av gistingarhúsinum tíðliga á morgni. Koyrt verður aftur móti Hirtshals, har gist verður á Skaga Hotel.

TÝSDAGUR 21. JUNI 2016

• Fráferð Hirtshals kl. 11.30

MIKUDAGUR 22. JUNI 2016

• Leggja at bryggju í Tórshavn kl. 17.30