Nýbrot: Fakfeløg geva út blað í felag Føroya Skipara ... · alduorku, trimskipan til skip,...

36
MIÐ & MAGN Føroya Skipara- og Navigatørfelag & Maskinmeistarafelagið Nr. 1 • Apríl 2009 Nýbrot: Fakfeløg geva út blað í felag

Transcript of Nýbrot: Fakfeløg geva út blað í felag Føroya Skipara ... · alduorku, trimskipan til skip,...

MIÐ&MAGNFø

roya

Ski

para

-og

Nav

igat

ørfe

lag

&M

aski

nmei

star

afel

agið

Nr. 1 • Apríl 2009

Nýbrot:Fakfeløg geva út blað í felag

2 � Mið & Magn • 1–2009

ÚTGEVARIFøroya Skipara- og Navigatørfelagog Maskinmeistarafelagið gevaMIÐ & MAGN út í felag.Blaðið verður sent limunum.4 útgávur eru um árið.

BLAÐNEVNDEyðstein Djurhuus (ábyrgd).Regin Nónstein.Páll Hansen.Jóan Petur Patursson.

MASKINMEISTARAFELAGIÐGrønlandsvegur 58Postboks 3238110 TórshavnTelefon 31 47 18Teldupostur: [email protected]

FØROYA SKIPARA- OGNAVIGATØRFELAGJekaragøta 10Postboks 248110 TórshavnTelefon: 31 69 73Teldupostur: [email protected]

BLAÐHALDTey, sum ynskja at haldaMIÐ & MAGN kunnu boða fráhesum í teldupost til:[email protected]ð er 200,- kr.um árið; t.v.s. 4 bløð.

ENDURGEVINGTað er loyvt at endurgevatekst úr MIÐ & MAGN, tákeldan verður upplýst.MIÐ & MAGN kann heintastí PDF á heimasíðunum hjáfeløgunum:www.mf.fowww.fsn.fo

UMSITINGSnæbjørn í [email protected]

PRENTSpf. Gramar | www.gramar.fo

UPPLAG: 2.000

Samstarv gevur nýggjarmøguleikar

MIÐ & MAGN er limablað hjá Maskinmeistarafelagnum og Føroya Skipara-og Navigatørfelag. Flestu størru fakfeløg geva limabløð út, og endamálið ersjálvsagt at kunna limirnar um viðkomandi mál.Feløgini hjá okkum, eru hvør sær í minna lagi til egna blaðútgávu, men tá

vit fara í gongd við hetta saman, verður uppgávan lættari. Eisini vænta vit, atblaðið gerst meira fjøltáttað og áhugavert fyri limirnar í báðum feløgunum.Feløgini hava sum heild sama virkisøki. Vit umboða skipsyvirmenn á

bæði fiski- og handilsskipum. Maskinmeistarafelagið hevur eisini rættuliganógvar limir, sum starvast á landi. Feløgini hava tilsamans meira enn 1.000virknar limir, harumframt 750 hvílandi limir. MIÐ & MAGN verður eisinisent til stovnar, felagsskapir og onnur áhugaði. Samlaða upplagið er 2.000eintøk, so tað áliggur ein skylda á okkum, at MIÐ & MAGN hevur eina ávísadygd.Ein íognarsáttmáli er gjørdur millum feløgini um MIÐ & MAGN, ein blað-

nevnd við tveimum umboðum fyri hvørt felag er sett. Avtala er gjørd viðSnæbjørn í Dali um at samskipa tey praktisku viðurskiftini. Sjálvt um MIÐ &MAGN gevur feløgum eyka arbeiði og útreiðslur, so eru vit farnir ígongd viðgóðum treysti. Vit vóna, at limirnir fara at taka væl ímóti MIÐ & MAGN.Fakfelagsarbeiði er ikki bert sáttmálasamráðingar og innheinting av lønar-

krøvum. MIÐ & MAGN skal tí eisini greiða frá øðrum, sum vit fáast við. Taðer ikki ætlanin, at blaðið bert skal brúkast til fakfelagspropaganda, men held-ur til at lýsa viðkomandi viðurskifti, við opnum sinni. Tí hava vit valt, atbrúka royndar tíðindamenn, til at skriva greinar til blaðið. Smærri tíðinda-stubbar skriva vit sjálvir.Øll byrjan kann vera torfør, og okkum tørvar royndir á hesum øki. Møgu-

liga kunnu koma broytingar í sniði og innihaldi ta fyrstu tíðina. Endamálið erat veita eina betri limatænastu, tí er neyðugt at limir okkara koma við við-merkingum og góðum hugskotum til MIÐ & MAGN.Eftir ætlan skal MIÐ & MAGN koma út fýra ferðir um árið.VitMiða ímóti atMegna at fáa næsta blaðið út í juli mánað.

Vegna Føroya Skipara- og Navigatørfelag ogMaskinmeistarafelagið

Eyðstein Djurhuus ábyrgdarblaðstjóri

Mið & Magn • 1–2009 � 3

Innihald

Samstarv gevur nýggjar møguleikar 2Tommy rekur fyri FAS 4Sporførisskipanin er ár framman fyri sína tíð 6Landgrunssjógvurin er uppvakstrarøki hjá toski 8Páll skal leiða Maskinmeistarafelagið tvey ár afturat 10Umhvørvisráðstevna 13Navigatørurin í brennideplinum 14Fotokapping 14Føroyskt Maritimt Forum stovnað 15Tann fyrsti litti eisini tann fyrsti grøni 16Kollvelting í bila- og vindmylluídnaðinum 18Obama skumpar undir elbilarnar 20500 vindmyllur fyri 20 milliardir krónur 21Páll Hansen formaður í Maskinmeistarafelagnum 22Navnið „Mið & Magn“ 25Tíðindi frá Skipara- og Navigatørfelagnum 26Samstarvsavtala við Søfartens Ledelse 29Tíðindi frá Maskinmeistarafelagnum 30Ongin má gerast sjúkur av sínum arbeiði 33Nú kreppan herjar 33Rock og Rock Trawldoors í Vági hava úr at gera 34

Samstarvsavtala við Søfartens Ledelse s. 29 Rock og Rock Trawldoors s. 34

Tann fyrsti litti eisini fyrsti grøni s. 16

Páll skal leiða Maskinmeistarafelagið s. 10

Navnið „Mið & Magn s. 25 Føroyskt Maritimt Forum stovnað s. 15

4 � Mið & Magn • 1–2009

Ein føroysk farmavinna saman við einialtjóða skipaskráseting var longu í áttati-árunum mett at kunna gerast ein berandivinna í føroyska búskapinum. Eftir tærfyrstu royndirnar við Føroysku AltjóðaSkipaskránni sást kortini skjótt, at tað varikki sum at siga tað at bjóða teimum stóruav. Føroyska skipanin var ov stirvin, met-ingin av føroyska umdøminum lá til eittflagg í hálvari stong og í nógv ár hava vitsæð eina til- og frámelding av hálvgoml-um farmaskipum.Fleiri ferðir hava glottar verið at hóma

við politiskum lyftum um at gera ábøturá skipanina. Vinnan hevur gingið undan,

men tað tykist, sum nógvir av politikar-unum ikki hava fatað, at skal skipaninvera kappingarfør, er neyðugt við minstlíka góðum sømdum, sum grannalanda-skipaninar bjóða.Tað eru bara fáir mánaðir síðani, at tað

illa loysti seg at vera mynstraður við ein-um FAS-skipi, tí á botnlinjuni vóru 6000-7000 krónur minni eftir hjá føroyskumFAS-siglandi, sammett við tað, sumgrannalondini kunnu bjóða. Sjálvt einútlendingur, sum sigldi í FAS-skipanini,fekk 4.500 krónur netto meira um mán-aðin, enn ein føroyingurin við samaførleika á somu brúgv.

Tá hóttu føroysk reiðarí og feløg við, athendu ikki broytingar, rýmdu 30 skip úrFAS. Formaðurin í Reiðarafelagnum fyriFarmaskip, Anfinn V. Hansen, segði, atføroyska skattaskipanin var størsta forð-ingin fyri, at FAS virkaði sum ein heildar-skipan. Hann tosaði um eina beinleiðisdiskriminering av føroyskum manning-um.Stutt sagt hevur politiska undirtøkan

verið ov lítil til at friður fekst um skipan-ina, so FAS kundi fara eftir teimum stórufiskunum. Lógarverkið fyri skipanina varsomuleiðis spjatt við vantandi gjøgnum-skygni. Tey, sum høvdu brúk fyri tænast-um, máttu fara á fimm til sjey støð, ístaðinfyri at alt varð savnað á einum stað.

Trýst elvdi til lógarbroytingMen í 2008 hendi nakað. Fleiri ráðstevn-ur vóru um shipping og Maritimt Forumvarð stovnað. Øll vinnan hevur tikið stigtil hendan Sjóvinnupallin, og talsfólkinihava dugað væl at borið boðskapin fram.Meðan fyrireikingarnar vóru at stovnaSjóvinnupallin, bleiv Tommy Petersensettur sum stjóri í FAS, samstundis sum

Við nýggjastu skattabroytingini fyri FAS, tykjast friður ognøgdsemi at valda yvir Føroysku Altjóða Skipaskránni. Ogvið øðrvísi bygnaði og dugnaligum stjóra, eru nú umsíðirverulig útlit fyri, at tað fer at eydnast at reka nøkur góðreiðarí inn um landoddarnar, so nakað fer at síggjast afturí samfelagsbúskapinum. Fyrstu ábendingarnar fáa vitlongu um ein til tveir mánaðir, tá donsk reiðarí fara atboða frá sínum áhuga fyri skipanini.

Tommyrekurfyri FAS

Tommy Petersen

Mið & Magn • 1–2009 � 5

umsitingin av skipanini varð samansjóðaðá Skráseting Føroya.Trýstið frá vinnuni á politisku skipan-

ina gjørdi, at skattligu avlagingarnar fyriføroyingar í FAS vóru tiknar av. Orsøkintil, at føroyingar leingi høvdu minni eftirav nettolønini, enn útlendsku starvsfelag-aðarnir, var at føroyingar fingu 5-7 prosentminni í afturbering, enn tað, sum útlend-ingar á somu skipum tilsvarandi fingu ísínum skipanum.Lógarbroytingin 1. januar í 2009 førdi

við sær, at meðan reiðaríini framman und-an høvdu fingið 28 og seinni 30 prosent íafturbering, so fáa tey nú 35 prosent end-urgoldið. Sagt á annan hátt, rinda sjó-menn undir FAS 35 prosent í skatti, menav tí, at hesir sjómenn eftir føroysku skip-anini rinda 35 prosent skatt í Føroyum,mugu reiðaríini leggja 35 prosent oman álønina. Hesi 35 prosentini fáa reiðaríini soafturborið frá føroyska skattavaldinum.Munurin millum donsku DIS-skipan-

ina og FAS er, at DIS er ein nettoskatta-skipan og tann føroyska ein nullskattaskip-an. Ein sjómaður í DIS fær nettolønina ákontuna og skal ongan skatt rinda. Sjó-maðurin í FAS fær eina bruttoløn, sumhann rindar 35 prosent av í skatti.Tað er tilvitað, at føroyingar hava valt

eyka pappírsarbeiði við skattligu viður-skiftunum. Tá ein føroyskur sjómaður feruttanlands, er tað ein fyrimunur, at tað íhansara pappírum sæst, at hann hevurgoldið skatt í Føroyum.

Nú er at rekaMaritimt Forum varð stovnað, tí felags-skapurin heldur, at shipping helst er tannvinna, sum skjótast kann geva føroyskasamfelagnum nýggjar inntøkur. Og stra-tegiin hjá Tommy Petersen og FAS er sam-an við vinnuni og Maritimt Forum atmarknaðarføra boðskapin um FAS á einslíkan hátt, at skipanin gerst áhugaverd ogálítandi, uttan at reypa av, at Føroyar erueitt skattaparadís.Vinnan hevur leingi lagt dent á, at

lógargrundarlagið undir FAS í framtíðiniikki mátti vera ávirkað av títtum, kapping-aravlagandi broytingum. Hetta er tikið tileftirtektar og FAS-lóggávan virkar nú sumein samlandi lóg, har øll viðurskifti, sumávirka FAS, verða savnað. Sambært FAS-stjóranum er tekniska umsitingin í lagi ogallar aðrar tænastur verða røktar til fulnar.

Fleiri reiðarí vísa áhugaTommy Petersen sigur, at av teimum 16stóru og smáu reiðaríunum, sum FAS ummiðjan februar bjóðaði til kunnandi fund-ar í Danmark, hevur helvtin svarað aftur,at tey eru áhugað í framhaldandi sam-ráðingum um skráseting í FAS. Talan erum reiðarí, sum hava úr 6 upp í 100 skip.Um ein ella tveir mánaðar vita vit, hvussunógv fyrsti raksturin gevur. Síðani verðurfarið til Norra og víðari til onnur evropeisklond.-Vit fara eftir nisjum sum eitt nú hjálp-

arskipum í frálandavinnuni, men vit viljasanniliga eisini gera okkum áhugaverd fyriøðrum reiðaríum, tí vit halda, at føroyskaskipanin hevur kappingarfyrimunir framum aðrar skipanir. Fleiri skipasløg kunnufáa trupulleikar í evropeiskum skipaskrá-um, tí treytirnar fyri altjóða sigling fara atherðast, soleiðis at sigling innanhýsis í ESikki verður roknað sum altjóða sigling.Skip í FAS fáa ikki somu trupulleikar, tísigling frá uttanveltaða flagglandinumFøroyar verður roknað sum altjóða sigling,sigur Tommy Petersen.Formaðurin í Skipara- og Navigatørfe-

lagnum, Eyðstein Djurhuus, er sum heildnøgdur við skipanina, nú skattligu viður-skiftini eru dagførd. Men hann er greiðurum, at manningafeløgini støðugt mugumeta um, hvat bruttolønin skal vera,soleiðis at nettolønin við DIS og NIS ersambærlig.Eyðstein Djurhuus sigur, at gongdin í

dag er tann, at yvirmannatalið í fiskiflotan-

um minkar, meðan alsamt fleiri føroyskiryvirmenn fara við farmaskipum og frá-landaskipum.-Men vit eiga ikki at gera skipanina ov

opna, tí við sosialari dumping kann um-dømið hjá føroyska flagginum koma ívanda, sigur hann, og sipar til Topaz-mál-ið.

Fyrst virka – so inntøkurÍ beinleiðis inntøkum er tað bara skráset-ingargjaldið, sum gevur inntøkur í lands-kassan av FAS. Allar hinar inntøkurnarkoma frá avleiddum vinnum og tænast-um. Leysligt roknistykki sigur, at viðdonskum viðurskiftum sum grundarlag,kann peningarenslið gerast tvær milliardir.Men tað nyttar einki at tosa um

hundraðtals milliónir, fyrr enn FAS hevurprógvað, at útlendsk reiðarí sýna føroyskuskipanini álit og áhuga. Vit virka á einumfrælsum marknaði. Og fáa vit ikki alt innum landoddarnar í fyrsta umfari, mugu vitlæra av mistøkum og síðani herja á aftur.Halda vinnan og politikararnir nú somukós, fer fyrr ella seinni at renna í kassan.

Skrivað: Helgi Jacobsen

Nevndin í Maritimt Forum:Óla Hans Hammer Olsen, EyðsteinDjurhuus, Sámal Siversen, SjúrðurGudjónsson og Leivur Mohr

Óla Hans Hammer Olsen

6 � Mið & Magn • 1–2009

Vit eru í 2012. Vit eru umborðá einum føroyskum ísfiskatrol-ara. Á brúnni tosa skiparin ogmaskinmeistarin um góðafiskiárið 2010.– Tað var nú løgið, at vit

fingu so nógv fyri serliga hýs-una hetta árið, sigur maskin-meistarin.– Ja, tann prísurin gjørdi, at

árið hjá okkum bleiv heldurbetri enn hjá nógvum øðrumskipum, leggur skiparin aftur-at.– Tað kundi verið stuttligt

at hugt í skipanina fyri at sæð,hvar hýsan endaði, sigur mask-inmeistarin.– Tað er eingin trupulleiki,

svarar skiparin aftur, og erlongu í gongd við at tøppaloyniorðið inn í telduna.Telduskíggin letur seg síð-

ani upp, sum ein risastór log-bók við alskyns upplýsingumum alt, sum ísfiskatrolarin hev-ur gjørt seinastu árini. Harsæst akkurát, hvar fiskurinvarð fiskaður í 2010, hvørjisløg vóru í hvørjum háli, hvør

prísurin var, tá ið fiskurin varðseldur, um sølan fór fram í Før-oyum ella uttanlands, hvørkeypti fiskin, hvat hann bleivframleiddur til, hvør keyptihann uttanlands, og millum øll

liðini ber eisini til at síggja,hvør ið hevur flutt fiskin úreinum staði í annað.Nú er talan her um eina

framtíðarsøgu, men hon erkortini ikki meira framtíð enn

so, at skipanin, sum teir báðiryvirmenninir hyggja at ábrúnni, er á gáttini. Hon erenntá somikið nær, at um altgongur eftir ætlan, so gongurikki long tíð, áðrenn Føroya

Sporførisskipanin er ár

Steinbjørn í Dali brennur fyri Føroya Sporførisskipan. Skipanin, sum m.a. skal samantvinna øllframleiðsluliðini í føroyskari fiskivinnu, er tann fremsta í øllum heiminum í løtuni.

Mynd: Leif Láadal

Ein tann fyrsta verkætlanin, sum tánýstovnaða Bitland fór í holt við í2003, var at menna eina føroyskasporførisskipan til fiskivinnuna.Skipanin, sum skal seta teldutøkarlyklar á øll liðini í vinnuni, verðursett í verk kring landið í summar.Men tað ber longu nú til at stað-festa, at føroyingar á hesum øki erufleiri ár frammanfyri aðrar tjóðir,sum brúka nógvar pengar upp á atmenna líknandi skipanir.

Mið & Magn • 1–2009 � 7

Sporførisskipan kann bjóðaskipum og bátum og teimum,sum fáast við at selja fisk og atframleiða burturúr fiski, einaframkomna teldutøka tøkni-frøðiliga ketuskipan, sumbyggir á øll tey kendu liðini,sum frammanundan eru í fiski-vinnu og fiskaframleiðslu.

HEVUR SKUNDSteinbjørn í Dali gevur særgóða tíð, tá hann skal forkláraum Føroya Sporførisskipan.Hann hevur roynt tað fyrr, ogso hoyrist á honum, at hannikki er heilt óvanur við at und-

irvísa. Og gleðin við sporføris-skipanini er týðilig, tó at hannheilt vist hevði kunna hugsaðsær, at hon var komin nøkurfet afturat.– Eg tosaði herfyri við ein

norskan granskara, og tá eghevði fortalt honum, hvussuføroyska sporførisskipaninhongur saman, segði hann eittsindur til stuttleika, at tað varkeðiligt, at vit høvdu menteina slíka skipan, tí hann hevðiætlað sær at granskað í evnin-um í fleiri ár, fortelur Stein-bjørn í Dali.Og norski granskarin hevði

havt góðar møguleikar atgranskað, tí norðmenn havasett millum 40 og 50 milliónirkrónur av, júst til at mennaeina teldutøka sporførisskipantil fiskivinnuna.-Sum er, eru vit í Føroyum

tó væl frammanfyri, men umikki Føroya Sporførisskipan færneyðugu karmarnar – serligateir fíggjarligu – verða vit aftur-úrsigld, sigur Steinbjørn í Dali.Skipanin hevur higartil

kostað tvær milliónir krónur,og hon fer at kosta tríggjar, táhon er heilt liðug.

BESTU MARKNAÐIRNARFøroya Sporførisskipan kannikki tryggja, at føroyingar faraat fáa betri prís fyri fiskin íframtíðini, men Steinbjørn íDali ivast ikki í, at ein slík skip-an kann tryggja betri atgongdtil teir bestu útflutningsmarkn-aðirnar, og í longdini er heldurikki óhugsandi, at tann, sumhevur ta bestu skjalpróvanina,fær tann besta prísin.– Kundarnir krevja meiri

og meiri skjalprógvan, og einslík skipan sum hendan kannlætt og einfalt tryggja, at kund-

in fær atgongd til allar upplýs-ingar, sum hava við vøruna atgera, fortelur Steinbjørn í Daliog leggur afturat:– Skipanin kann enntá víð-

kast so hvørt sum tøkniligumøguleikarnir víðkast, og eittnú teldutøk on-line menukort,ið siga alla søguna um fiskin,sum ein matstova borðreiðirvið, eru ikki so langt úti í fram-tíðini.Har kunnu fólk so sita

kring allan heim, og blaðaígjøgnum teldu-menukortið oglesa, at stokta hýsan, sum teyfara at fáa um eina løtu, erfiskað sunnanfyri Føroyar íkanska heimsins reinasta hav-umhvørvi av einum ísfiska-trolara, hvørs skipari hevur 20ára royndir á brúnni og hvørsmaskinmeistari er fyrrverandiyvirmaður hjá Maersk.Í hesum umhvørvistíðum

kann leggjast afturat, at skip-anin eisini kann víðkast til attelja upp Co²-útlát ígjøgnumvirðisketuna.

Skrivað: Leif Láadal

FØROYA SPORFØRISSKIPAN Í STUTTUM

TíðarætlanFøroya Sporførisskipan verður fyrstu ferð umrødd á Bitstovuí oktober 2003.

• 1. januar 2004 verður farið at arbeiða miðvíst við verk-ætlanini í Bitland-høpi.

• Undanverkætlan verður sett í gongd í november 2004, ogá samgongufundi í mars 2005 fær ætlanin politiska und-irtøku.

• Í februar 2006 verður P/F Føroya Sporførisskipan stovnað.

• Føroya Sporførisskipan verður sett í verk kringlandið í summar, 2009.

r frammanfyri sína tíð

Endamálið við Føroya Sporførisskipan erat menna eitt talgilt undirstøðukervi tilsporførar skrásetingar, grundað á ver-andi skjøl. Felagið vil vera fremst innantalgilt ketusporføri á alheims markn-aðinum. Skipanin byggir m.a. á kendskjøl í fiskivinnuni, so sum døgnlistar,avreiðingarskjøl, vektarseðlar, flutnings-skjøl og útflutningsskjøl.

Allar upplýsingar verða savnaðar íeinum stórum dátagrunni, sum brúkararso kunnu troyta, alt eftir hvørja atgongdteir hava tørv á, og møguleikar fyri. Eittnú kann ein brúkari geva útlendskukundum sínum atgongd til partar avskipanini, soleiðis at viðkomandi lætt ogeinfalt kann fáa at vita smálutir um tavøru, sum hann hevur keypt. Reyði

tráðurin í skipanini er, at eitthvørt virki(skip v.m.) skal kunna skjalprógva eittlið aftur og eitt lið fram í ketuni. Við atseta liðini saman og inn í eina talgildaskipan, fæst eitt fullkomið yvirlit yviralla vinnuna. Føroya Sporførisskipanbrúkar øll kend altjóða vinnulig aðal-krøv.

8 � Mið & Magn • 1–2009

Á Landgrunninum, innan fyri umleið 100m dýpi, er sjóvarfallsrákið so hart, at taðblandar sjógvin úr vatnskorpu og niður ábotn. Tað merkir, at sami hiti er við vatn-skorpuna sum við botnin. Harumframtfær sjóvarfallið sjógvin at mala runt Land-grunnin (Mynd 1). Hetta merkir, at sjógv-urin í stóran mun verður verandi inni ágrunnum og partvís er avbyrgdur frá sjón-um útiá. Vit kunnu tí ímynda okkum, athesin væl blandaði sjógvur er eitt ovur-stórt akvarium, sum er uppvakstrarøki hjám.ø. toski og hýsu.Hitin í sjónum broytist við árstíðini, og

á Landgrunninum er sjógvurin umleið 6°C í februar-mars og umleið 10 °C íaugust-septembur. Hetta skiftið verðurstýrt av hitaflutningi millum hav og luft.Um summarið er luftin heitari enn sjógv-urin, og luftin hitar sostatt sjógvin, meðantað er øvugt um veturin. Sjógvurin útiáverður sjálvsagt eisini hitaður og køldurav luftini, men har er støðan øðrvísi enn áLandgrunninum. Sjóvarfallið útiá er ovveikt at blanda sjógvin niður á botn, og tíverður bert eitt vatnskorpulag hitað umsummarið har. Av tí, at heitur sjógvur erlættari enn kaldur sjógvur, verður hettalagið liggjandi við yvirflatuna og hitnar tímeiri og meiri út á summarið. Um veturinkólnar sjógvurin við vatnskorpuna og

verður tyngri enn sjógvurin niðri undir. Tísøkkur hesin sjógvurin, so hvørt sumhann kólnar, og sjógvurin uttanfyri Land-

grunnin er tí væl blandaður um veturin.Um okkara leiðir verður sjógvurin útiáblandaður niður á o.u. 500 m hvønn vet-

Landgrunssjógvurin –uppvakstrarøki hjá toski

Mynd 1. Miðalrákið á 10 ymiskum mátistøðum á Landgrunninum. Hetta er tað rákið,sum er eftir, tá vit síggja burtur frá sjóvarfallinum. Sjóvarfallið flytur í stóran mun bertsjógvin aftur og fram, men tá vit hava sjóvarfall yvir hellandi botn, ger hetta eittmiðalrák, ið melur við klokkuni.

Sjógvurin á landgrunninum er eyðkendur við at vera væl blandaður og nakaðkaldari og feskari enn sjógvurin útiá. Hesin sjógvur er uppvakstrarøki hjám.ø. toski, og tann gróður, sum sjógvurin ber, hevur stóra ávirkan á, hvussunógvur toskur kemur undan á Landgrunninum. Gróðurin sveiggjar tó nógvfrá ári til ár, og orsøkin er útskifting millum landgrunssjógvin og sjógvin útiá.

Mið & Magn • 1–2009 � 9

ur. At sjógvurin uttanfyri Land-grunnin verður blandaður nið-ur á so stór dýpi merkir sam-

stundis, at hann ikki kólnarlíka skjótt og nógv, sum tanngrunni sjógvurin á Landgrunn-

inum. Tí verður størri og størrihitamunur millum sjógvin áLandgrunninum og útiá;størsti munurin er um várið, táluftin ikki kølir sjógvin meira.Eitt dømi er víst á mynd 2, harsjógvurin á Landgrunninum erumleið 2 °C kaldari enn sjógv-urin uttanfyri.Umframt hitaflutning mill-

um hav og luft er eisini nakaðav útskifting millum sjógvin áLandgrunninum og sjógvinútiá. Henda útskifting máganga ígjøgnum hitabrúnna, iðgyrðir sjógvin á Landgrunnin-um, og hon skiftir nógv ístyrki. Mátingar og model-út-rokningar benda á, at tá hita-brúgvin er sterk (t.e. stórurhitamunur), tá er útskiftinginveik og øvugt. Sum áðurnevnt, er tað í stóran mun hit-in í luftini, ið stýrir hitanum ísjónum. Tí kunnu vit vænta,at serliga kaldir vetrar kølasjógvin á Landgrunninum ser-liga nógv, so at hitabrúgvinverður sterk várið eftir.At hitabrúgvin er sterk um

várið hevur serligan týdning

fyri gróðurin á Landgrunnin-um og alt tað, ið livir av hesumgróðri. Ein sterk hitabrúgvmerkir, at útskiftingin er veik,og hetta førir við sær, atplantuæti verður verandi áLandgrunninum, har nóg mik-ið er av ljósi og tøðevnum, soat plantuæti kann nørast í stór-um (Mynd 3). Tá er ríkiligt tilhjá djóraæti at eta, og hesi nør-ast tí eisini væl, so at fiska-yngul hevur ríkiligt at eta og soframvegis. Tílík ár, við góðumgróðri, síggjast tíðiliga aftur íhægri liðum í føðiketuni. Hesiárini eru toskur og hýsa feit ogvæl fyri, og nógv kemur undanhjá sjófuglinum. Rakárini, táhitabrúgvin er veik og útskift-ingin stór, tá verður plantuætiskolað burtur av Landgrunn-inum og kemur tí ikki rættu-liga fyri seg. Tílík ár eru livilík-indini vánalig á Landgrunnin-um.

Karin Margretha H. Larsenhavfrøðingur, PhDFiskirannsóknarstovan

Mynd 2. Satelittmynd, ið vísir vatnskorpuhitan tann 18. apríl2003. Litstigin í niðara høgra horni vísir hitan. Myndin er finginfrá Peter Miller, Plymouth Marine Laboratory.

Mynd 3. Miðalhitin í luftini fyri mánaðirnar januar-apríl (blá brotin linja) og gróðurvísital fyri Landgrunnin (grøn linja). Lutfallsliga kaldir vetrar geva lutfallsliga góðangróður, men hetta er neyvan øll søgan. T.d. var gróðurin størstur í 2000 og 2001,hóast hesir vetrar ikki vóru líka kaldir sum veturin 1995.

Karin Margretha H. Larsen

Eitt felag snýr seg um samanhald. Atdraga somu línu fær eina ítøkiliga mein-ing, tá talan er um eitt fakfelag. Standalimirnir ikki saman, fáa teir lítið og einkiburturúr.Tað var hesin andin, sum hekk yvir

aðalfundinum hjá Maskinmeistarafelag-num fyrsta leygardag í mars. Teir umleiðhálvthundrað limirnir, sum vóru møttir,kendu allir týdningin av at hava eitt sterktfelag, og sjálvt um teir ikki vóru samdir í

øllum málum, so var samanhaldið framm-arlaga í øllum tí, sum varð til viðgerðar.

FormansvalPáll Hansen fekk tvey ár afturat sumformaður fyri Maskinmeistarafelagnum,sjálvt um avbjóðarin til formanssessin í árikki var hvør sum helst. Jógvan Nybo varnógv frammi og ein aktivur formaður, teyárini hann leiddi felagið, men táatkvøðurnar hesaferð vóru taldar, fekk

sitandi formaður væl fleiri enn avbjóðarin.Og hvat var tað so, sum Páll Hansen

vann uppá. Júst samanhaldið. Saman-haldið stendur fremst í øllum tí, sum hannvil arbeiða við, og hetta samanhald skalenntá víðkast næstu árini, sigur hann.Stendur tað til Páll, skulu motorpassararvið í felagið, og tað fyrireikandi arbeiði,sum er byrjað, heldur áfram, sigur hann.Limirnir í Føroya Motorpassarafelag

eru einir 50-60 í tali, og við teimum gott

10 � Mið & Magn • 1–2009

Páll Hansen skal leiðatvey ár afturat

400 limunum í Maskinmeistarafelagnum,vildi ein samanlegging talt nærum 500limir. Hevði tað so eisini eydnast at fingiðallar føroyingar, sum sigla uttanlands ogeru limir í feløgum har, sjálvt um teirbúgva í Føroyum, upp í felagið, fer at táttaí 550 limum.Viðvíkjandi spurninginum um sam-

starv, hevur verið gott fótalag við Skipara-og navigatørfelagið og Føroya Fiskimanna-felag, og spurningurin um økt samstarv

ella enntá samanlegging eigur at viðgerastí felagnum, heldur formaðurin.

VinnuháskúlinPáll Hansen legði annars ikki fingrarnarímillum í formansfrágreiðing sínari, har

Mentamálaráð, leiðslan á Vinnuháskúlan-um, ávísir reiðarar og onnur fingu eitthjartans orð við á vegnum, men ikkiógvusligari enn so, at vónin um eina loysná trupulleikunum altíð var at hóma.Viðvíkjandi skerjingunum á Vinnuhá-

skúlanum vístu fleiri av fundarluttakar-unum á, at Maskinmeistarafelagið ikkihevði verið nóg nógv frammi í almenning-inum í hesum máli. Tað viðgekk formað-urin eisini, men hann segði, at nevndinhevur, og fer framhaldandi at leggja pressá landsins myndugleikar í hesum máli.Tað nýggjasta, sum er hent við Vinnu-háskúlanum er, at ovasta hæddin áskúlabygninginum við Krákugjógv, skalbrúkast til annað endamál enn undirvís-ing, og hesa avgerð vónar nevndin verðurbroytt.

Annað mál hjá Maskinmeistarafelag-num sum fekk drúgva viðgerð á aðalfund-inum, var spurningurin um eina uppstig-ing av maskinmeistara-útbúgvingini tilbachelor-støði. Tað tyktist sum at yngrulimir felagsins høvdu eitt sindur størri

Mið & Magn • 1–2009 � 11

Maskinmeistarafelagið

Føroyska Maskinmeistarafelagið er eitt sterktfelag, men stendur tað til afturvalda formann-in, skulu uppaftur fleiri hava møguleika atsleppa undir veingirnar hjá felagnum. At fáastvið maskinur, skal av røttum geva fólki somukenslu, sum maðurin í lýsingini fyri Vinnuhá-skúlan, ið einki óttast fyri, tí hann er júmaskinmeistari.

Frá vinstru: Jørgin Mørkøre, PeturEgholm, Jóan Petur Patursson ogRegin Olsen.

12 � Mið & Magn • 1–2009

áhuga fyri hesum evninum, men allir lim-irnir og nevndin tyktust vera samdir um,at støðið á Vinnuháskúlanum ikki varhækkað seinastu árini, og at tað var bæðisynd og spell, tí skúlar í grannlondunumganga øvugtan veg, so tann gongdin mávendast. Hendir einki, so fara fólk viðpappírum frá eitt nú donskum skúlum atstanda nógv sterkari enn fólk viðføroyskum pappírum, varð víst á.

Umskipan av felagnumMillum onnur álvarsmál, so sum eftirløn,ið ætlanin er skal hækka so líðandi upp í15 prosent í 2018, FAS-skipanin, sum ikkier nóg góð fyri tey, sum forvinna undir35.000 krónur ummánaðin, og umdømiðhjá føroyskari sjóvinnu í sambandi viðreiðarar, sum ikki gjalda fólkinum hýru,varð eisini spurningurin um framtíðina hjá

felagnum umrøddur. Í tí sambandi vístiPáll Hansen á, at tað verður neyðugt at fáa

greiðu á spurningum, so sum hvørji feløg,ið kunnu hugsast at vera góð at leggjasaman við, hvussu leiðslubygnaðurin ífelagnum skal skipast í framtíðini, og í tísambandi um formaðurin skal veljast fyrifleiri enn tvey ár í senn.-Nú eri eg eftirhondini komin eitt

sindur upp í árini, so tað verður kanskaikki aktuelt hjá mær, men skulu vitarbeiða framímóti einum meiri profession-ellum felag, sum fyri tað fyrsta er nógvstørri enn í dag, og harafturat hevur for-mann, sum er løntur fulla tíð, so er spurn-ingurin, um ein yngri skikkaður umsøkjarihevði havt áhuga fyri slíkum starvi, umviðkomandi bert slapp at sita í tvey ár,sigur Páll Hansen, verandi formaður.

Skrivað: Leif Láadal

Mið & Magn • 1–2009 � 13

Í sambandi við, at stór altjóða ráðstevnavar í Keypmannahavn í desember í árskipaði Nordisk Maskinmester Foreningfyri ráðstevnuni “Klima i Norden 2009”.Stevnan varð hildin 24. februar á SAShotellinum á Amager.Á skránni vóru fyrst fyrilestrar um

orku- og umhvørvispolitikk sum heild,umhvørvisspurningar innan skipaferðslu,danska vindmylluídnaðin og umhvørvis-tiltøk innan svenska ídnaðin.Síðani vóru fyrilestrar um leiklutin hjá

maskinmeistarum í teimum avbjóðingum,sum standast av umhvørvisbroytingun-um. Hetta varð skipað soleiðis, at limafe-løgini í NMF høvdu hvør sítt umboð til atviðgera eitt aktuelt evni.Maskinmeistarafelagið hevði heitt á

Hákun Djurhuus, stjóra í SEV, um at um-boða okkum. Hann helt ein áhugaverdanfyrilestur um, hvussu støðan er í Føroyumá orku- og umhvørvisøkinum. Hann

nevndi høvuðsmálini fyri orkuframleiðsluí Føroyum og eisini hvørjum verkætlan-um arbeitt verður við, t. d. vindorku,alduorku, trimskipan til skip, passivarveiðihættir o. a.Umleið 150 fólk vóru á hesari ráð-

stevnu og samanumtikið var talan um eittáhugavert tiltak.

Nevnd felagsins metir at, tað er um-ráðandi, at Maskinmeistarafelagið er viðtil slík tiltøk.Í hesum føri góvu vit eisini eitt gott

íkast til ráðstevnuna og tað eru vit glaðirfyri, sigur Páll Hansen formaður í Maskin-meistarafelagnum.

Umhvørvisráðstevna

Hesi sótu við pallborðið og hildu fyrilestur, f.v.: Danmark: Vibeke Burchard, verkætlanarleiðari, Novo Nordisk A/S, Norge: Gunn Kristoffersen,YS., Island: Kristian Aspelund, Marorka, Finland: Jukka Leskelä stjóri, Finsk Energiindustri, Føroyar: Hákun Djurhuus stjóri, SEV.

Frá vinstru: Jørgin Mørkøre, nevndarlimur íMF, Regin Olsen, næstformaður í MF, KáriSigurheim, álitismaður hjá SEV, Jóan PeturPatursson, nevndarlimur í MF, Páll Hansen,formaður í MF

Frá vinstru Magnús Magnússon, stjóri í Félag vélstjóra og málm-tæknimanna, Kristinn Aspelund, Marorka, Arnljot Muren, fyrrverandistjóri í Det Norske Maskinistforbund, Gunn Kristoffersen,Yrkesorganisasjonenes Sentralforbund - YS

14 � Mið & Magn • 1–2009

Hvørja navigatiónsútbúgving hevurtú?Eg tók skipsførara summarið 1994

Verandi starv?Stýrimaður við vaktarskipi í norskuoljuvinnuni

Nær fór tú fyrstu ferð til skips?Í 1969

Longsti túrur á sjónum?Seks og ein hálvan mánaða

Hvørjum skipum hevur tú veriðvið?Trolarum, línubátum, ferðaskipum,vaktarskipum og eitt sindur við veiting-arskipum og farmaskipum.

Hvat er størsta avbjóðingin hjáeinum navigatøri í dag?Góður sjómansskapur. Vit hava fingiðeina altjóða trygdarskipan (ISM)umborð á skipini, og tað hevur alt siga,at hon verður gjørd og brúkt við rættahugburði: Sum ein vegleiðing í góðumsjómansskapi, so at trygdin verður sett

í hásætið, so vit kunnu halda okkum frífyri skyld, og at hon ikki verður brúkttil at vaska seg frían fyri skyld!

Frítíðarítriv?Snøgga eitt sindur um hús og tún.Gera smávegis snikkaraarbeiði sjálvurheldur enn keypa. Og teldan fær sínatíð.

Bilur? Toyota Corolla

Telda? Fijitsu Siemens og Acer

Hjúnarfelagið? Hervør

Børn?Lovisa 31, Marjun 30, Kristina 24,Jóhanna 20, Jeffri 19

Besta bók?Veien til Jerusalem, Jan Gillou og Fisk-erne, Hans Kirk, tí at tær eru spenn-andi og livandi lýsingar av persónumog søguligum tíðarskeiði.

Besti sangur?Um tú vilt gleði vinna hjá Mikkjali áRyggi. Hetta er gott støðið at byggja á.

Hvat kann gleða teg í gerandis-degnum?Míni næstu. Blídni og sínámillum virð-ing.

Hvat kann øsa teg?Órættvísi og tekniskir trupulleikar

Dánial Jákup Jørgensen

Navigatørurin í brennideplinum

MIÐ & MAGN skipar fyri fotokapping

Tað verður sagt, at ein mynd kann sigameira enn 1000 orð. Tað er ein av orsøk-unum til, at MIÐ & MAGN bjóðar til einamyndakapping.Fyri at skapa áhuga verða 3.000,- kr.

latnar fyri ta bestu og mest áhugaverdumyndina. Vit seta 3 køn fólk at meta uminnkomnu myndirnar, og taka avgerð umhvør skal hava virðislønina.Vit rokna við, at undirtøkan verður

góð, og fyri ikki at drukna í myndum av-

marka vit kappingina soleiðis, at hvør lut-takari – í mesta lagi – kann senda 3 digi-talar myndir til kappingina. Myndirnarskulu sendast til [email protected] skulu vera sendar í seinasta

lagi 1. oktober 2009.Úrslitið verður kunngjørt í MIÐ &

MAGN; blað nr. 4, sum verður sent lim-unum stutt fyri jól komandi.Vit rokna við at fáa so mikið nógvar

myndir, at ikki allar kunnu fáa pláss í

blaðnum. Tí fara vit at seta innkomnumyndirnar á eina heimasíðu, sum verðurkunngjørd í MIÐ & MAGN nr. 4.Vit avmarka ikki myndirnar til ávíst

evni, allir møguleikar standa opnir.Myndirnar kunnu vera náttúrumyndir

úr Føroyum eins og úr fjarskotnum lond-um; talan kann vera ummyndir av livandiverum á landi ella í sjónum. Myndirnarkunnu sjálvandi eisini vera av arbeiðs-plássum á sjógvi eins og á landi. So taðverður bert hugflogi hjá hvørjum einstøk-um, sum setur markið.Tey, sum senda myndir til kappingina

lata MIÐ & MAGN rættindi at brúkamyndirnar.

3.000 krónur verða latnar fyri ta bestu og mest áhuga-verdu myndina. 3 køn fólk verða sett at meta um inn-komnu myndirnar, og taka avgerð um, hvør skal havavirðislønina.

Mið & Magn • 1–2009 � 15

Nógv fólk var komið saman, tá iðfelagið Maritimt Forum varðstovnað á fundi á Hotel Føroyum3. desember 2008.

Felagið hevur til endamáls at verakveikjari fyri føroyska sjóvinnu, bæði ásjógvi og á landi, soleiðis at henda vinnavið tíðini, umframt at gerast eitt gottískoyti til tann føroyska samfelagsbúskap-in, eisini verður áhugaverd og attraktiv.Øll, sum áhuga hava fyri endamáli fe-

lagsins, kunnu gerast limir, tað veri segeinstaklingar, feløg ella felagsskapir. Inn-liman fer fram við skrivliga at venda særtil Maritimt Forum við umbøn um lima-skap, har navn, bústaður, telefonnummar,fartelefonnummar og teldupostadressaverður upplýst. Við innliman verður rind-að limagjald fyri avvarðandi roknskaparár.Til at stjórna felagnum verður vald ein

nevnd við 3 limum, umframt 2 tiltaks-limir. Nevndin verður vald fyri eitt ár ísenn, tó soleiðis at tveir av limunum skulusita í tvey ár fyri at tryggja framhaldni ínevndararbeiðinum. Afturval er loyvt.Nevndini er heimilað at seta skrivara ellaannan løgfrøðiligan persón til at umsita oggreiða dagligu viðurskifti felagsins. Nevnd-in velur sínamillum formann, kassameist-ara og skrivara, sum eisini er varaformað-ur.Á stovnandi fundinum vóru hesi vald

í nevndina: Óla Hans Hammer Olsen,Eyðstein Djurhuus, Sámal Siversen, Sjúrð-ur Gudjónsson og Leivur Mohr.

Føroyskt Maritimt Forum stovnað

Frá stovnandi fundinum

Gunnbjørn Joensen p/f Thor, og Leivur Mohr, Føroya Banki

Sjúrður Guðjónsson CMM, og Jens Meinhard Rasmusen, Supply Service

Tann fyrsti litti verður eisi

16 � Mið & Magn • 1–2009

Soleiðis segði Barrack Obamabara nakrar fáar dagar eftir, athann hevði svorið eiðin uttanfyri Hvítu Húsini. Hendansama dagin legði hann frameina umfatandi ætlan, sum varein staðfesting av, at hannframvegis stóð við tað, sumhann hevði sagt undan ogundir valstríðnum. Beint tvørt-

urímóti undanmanni sínumtók hann teir nógvu og døpruspádómarnar um dálking og

veðurlagsbroytingar í álvara.Undir Bush-stjórnini var atkalla eingin amerikanskur

veðurlagspolitikkur. Hjá eftir-manni hansara var og er taðeitt av høvuðsmálunum.Sum nýsvorin forseti nam

hann longu í setanarrøðuni viðumhvørvis- og orkupolitikkin.– Vit skulu gagnnýta sólina

og vindin og jørðina til at fáaokkara bilar at koyra og til atreka okkara verksmiðjur. Vitfara at broyta okkara skúlar,næmingaheim og lærdu há-skúlar, so tey eru búgvin til atmøta krøvunum frá teirrinýggju tíðini, segði Obama ísetanarrøðuni.

Grønur forsetiTað er tí einki at siga til, atsummi velja at kalla hann tannfyrsta litta heldur enn tannfyrsta svarta forsetan í USA.Víst er hann svartur og sostattlittur, men hann er eisini grøn-ur. Spurningurin er so, umhann er og verður tann fyrstigrøni forsetin í USA. Avgjørt,sigur Tom Buk-Swienty, pro-fessari á Syddansk Universitet,við MIÐ OG MAGN.Professarin vísir á, at tað er

alt, sum bendir á, at so er ogverður. Obama raðfestir um-hvørvið sera frammarlaga, oghann tosaði eisini nógv umumhvørvið í valstríðnum. Bú-skapurin hevur fremstu rað-festing, men Omaba vil feginfremja nakað kollveltandi á sotýðandi økjum sum umhvørv-inum og heilsuverkinum, sigur

Tann tíðin er farin, tá Washington setti føtur í spenni, hvørja ferð tað snúði seg um batar fyri umhvørvið.Mín stjórn fer ikki at avnokta veruleikan, men at taka við læru av honum, sigur Barrack Obama, forseti

Á heimasíðuni hjá Hvíta húsinum verður m.a. sagt um stevnumiðini hjá nýggjaamerikanska forsetanum Barrack Obama:... skunda undir burðardygga vinnu innanplug-in hybridar, stimbra menning av burðardyggari orkuendurnýtslu og seta hol áumskiftið til eitt nýtt talgilt ravmagnsnet. Hendan íløga fer at umskapa búskapinog skapa 5 mió. nýggj arbeiðspláss.

– Vit skulu brúka sólina og vindin til at dríva okkara bilar og okkara ídnaðarmaskinur

Tom Buk-Swienty.– Vit mugu tí rokna við, at

hann fer at leggja dent á at fáaeitt grønari Amerika. Kongres-sin tykist eisini vera meiri opinnú, hóast nakrir av republikan-arunum fara at gera mótstøðu.Men við teimum høgu olju-prísunum taka sjálvt tey kon-servativu undir við at vendarákinum ímóti øðrum orku-keldum, sigur Tom Buk-Swi-enty við MIÐ OG MAGN.

Gore fyrimyndUndir valstríðnum í fjør segðiObama, at hansara mál er atskarva 80 prosent av amerik-anska CO2-útlátinum innan2050, og at USA skal gangaundan á altjóða pallinum, tátað galt um umhvørvi, veður-lag og orku.At hann hevur varðveitt

hesa hugsanina aftan á valsig-urin sást á einari røðu, sumhann helt fyri stuttum. Tásegði hann, at fyri at eggja øðr-um til at virka fyri reinari orkufer USA at tvífalda sína fram-leiðslu av alternativari orku teynæstu trý árini.Tey, sum hava kannað um-

hvørvis- og orkupolitisku ætl-aninar hjá Barrack Obama,siga, at eitt navn gongur afturallastaðni, og tað er Al Gore.Tað er greitt, at Obama hevurtikið fleiri tættir av orkupolit-ikkinum hjá fyrrverandi vara-forsetanum, sum síðani sínapolitisku tíð er vorðin tals-maður fyri veðurlagnum. AtObama valdi sær júst StevenChu til orkumálaráðharra ogCarol Browner til ráðgeva íumhvørvis- og orkumálum sig-ur heldur ikki so lítið. Teirhava báðir arbeitt fyri Al Gorefyrr.

BúskaparstøðanTann ógvusliga fíggjarkreppan,sum hevur rakt mest sum øllheimsins lond, byrjaði í USA,og higartil hava flestu serfrøð-ingar mett, at tað helst fór attaka fleiri ár at fáa vøksturaftur í amerikanska búskapin.Somu metingar hava veriðframmi um búskapin í øðrumstórum londum.Men nú tikist tað, sum um

pípan hevur fingið eitt annaðljóð. Týðandi búskaparlig hag-tøl fyri teir fyrstu mánaðirnar íár vísa eina nógv jaligari gongd

í USA, enn roknað hevur veriðvið. Í hesum sambandi eigur atvera nevnt, at tað hevur fingiðtann annars so varna amerik-anska tjóðbankastjóran, BenBernanke, at gloppa dyrnar fyrieinum ávísum bjartskygni.- Eg haldi, at so hvørt sum

grønir spírar stinga seg upp áymsum marknaðum, og fólkfáa trúnna aftur, so fer tað atelva til árræði, sum fer at fáaokkara búskap at reisa seg aft-ur, segði Bernanke í samrøðuvið CBS-sjónvarpið.Tað eru kortini tey, sum

halda, at amerikanski tjóð-bankastjórin eigur at sissa segeitt sindur. Jens Lunde, sum erlektari á Handilsháskúlanum íKeypmannahavn, heldur, atframburðurin frá einum mán-að til annan er ikki nóg mikiðtil at byggja eina framtíðarvóná.

BústaðarmarknaðurinTað hevur javnan veriðframmi, at tað, sum skaptifíggjarkreppuna, var støðan áamerikanska bústaðarmarkn-aðinum. Eisini á hesum økieru jalig tekin at síggja í teim-um seinastu tølunum. Teyvísa, at vøksturin innan ný-bygging var heili 22 prosentfrá januar til februar, og tað erstørsti vøkstur eftir einummánað síðani 1990. Hetta ereisini tann fyrsti vøksturin áøkinum síðani 1998, tá vøkst-urin var 1,6 prosent.Handilsmálaráðið í

Washington sigur, at í januarvórðu 477.000 byggiarbeiðisett í verk. Í februar var talið583.000, og tað var væl omanfyri metingina hjá Bloomberg,sum var 455.000.

Skrivað: Árni Joensen

Al Gore er stóra umhvørvis-fyrimyndin hjá amerikanskaforsetanum.

ni tann fyrsti grøni

Mið & Magn • 1–2009 � 17

Politiskir eygleiðarar hava nevnt, at tað er ikki bara idealisma, umhvørvis-dálking og kærleiki til grøna orku, sum liggur aftan fyri royndirnar hjáObama at styrkja alternativar orkukeldur í USA.Talan er eisini um eina miðvísa ætlan, sum hevur til endamáls at geralandið meiri sjálvstøðugt og minni bundið at ríku oljulondunum sum t.d.Saudi Arabia, Iran, Irak, Kuveit og Venesuela. Hetta hevur verið nevnt sumroyndin at gera OPEC til NO-PEC.

18 � Mið & Magn • 1–2009

Politiskir eygleiðarar havanevnt, at tað er ikki bara ideal-isma, umhvørvisdálking ogkærleiki til grøna orku, sumliggur aftanfyri royndirnar hjáObama at styrkja alternativarorkukeldur í USA. Talan er eis-ini um eina miðvísa ætlan,sum hevur til endamáls at geralandið meira sjálvstøðugt ogminni bundið at ríku oljulond-unum, sum t.d. Saudi Arabia,Iran, Irak, Kuveit og Venezu-ela.Hetta hevur verið nevnt,

sum royndin at gera OPEC tilNO-PEC.

Kollvelting í bil- ogvindmylluídnaðinumEin altjóða og sera umfatandiverkætlan skal nú seta ferð ároyndirnar at menna elbilar-nar, so at teir kunnu loysa teirvanligu bansin- og dieselriknubilarnar av um nøkur heilt fáár. Danmark hevur fingið einhøvuðsleiklut í hesum arbeið-inum, og í USA lovar BarrackObama, forseti, elbilunumstuðul.Hóast tað eru mong ár,

síðani hann gjørdist kendurfyri elperuna, er gamli ThomasEdison aftur komin á breddan.Nú leggur hann navn til einastóra verkætlan, sum skalmenna elbilarnar. Tað er ikkiav tilvild, tí Thomas Edisonroyndi seg sjálvur við elbilumfyri 100 árum síðani, menmátti dvína fyri Henry Ford oghansara bensinbilum. Nú verð-ur roynt aftuir – í hansaranavni.Málið við teirri stóru verk-

ætlanini er fyrst og fremst atmenna verandi tøkni, so elork-an frá vindmyllum kann goym-

ast í battaríum til bilar. Taðgevur tvær flugur í einumbresti. Í fyrra lagi koyra bilarnirvið reinari og varandi orku, ogí øðrum lagi ber til at gagnnýtaelorkuna frá vindmyllum beturenn í dag.Danmark er sum kunnugt

leiðandi innan vindmyllutøkniog hevur avlopsorku. Hanakundi landið selt ígjøgnumkaðalar um Norðsjógvin ellaEystrasalt. Men hesar loysnireru sera dýrar, og tí eru danirmeiri hugaðir at kanna, umavlopsorkan kann brúkast tilelbilar. Danmark fær eisini eintýðandi leiklut í EDISON-verk-ætlanini. Danski parturin verð-ur skipaður sum samstarvmillum átta almennar stovnar,tryggingarfeløg, privatar, al-tjóða fyritøkur og orkuveitarar,og fleiri milliardir krónur skulubrúkast í sambandi við verk-ætlanina.

BattaríiðHigartil hevur tað verið trupultat goymt elorku í battaríum,sum eitt nú kunnu brúkast íhópframleiddum elbilum. Einannar trupulleiki í orkufram-leiðsluni hevur verið, at vind-myllur framleiða ov nógvaorku, tá eftirspurningurin erlítil. Tað ger seg serliga gald-andi um náttina, og tá fram-leiða vindmyllurnar í eitt núDanmark meiri el, enn tørvurer á.

Hesin knúturin er nú loyst-ur, og í hesum sambandi erDanmark komið á heimskort-ið. Farið er undir eina milli-ardaverkætlan, sum tvinnarovurframleiðsu frá vindmyll-um saman við løðing av elorkutil elbilar.Fleiri royndir at menna

elbilar eru miseydnaðar, og íflestu førum hevur júst battarí-ið verið trupulleikin. Tá menní nítiárunum komu við litium-ion battarínum til fartelefonirog farteldur, fingu teir, sumfingast við elbilar, nýggja vón.

Ymsar ábøtur vóru kortinineyðugar fyri at gera battaríinitryggari, og úrslitið er, at í daghevur ídnaðurin eitt litium-ionbattarí, sum lýkur øll krøv hjáelbilum.Ein trey fyri, at hetta kann

gerast veruleiki, er, at taðverður líka lætt at løða einelbil, sum tað er at fylla bensinella olju á vanligar bilar.

DONG EnergyDanska fyritøkan DONG Ener-gy er við í einari stórari verk-ætlan um elbilar, og gongst eft-

Kollvelting í bil- og vindm

Ein altjóða og sera umfatandi verkætlan skal nú seta ferð á royndirnarat menna elbilarnar, so at teir kunnu loysa teir vanligu bansin- ogdieselriknu bilarnar av um nøkur heilt fá ár.

mylluídnaðinum

Mið & Magn • 1–2009 � 19

ir ætlan, kunnu danskir bileig-arar skifta teir bensin- ogdieselriknu bilarnar út viðvælvirkandi og snøggar el-bil-ar, sum millum annað skulubrúka elorku frá vindmyllum,longu um tvey ár. Tann stóraverkætlanin skal samstundisgera tað møguligt at goymaelorku frá vindmyllum og ferat skerja CO2-útlátið.

SamstarvDONG Energy er ikki einsam-alt um verkætlanina, menhevur fingið sær samstarv viðamerikonsku fyritøkunaProject Better Place, sumhevur heimstað í Kalifornia.Amerikanska fyritøkan skalstanda fyri útbreiðsluni, sumbyggir á tann grundtanka, atbrúkarin keypir sjálvan elbilin,men leigar battaríið.Gongst sum DONG og

Project Better Place ætla,verða tær fyrstu donsku løði-

og skiftistøðirnar settar upp íhesum árinum, samstundissum royndir verða gjørdar viðroyndarbilum frá Renault-Niss-an.Fyrireikararnir rokna við,

at fólk eisini fara at løða bilinfrá einari kontakt heima viðhús ella á parkeringsplássum.Við fullum battaríi kann bilurinkoyra einar 150 kilometrar, ogtað verður hildið at vera nógmikið til ein dag hjá teimumflestu. Í Danmark er ætlanineisini at seta skiftisstøðir upptil teirra, sum hava tørv á meirienn einari løðing um dagin. Áhesum støðunum kunnubileigararnir lata tað tómabattaríið inn og fáa eitt fult løttí bilin ístaðin fyri.Hugsanin aftan fyri elbila-

ætlanina hjá DONG ein ein-føld: Við at brúka elorku íflutningsvinnuni ber til atskerja nýtsluna av bensini ogdiesel, og elframleiðslan frá

vindmyllum, ið ert CO2-frí,kann gagnnýtast betur. At fleirifara at brúka el-bilar ger, at taðfer at bera til at goyma elorkufrá vindmyllum við at løðabattaríini.Hugsanin hjá fyrireikarun-

um er, at fólk eisini skulukunna løða bilarnar um nátt-ina, tí tá standa teir flestu bil-arnir kortini stillir, og tað ereisini tá, at vindmyllur oftaframleiða meira el enn tørvurer á.

Ber tað til at fáa fólk atbrúka el-bilar og at seta teir atløða um náttina, verður javn-vágin millum framleiðslu ognýtslu nógv betur enn í dag.

Eins og aðrir bilarElbilarnir, sum koma á teirdonsku vegirnar, fara ikki atstanda aftan fyri teir bensin- ogdieselriknu bilarnar, sum núkoyra á vegunum. Teir verðalíka kvikir, fara at koyra líkaskjótt og verða líka snøggirinnan eins væl og uttan. Har-afturat fara elbilarnir at brúkaminni orku fyri hvønn koyrd-an kilometur enn dagsinsbensin- og dieselbilar.Tað vil siga, at sjálvt um

tað verður so stilt í veðrinum,at vindmyllurnar ikki megna atnøkta tørvin, og at elbilarnirmugu løðast við orku frá orku-verkunum, verður CO2-útlátiðfyri hvønn koyrdan kilometurframvegis munandi minni ennfrá bensin- og dieselbilum.Ætlanin hjá teimum báð-

um fyritøkunum er, at altkervið skal standa liðugt til attaka í nýtslu í 2011, og tá erstutt sagt einki mark fyri,hvussu nógvir ella hvørjir bilarfara at koyra við vindorku sumdrívmegi.

Skrivað: Árni Joensen

Anders Eldrup, stjóri í DONG Energy, við einum av teimum komandi elbilunum hjá DONGEnergy og Project Better Plac (Mynd: DONG)

20 � Mið & Magn • 1–2009

Elbilarnir eru ein týðanditáttur í orkupolitikkinumhjá nýggja amerikanskaforsetanum, sum játtarmilliardir til at bøta umtøknina í elbilunum

Obama skumpar undir elbilarnar

Guvernørurin í Kalifornia, Arnold Sch-warzenegger, hevur leingi verið talsmaðurfyri einum meiri umhvørvisvinarligumorkupolitikki, og tað var tí ikki so løgið, atBarrack Obama, forseti, hevði nøkur jaliglyfti við sær, tá hann fyri stuttum var íKalifornia á vitjan.Í einari røðu segði Obama, at hann

hevði gjørt av at játta 2,4 milliardir doll-arar til at bøta um tøknina í amerikonsk-um elbilum, tí USA skal ganga undaninnan grøna orku, segði hann. Pengarnireru úr tí risastóra hjálparpakkanum, sumKongressin samtykti herfyri.

Vitjan í KaliforniaUndir vitjanini í Kalifornia høvdu fyri-reikararnir skipað so fyri, at forsetin skuldivitja eina støð, har elbilar verða royndir.- Vísið okkum, at tykkara hugskot ogtykkara avrik eru tey best skikkaðu til atátaka sær avbjóðingarnar, sum Amerikasetir tykkum. Klára tit tað, skulu vit gevatykkum møguleikan at prógva tað, segðiObama, tá hann vitjaði royndarstøðína.

Betri battaríir og vegakerviStuðulin, sum stjórnin í Washington ætlarat brúka til at menna elbilarnar, skal ífyrstu atløgu brúkast til at gera betribattaríir og harvið loysa tann størstatrupulleikan, sum elbilarnir hava at stríð-ast við. Herumframt skulu 400 milliónirdollarar brúkast til at bøta um møgu-leikarnar hjá elbilum í amerikanska vega-kervinum.Oman á stuðulin til at menna elbilar-

nar hevur Obama-stjórnin boðað frá, attann, sum keypir sær ein elbil, sleppur atdraga 7.500 dollarar frá í skattinum.

Skrivað: Árni Joensen

Obama leggur dent á at samstarva við fólk viðdrúgvum royndum, m.a. Edward Kennedy.

Mið & Magn • 1–2009 � 21

500 vindmyllur fyri 20 milliardir

Framleiðsluorkan hjá teimum nýggjuvindmyllunum verður upp til 1800 mega-watt. Tað er avgjørt, at tær skulu setastupp ymsastaðni í Norðurevropa, og góð-kenningar og fíggjarligar umstøður verðaavgerandi fyri, hvar vindmyllurnar skulustanda, og í hvørjari røð tey ymsu støðiniverða útbygd, sigur DONG.DONG og Siemens hava arbeitt saman

í mong ár við at gera og reka havvind-myllur. DONG Energy hevur bygt umleiðhelmingin av øllum vindmyllulundunum,sum eru í vinnu kring heimin, og felagiðsigur, at tann nýggja avtalan við Siemensfer at styrkja støðuna hjá DONG sum tannleiðandi fyritøkan á økinum. Samstundisskal avtalan leggja lunnar undir undirframtíðarætlaninar hjá fyritøkuni innanvarandi orku.Leiðslan í Siemens er eisini sera fegin

um ta nýggju avtaluna við DONG Energy.Felagið sigur, at avtalan gevur Siemensmøguleikar fyri at halda fram við atmenna vindmylluframleiðsluna og styrkir

støðu felagsins sum leiðandi framleiðari avhavvindmyllum. Leiðslan í Siemens sigur,at við avtaluni hava Siemens og DONGEnergy tikið eitt risafet á havvindmyllu-marknaðinum, sum er tann tøknin, iðveksur eina skjótast av allari tøkni innanvarandi orku.

Vindmyllurnar, sum Siemens skal latasambært teirri nýggju avtaluni, verða 3,6megawatt hvør og hava sostatt somuframleiðsluorku sum vindmyllurnar, sumDONG er í ferð við at seta upp á GunfleetSands í Onglandi.

Skrivað: Árni Joensen

DONG Energy og Siemens hava skrivað undir eina avtalu um, sum er tann størsta í heim-inum nakrantíð av sínum slagi. Eftir avtaluni skal Siemens gera upp til 500 havvindmyllurfyri DONG Energy. Tær skulu setast upp í havvindmyllu-lundum ymsastaðni í Norðurevropatey næstu árini

Avtalan við Siemsen fer at styrkjastøðuna hjá DONG sum tann leiðandifyritøkan á økinum. Myndin niðanfyri erav fundamentum, ið vindmyllurnarskulu setast á.

22 � Mið & Magn • 1–2009

Maskinmeistarafelagið hevði aðalfund 7.mars 2009. Tá var Páll Hansen aftur-valdur til formann í felagnum. Hjá honumkann sigast, at hann er annað ættarlið avmaskinmeistarum í ættini. Hann er nær-um føddur til at vera maskinmeistari.

Pápi Páll var Poul Hansen, f. 1906. Hannarbeiddi á gamla elektrisitets-verkinum íHavn, og var tí vanliga nevndur Poul áVerkinum. Hetta merkir, at teir báðirfeðgarnir hava verið partur av okkara el-framleiðslu stórt sæð alla ta tíð, vit havahavt ravmagn.Poul var sonur Jens Hansen hjá Gustu,

sum er ein kend familja í Havn. MammaPoul var Katrina f. Niclassen úr Sørvági.Tað var í 1921, at ravmagn kom í

Havn. Býráðið bygdi eitt verk á Rundingiúti við Skipasmiðjuna. Hetta var sam-stundis sum vatnverkið í Botni í Suðuroyvarð bygt. Hetta var javnstreymur, oghann var dýrur. Tað vóru als ikki øll, sumhøvdu ráð at fáa sær ravmagn ta fyrstutíðina.

Pápin gjørdist stjóri á verkinumPoul kom at arbeiða sum ørindadrongurá elverkinum frá byrjan av. Tá var hann15 ára gamal. Hann hevði ongan formlig-an lærdóm, men hann fekk sína læru úrlívsins skúla, og seinast í 30-unum gjørdisthann stjóri á elverkinum. Hann tók viðeftir danan Christian Bach, sum júst náddiheimaftur til Danmarkar, áðrenn sam-bandið millum londini varð kvett orsakaðav krígnum.Hann var annars ein sjáldsamur mað-

ur, sum royndi ymiskt. Hann royndi mill-um annað at garva hvalahvølju. Men taðeydnaðist ikki at beina fyri lýsiluktinum, tíkom ikki meira burturúr.

Pápin býráðslimurPoul var giftur við Turid f. Niclassen úrKlaksvík. Tey fingu trý børn. UmframtPáll er tað Elsa, gift við Páll Horn, gamlaskipara. Elsa er fyrsta sjúkrasystir í Før-oyum, sum hevur fingið útbúgving sumrøntgensjúkrasysttir, og hevur hon arbeittsum slík í mong ár.Beiggin Asbjørn býr niðri. Hann fór

niður 16 ára gamal at fara í læru í fyritøk-uni Thomas B. Thigan, kend fyri elmotor-ar. Fór síðan at lesa til verkfrøðing.Sum verkfrøðingur hevur Asbjørn

havt uppgávur fyri SEV. Hann gjørdistseinni tekniskur leiðari hjá De ForenedeBryggerier, sum er samanrenningin mill-um Carlsberg og Tuborg.Í 1950 flutti elektritsverkið niðan í

Gundadal, har tað kom at vera ein mið-depul fyri harðliga arbeiðsmannaverkfalliðí Havn í 1951. Men tað er ein onnur søga.Poul var eisini býráðslimur fyri tjóð-

veldisflokkin í Havn og var millum annaðformaður í havnanevndini. Hann hevðijúst byrjað triðja skeiðið, tá ið hann doyðií 1971. Hann náddi júst sín 50 ára starvs-

dag sum starvsmaður innan elframleiðslu.Fyri Poul kom Ólavur Michelsen inn í

býráðið. Hann doyði eisini ungur.

Páll fór í NonnuskúlanPáll er føddur í 1947; hann gekk í barna-skúla hjá nonnunum. Her vóru tað fyrstuárini bert nunnur ið undirvístu. Í 3. flokkikom ein føroyskur lærari, ein kvinna úrSuðuroy, og í 5. og 6. flokki fekk Pállhjúnini Katrin og Ólav Michelsen sumlærarar.Ólavur skrivaði longu tá fyri blaðið 14.

September, gamla málgagnið hjá tjóð-veldisflokkinum.Páll búði úti í Hornabø, har Erlendur

Patursson, blaðstjórin, búði, og har 14.

Páll Hansen formaður í Maskinme

Á Sundi verður framleitt helvtin av øllum streymi í landinum, oger tí eisini størsti einstaki elframleiðari. Tí er Sund eisini serasárbart. Tað kemur fyri, at streymurin fer, og tá ilskast fólk sumrímiligt er. Tað verður tikið til, at hetta hendir ikki í Danmark.Men her er munurin tann, at Danmark hevur kaðlar til fleirigrannalond, sum kunnu taka við í stundini, um tað er neyðugt.

Mið & Magn • 1–2009 � 23

September helt til. So Páll plagdi at takagreinir hjá Ólavi við heim uppá at lata tærinn hjá Erlendi.

Lærdi til elektrikaraTá ið Páll fylti 14 ár gavst hann eisini bein-anvegin í skúlanum. Tórshavnar Komm-una hevði eina smiðju, og har fór Páll atvera ørindadrongur. Hann hevði áhugafyri teknikki, so hetta passaði honum væl,meðan hann bíðaði eftir at sleppa í læru.Til hetta kravdist, at man var 15 ár.Táið Páll hevði rokkið nevnda aldurs-

mark, fór hann í 1963 í læru sum elektr-ikari hjá Einar Mikkelsen í Bøgøtu. Pállheldur seg vera heldigan at fáa hettalærupláss. Tað var júst hesa tíðina, at tá iðnýggja Landssjúkrahúsið varð bygt, og herkom Páll at arbeiða alla sína lærutíð.Hetta var ikki hissini uppgáva, men taðvar sera læruríkt at kunna leggja elektrisi-tet í størsta bygning í landinum.

Til Danmarkar og so til skipsMen Páll vildi framvegis royna nakaðnýtt, so hann arbeiddi bert ein dag sumsveinur. Hann fór fyrst á Tekniskt Fyrireik-ingarskeið í Danmark. Síðan fór hann tilskips. Hann fór við St. Jaques úr Vági ásild við gørnum. Skipari var Páll Horn,svágur hansara.Hetta var annars seinasta ár, at sild

fekst við gørnum á gomlu sildaleiðunum

millum Føroyar og Ísland. Hetta summ-arið í 1968 var annars slett ikki so galiðtil sild. Mest fekst enntá seinast í sesong-ini, sum gekk út í oktober.Men árið eftir fekst ikki livandi, og

skipini fóru ikki aftur á hesa veiðu. Skip-ini fingu tá nøkur ár møguleika at keypasild í Skotlandi og at salta hana umborð.Summi fluttu sildina feska á danskamarknaðin.

Leivur HepniSeinast í 1960-unum fær Páll eina nýggjaavbjóðing. Tá er tað, at Tórshavnar Trol-arafelag, sum frammanundan átti trolaranMagnus Heinason, byggir ein nútímansstóran yvirdekkaðan línubát, sum fekknavnið Leivur Hepni. Skipari var PállHorn, og Páll var so heppin at sleppa við.Tá vóru føroyingar aftur byrjaðir at veiðavið gørnum, so Leivur Hepni fór til Grøn-lands við hesum reiðskapi. Tað hevðigingið hampiliga við gørnum árini framm-anundan.Hetta gekk hampuliga at byrjað við.

Teir fingu 100 tons í saltfiski fyrstamánaðin. Men síðan fingu teir ikki inn íeygað.Um hesa tíðina vóru føroyingar eisini

farnir at veiða við gørnum undir Føroy-um. Hetta gekk stak væl. Skipini fingufyrst nógvan upsa og síðan nógvan tosk.Hetta frætta teir umborð á Leiv Hepna

sjálvandi, og teir gera ikki vandari enn atfara at sigla heim beinleiðis á Norðhavið.

Útróðrarmenn kendu seg hóttarMen tá hevði hesin garnafiskaskapurlongu skapað órógv millum útróðrar-menn, sum sóu hesa garnaveiðina sumeina hóttan bæði móti sær sjálvum ogeisini móti toskastovninum.Og so kemur hetta stóra ”djórið” aftur-

at inn á grunnin. Málið gjørdist politiskt,og løgtingið tók stig til at skerja garnaveið-una. Hetta skapti so aftur øði í garna-menn. Skipini fóru inn á Havnina, ogmanningarnar fóru niðan í tingið at geravart við sína ónøgd. Tað sluppu ikki allirmenninir inn, so restin stóð uttanfyritingið.Tá gjørdist tað tiltikna eggjakríggið.

Onkur manning hevði tikið ein eggja-kassa við sær í land, og teir fóru at blakaegg eftir tingmonnum, so hvørt teir komuút úr tinghúsinum.Páll kom tískil hendan túrin við Leiv

Hepna at vera burtur í heilar sjey mánaðir,og samlaða veiðan gjørdist bert 200 tons,íroknað tað sum fekst á Norðhavinum.Hetta var bert ein brotspartur av tí, sumskipið tók. Her var eingin møguleiki fyrilønandi rakstri.

Leivur Hepni gjørdist SkálafossurLeivur Hepni gjørdist seinni til kraft-blokkaskipið Skálafossur inni á Skála. Teirgjørdu tað gott. Síðan gjørdist hann tilHavlot í Fuglafirði. Tað gekk illa. Nú erhann Ruth hjá Gullak Madsen í Hirtshals.Tað hevur gingið stak væl.Páll fór so við Grasinum, fyrrverandi

Tummas við Kráir, á saltfiskaveiðu viðCanada, aftur við Páll Horn sum skipara.Teir munnu hava verið eitt tað seinastaføroyska skipið, sum veiddi inni í St.Lawrenceflógvanum í Canada. Har fisk-aðu føroysku trolararnir eisini. Inni íflógvanum var nógvur fiskur at fáa, menhann var bara so smáur, at teir rýmduhaðani.Teir fóru so til Labrador og síðan á

Flemish Cap, og har var nærum altíðfiskur at fáa.Heimkomnir fóru teir til Ullapool í

eistarafelagnum

24 � Mið & Magn • 1–2009

Skotlandi at keypa sild, sum varð saltaðuppí tunnur.

Í MaskinskúlaNú legst Páll aftur uppá land. Hann fer áTórshavnar Skipasmiðju at arbeiða. Fyri atsleppa á maskinskúla var neyðugt við 9mánaðar smiðjutíð. Eisini var neyðugt viðeitt árs siglingstíð við tænastu í maskin-rúmi, men hetta hevði hann longu fingið.So fór Páll á maskinskúlan, har Magn-

us Simonsen var stjóri. Her var Páll liðug-ur í 1973.

Eftir CubatrolarunumTá fekk Páll aftur eina spennandi upp-gávu. Hetta var at fara til Cuba eftir Cuba-trolarunum, sum Skipafelagið hevðikeypt. Teir vóru eina viku á Cuba at riggaskipini til. Tað var tó ikki nógv, teir sóu.Nógv var at gera, og tað slapst heldur ikkiuttan víðari í land. Men teir vóru so einaútferð. Her sóu teir í hvussu er, hvussupropagandain virkaði. Hon samsvaraðivist ikki rættuliga við verunleikin! Ferðinheim tók 18 samdøgur.Tað hendi einki meira við Cubatrolar-

unum í fyrsta umfari, so nú var hjá Páll atfinna sær nakað annað.

Á ferð kring knøttinHer var Páll aftur heppin. Hann slapp viðDorit Skou hjá reiðarínum Ove Skou.

Hetta var ein nýbygningur frá HelsingørSkibsværft, so Páll slapp at royna skipið frábyrjan av. Hann var eisini við royndartúrinvið gestum, tá teir aftaná komu at liggjavið Langelinje.Teir fóru fyrst upp til Kock í Finlandi at

lasta pappír til Australia. Hetta var einordans teinur. Teir sigldu 17 míl og nýttukortini 36 samdøgur um ferðina. Einaferðvóru teir inni á leiðini, og tað var í LasPalmas at bunkra.Teir komu til Sidney beint eftir, at tað

tiltikna Operahúsið var tikið í brúk.Arkitekturin var danin Jørgen Utzon. Taðvar so nógv rok um húsið, at Utzon vístiseg ikki aftur í Sydney. Hann er annarsjúst deyður, heiðraður av øllum.Í Australia lastaðu teir rásukur, sum

sær út sum putursukur. Hetta gekk skjóttfyri seg. Talan var um nútímans útgerð, ogteir fyltu skipið við 12.000 tonsum eftirfýra tímum. Teir førdu sukrið til Japan, hartað var upplossað í tveimum havnum,Osaka og eini havn nærindis.

FidjioyggjarnarSkipið fór so tømt til Fidjioyggjarnar íKyrrahavinum, har teir skuldu lossa sukurtil Onglands. Her var munur á. Nú tóktað ein heilan mánaða at fylla skipið.Sukrið varð í sekkjum siglt umborð íprámum. Sekkirnir vóru so handaðiruppá dekkið, opnaðir og stoyttir niður í

lastina. Tað vóru 125 mans, sum búðuumborð alla hesa tíðina.Í Fidji bar væl til at sleppa í land við

prámunum. Her lá eisini væl fyri at síggjaseg um, og her var sera vakurt.So var farið heim til London gjøgnum

Panamaveitina. Við munnan til Themsenmáttu teir landa 3.000 t. fyri at lætta umskipið, so tað kundi koma niðan til Towerat landa restina av lastini til eina gamlasukurfabrikk.Síðan fóru teir til Hamburg. Tá hevði

Páll verið verið kring allan knøttin, oghendan ferðin hevði tikið eitt hálvt ár viðspennandi upplivingum.

Hjá SEVNú fór Páll í land, tí hann ætlaði sær víðariuppá skúla beinanvegin. Hann hevði veriðjuniormeistari, men skuldi hann komahægri upp, var neyðugt við fulla maskin-útbúgving.Henda ætlan varð tó seinkað. Hann

kom tá tilvildarliga í starv hjá SEV, sumvar byrjað at byggja verkið á Sundi. Sohann kom at ganga vakt har, inntil hannfór á skúla. Nú er stórur trafikkur framvið Sundsverkið. Men soleiðis hevur taðikki altíð verið. Tá í tíðini mátti gangast avSundshálsi, hetta tók einar 20 minuttir.Heim aftur var niðanbrekka og var tað eittsindur strævið.Páll fekk so farloyvi frá SEV til at fara

aftur á maskinskúla, og tað var hann í1976/1977 í Danmark, og síðan tá hevurPáll starvast hjá SEV á Sundsverkinum.

Verkið á SundiHer arbeiða 25 mans í alt. Tveir eru altíðá vakt, og teir ganga trýskiftisvakt. Tað erufleiri, sum arbeiða fast um dagin. Tákunnu teir vera 10-12 mans til arbeiðis.Vansin við at ganga vakt eru tær skiftandiarbeiðstíðirnar, sum kunnu vera vanda-fullar fyri heilsuna. At mótvirka hesumroynir Páll at ganga nógv. Her hjálpir taðnógv, at hann hevur hund, og teir báðirganga upp til fleiri tímar hvønn dag, sumgangandi er.

Helvtin av føroyskum streymiÁ Sundi verður framleitt helvtin av øllumstreymi í landinum, og er tí eisini størstieinstaki elframleiðari. Tí er Sund eisinisera sárbart. Tað kemur fyri, at streymurinfer, og tá ilskast fólk sum rímiligt er. Taðverður tikið til, at hetta hendir ikki í Dan-mark. Men her er munurin tann, at Dan-

Mið & Magn • 1–2009 � 25

mark hevur kaðlar til fleiri grannalond,sum kunnu taka við í stundini, um tað erneyðugt.Annars hevur verið nógv menning á

Sundi. Teir gomlu motorarnir eru skiftirút. Nú eru um 64.000 hestakreftir áSundi, og teir brenna vanliga einar 100tons av olju um samdøgrið. Er turkur ellaonnur orsøk til, at vatntrot er, so má koyr-ast meira á motorarnar. Annars koyra teirsoleiðis, at tað er mest økonomiskt.Sigast kann, at Páll umframt holla út-

búgving eisini hevur sera breiðar royndirinnan maskinøkið.

Gjørdist fakfelagsmaðurTey fyrstu árini fingu maskinmeistararnirhandverkaraløn, men teir fingu so egnansáttmála í 1978. Tað var eisini um hesatíðina, at Páll gjørdist aktivur fakfelags-maður. Tá gjørdist hann álitismaður hjásínum starvsfeløgum.Páll kom í nevndina í maskinmeistara-

felagnum í 1983 og sat í fyrsta umfari til

1993. Tá fór Páll burtur úr nevndini avpersónligum orsøkum. Í 2001 kom hannaftur í nevndina, og í 2007 gjørdist hannformaður. Hetta hevur verið eitt áhuga-vert arbeiði, men eisini strævið. Í fakfe-lagsarbeiði er tað sum við so nógvumøðrum. Avbjóðingarnar verða fleiri ogfleiri. Tí verður meira og meira at gera, ogvirkisøkið hjá Maskinmeistarafelaganum,eins og hjá øðrum feløgum, verður størriog størri.

Skrivað: Óli Jacobsen

Tá Maskinmeistarafelagið og Føroya Skipara- og Naviga-tørfelag samtyktu at fara undir felags blaðútgávu, skipaðufeløgini fyri kapping, sum hevði til endamáls at finnablaðnum eitt navn, ið kann sigast at umboða samleikanhjá báðum feløgunum.Tá freistin var úti høvdu feløgini fingið tilsamans 18

uppskot.Fleiri av uppskotunum vóru góð, og tí vilja feløgini

takka øllum, sum tóku lut í kappingini.Feløgini vóru samd um, at lata Sjúrði Heinesen virðis-

lønina uppá 15.000 krónur, og blaðið fær tí navnið: MIÐ& MAGN.Sjúrður Heinesen sigur í stuttari viðmerking til upp-

skotið, at tað er grundað á, at talan er um tvey ymisk yrki.Eg havi roynt at finna eitt heiti fyri hvørt yrki og sett teysaman. Tað finnast sjálvandi nógv onnur heiti, men eghavi roynt at finna orð, sum eru løtt at siga.

Mynd frá vinstru Eyðstein Djurhuus, Sjúrður Heinesen ogPáll Hansen

Navnið „MIÐ & MAGN“

Skrivstovan og dagliga arbeiðiðSkrivstovan hjá Føroya Skipara- og Navig-atørfelag er opin allar yrkadagar frá kl. 9-15.Formaðurin og skrivarin starvast fast

hjá felagnum, og næstformaðurin er tilarbeiðis eftir tørvi.Limir og onnur venda sær regluliga til

felagið við ymiskum málum og fyrispurn-ingum.Felagið leggur stóran dent á at veita

eina munadygga tænastu til teirra, sumvenda sær til felagið.Føroya Skipara- og Navigatørfelag legg-

ur eisini stóra orku í at gera viðmerkingartil øll lógaruppskot og kunngerðir, sumviðvíkja viðurskiftunum hjá limum okk-ara. Hetta er okkara demokratiski rætturtil veruliga ávirkan, í einum vælvirkandisamfelag.Felagið er umboðað í fleiri alment sett-

um nevndum og ráðum. Til at røkja hesaruppgávur, má felagið nýta nógva arbeiðs-orku. Nevnast skal, at ongin samsýningverður latin fyri hetta arbeiðið.Fyri at veita limunum so góða tænastu

sum gjørligt er neyðugt at fylgja væl við,tá talan er um t.d. tvingsilssølur ogútistandandi hýru. Hetta kann vera tíðar-krevjandi arbeiðið, sum verður veitt lim-unum ókeypis. Her kunnu vit eisininevna, at tað kemur javnan fyri, at felagiðleggur út fyri hýru, og tryggjar sær peningvið sjópanti fyri okkara limir.Á heimasíðu felagsins – www.fsn.fo -

liggja allir sáttmálar og lønartalvur. Aktu-ell tíðindi verða javnan løgd á heima-síðuna; lat okkum eisini her nevna heima-síðan hevur nógvar vitjanir hvønn dag.

OljukreppaPrísurin á olju hækkaði óvanliga nógvmiðskeiðis í 2008. Trupult var at fáalønandi rakstur hjá fleiri skipabólkum.Reiðarafelagið ynskti tí at fáa samráðingarvið manningarfeløgini við grundarlagi íoljuprotokolatinum. Ført varð fram, at ummanningarfeløgini ikki vildu samráðast, sometti Reiðarafelagið seg at vera frítt stillaðtil at samráðast beinleiðis við einstøkumanningarnar.Hesa støðu ynsktu vit ikki at koma í.

Eftir tveir samráðingarfundir góvu mann-

ingarfeløgini eitt tilboð til Reiðarafelagiðfyri skipabólkin Lemmatolarar.Feløgini góvu tilsøgn um, at býtispro-

sentið, tað sum eftir var av sáttmálaskeið-num varð sett til 26%. Harumframt góvufeløgini tilsøgn um, at gera líknandi avtalufyri aðrar skipabólkar. Kravt var eisini avReiðarafelagnum, at teir skuldu noktalimum sínum, at taka upp samráðingarbeinleiðis við einstøku manningarnar umtær høgu oljuútreiðslurnar. Tá nakað varfráliðið skiltist, at Reiðarafelagið ikki varhuga fyri hesum, og tí spurdist onki burt-urúr.Okkum vitandi verða allir sáttmálar

fylgdir. Tí betur er oljuprísurin nú lækk-aður munandi, men protokolatið er enn ísáttmálanum. Felagið vil her nýta høvi tilat takka Fiskmannafelganum og Maskin-meistarafelagnum fyri gott samanhald. Íhesum føri var veruligur vandi fyri, atallur sáttmálabygnaðurin fór fyri bakkaundir oljukreppuni.

FiskidagarÁ Ólavsøku 2008 legði Landsstýriðuppskot fram um fiskidagar fyri komandifiskiár. Uppskotið var rættuliga víðgongt,og var ein avskrift at tilmælinum frá Fiski-rannsóknarstovuni. Lagt varð upp tilmunandi niðurskurð í fiskidagatalinum ogvíðfevndar økisfriðingar. Øll vinnan varðskelkað av uppskotinum, og tá bæðiløgmaður og fiskimálaráðharrin nevnduhetta størsta frambrot fyri føroyska vinnusíðan avtøkuna av Einahandlinum vóruvit mong, sum øtaðust. Um uppskotiðvarð sett í verk, so hevði allur heimaflotinkomið í stórar trupulleikar. Hetta var einálvarsom hóttan omaná torføru støðuna -sum vinnan var í - orsakað av minkandifiskiskapi, høgum oljuprísi og hækkandirentu.Endaliga úrslitið gjørdist ein niður-

skurður á 15%, og óbroyttar friðingar.Felagið hevur ongan áhuga í, at fiskidaga-talið/skipatalið er so høgt, at ongin færlønandi rakstur. Men vit sakna ein skip-

aðan politikk, sum hevur til endamáls atminka skipatalið, samsvarandi fiskidaga-talinum. Tá fiskidagatalið verður lækkað,fáa øll skip trupulleikar, og skipini muguso sjálv royna at keypa frá hvørjum øðr-um. Hetta kann vera torført, tá allir havaov fáar dagar frammanundan. Fiski-vinnupolitikkurin má skipast soleiðis, attil ber at fáa tey elstu og mest ótíðarhósk-andi skipini burturúr flotanum, og soleiðisgeva meira rúmd fyri teimum, sum erueftir.

Aðrar avtalurSmærru trolbátarnir avrokna framvegismanningarnar uppá fleiri ymiskar mátar.Felagið hevur ikki sáttmála við FelagiðTrolbátar, og hetta felagið er ikki partur avReiðarafelagnum. Tó brúkar Lønjavn-ingarstovan sáttmálan við Reiðarafelagið,sum grundarlag fyri útrokning av inntøku-trygd. Soleiðis missa hesir menn inntøku-trygd, og vandi kann verða fyri at missarættin til sjúkrapening frá Lønjavning-

26 � Mið & Magn • 1–2009

Tíðindi frá Skipara- og Navigatørf

Áshild Joensen skrivstovukvinna

Á heimasíðu felagsins – www.fsn.fo - liggja allir sáttmálar og lønartalvur.Aktuell tíðindi verða javnan løgd á heimasíðuna; lat okkum eisini her nevna,at heimasíðan hevur nógvar vitjanir hvønn dag.

arstovuni, tá ein ikki er løntur sambærtgaldandi sáttmála.Skattavaldið kann eisini álíkna eyka

skatt, um teir gerast varir við, at fiskimennikki verða avroknaðir sambært sáttmála.Hesi skip eru undir mynstringarskyldu,teigurin á mynstingarskjalinum um hvørsáttmáli/avtala skal brúkast, eigur atverða fyltur út. Um ivamál tekur seg upp,hvat er galdandi, so hevur reiðarin próv-byrðuna. Her eigur at vera nevnt, atfelagið førir eitt rættarmál vegna ein lim,sum krevur, at avroknast skal eftir sátt-málanum.Vit meta ikki at rætturin er rætta stað-

ið til at fáa hendan skipabólk undir skipaðiviðurskifti. Allir partar mugu síggja, atóskilið, við so nógvum ymiskum avrokn-ingarhættum, má halda uppat.

Eftirlønarviðurskifti ífiskiskipaflotanumFøroya Skipara- og Navigatørfelag hevurnú ásannað, at skipanin við einum inn-gjaldi fyri hvønn mynstraðan dag, helstikki er tann rætta. Øll onnur á arbeiðs-marknaðinum gjalda inn eftirløn í mun tilinntøkuna, hetta er galdandi bæði fyrihøgt og lágt lønt.Núverandi skipan hevur ein innbygd-

an skeivleika. Hetta hevur samband við,

at teir sum forvinna frægast, eru sumoftast teir, sum hava eina skiftisskipan ogharvið fægst dagar í sjónum. Tað sama ergaldandi fyri tey skip, har inntøkan ikki erso góð; har mugu menninir hanga í, ogvera nógvar dagar burturi. Á henda háttspara teir minst upp, sum hava besturáðini. Hetta er galdandi bæði fyri partinhjá reiðaranum og hjá manninum sjálv-um.

FAS skipanTað er altavgerandi fyri farmaskipaflotan,at kappingarførið er líka gott sum hjágrannalondunum. Broytingarnar, sumkomu í gildi 1. januar 2009, skuldu gjørtokkara skipan kappingarføra. Sjómennundir FAS koma at gjalda 35% í skatti ogreiðaríini fáa 35% í afturbering.Okkara uppgáva verður so at tryggja,

at lønarlagið ikki er verri enn aðrastaðni.Tá hýrur verða samanbornar við hýrur íøðrum londum, má havast í huga, atlønarlagið sum heild er munandi hægri íNoregi og Danmark, enn her hjá okkum.Stórur munur er eisini á inntøkumøgu-leikunum hjá teimum ymisku skipabólk-unum, og lønarspreiðingin er rættuligastór. Her eigur at vera nevnt, at persón-ligar avtalur eru rættuliga vanligar; tá ertalan um, at einstaklingar samráðast um

sína løn. Sáttmálalønin er eitt slag avminstuløn. Søfartens Ledere í Danmarkhevur kannað lønarlagið og hevur stað-fest, at stórur munur er millum inntøkunafyri sama starv. Vit hava fingið innlit í hesalønarkanning.Her hjá okkum fáa flestu navigatørar

meir enn sáttmálalønina. FSN hevur onkiímóti at goldið verður meiri í hýru. Taðræður kortini um, at fylgja væl við, at altov stórur munur ikki verður ímillum per-sónar, sum gera sama arbeiði.

Nógv skip skuluundir føroyskt flaggNú inntøkurnar hjá landshúsarhaldinumeru nógv minkaðar, serliga orsakað avminkandi fiskiskapi, er politiski viljin, atnýggjar inntøkur skulu koma frá einikappingarførari FAS skipan. Um hetta ferat eydnast, so fáa føroyskir sjómenn fleirivinnumøguleikar. Føroya Skipara- ogNavigatørfelag vil viðvirka á allan hátt, athetta skal eydnast.Tó vilja vit ávara ímóti, at allar hurðar

verða latnar upp á víðan vegg. Tíverri vitavit, at nógvir óseriøsir luttakarar, eru íaltjóða sjóvinnu.Tað skal meir enn eitt føroyskt flagg á

hekkuna, fyri at skapa eina sjóvinnu. Allarfortreytir eru til staðar, at reka veruligt

Mið & Magn • 1–2009 � 27

felagnum

Frá vinstru: Eyðstein Djurhuus, Leivur Christiansen, Regin Nónstein, Dan Ingi Andreasen, Jóhannes Jacobsen, EllinturAbrahamsen, og Harry á Lakjuni.

28 � Mið & Magn • 1–2009

reiðarí/shipping virksemi her í Føroyum.Allir partar í vinnuni mugu stimbra hesitilgongd.Felagið hevur verið við til at stovna

Maritimt Forum. Hetta er ein áhuga-felagsskapur, sum hevur til endamáls atøkja um áhugan fyri Shipping-vinnuni íFøroyum. Felagið metur, at tað hava stór-an týdning at fakfeløg, reiðarar og onnuráhugaði kunnu samstarva um tey viður-skifti, sum vit eru samd um.

Bjarging av Smyril LineNakað av orðaskifti hevur verið um taðvar rætt av Løgtinginum at bjarga SmyrilLine undan húsagangi. Fakfeløg havaeisini blandað seg uppí orðaskiftið. FøroyaSkipara- og Navigatørfelag tekur ikkistøðu til politisk mál, men vit fegnast um,at hesi arbeiðspláss eru varðveitt. Út-lendsk flutningsfeløg eru seinastu árini,komin inn á føroyska marknaðin, og taðhevur ikki bara verið til gagns fyri før-oyska sjómannin.

SamlagstryggingManningarfeløgini hava síðan ár 2000havt eina felags samlagstrygging fyri limirsínar. Fiskimannafelagið hevur nú tryggjasínar limir hjá ALKA í Danmark. Sumskilst, so er hendan avgerð tikin av fak-felagspolitiskum orsøkum. Henda avgerðávirkar okkara trygging rættuliga nógv, tílimirnir í FF eru í miðal 13 ár yngri, enn

restin. Kostnaðurin hækkar 6%, hvøja ferðmiðalaldurin hækkar við einum ári.Feløgini, sum nú eru eftir í skipanini,kannaðu møguleikarnar hjá fleiri trygg-ingarfeløgum, tá fortreytirnar broyttust sonógv. Vit valdu at gera sáttmála við LÍV,um eina trygging, har útgjaldið við deyðaer 700.000,- kr. við 50 ára aldur. Upp-hæddin lækkar við 25.000,- kr. fyri hvørtár. Útgjaldið við hættisliga sjúku er nú100.000,- kr. Frítíðar vanlukkutrygginginer ikki við longur. Kostnaðurin er nú 290kr. um mánaðin.Feløgini hava kannað møguleikan fyri

at hava eina lokaupphædd, sum part avsamlagstryggingini. Aldursbýtið hjáokkum hevði gjørt, at ein lokaupphæddhevði verið sera kostnaðarmikil. Roynd-irnar hjá øðrum, sum hava lokaupphædd-ina við, eru, at er ein fyrst byrjaður, so berikki til at gevast aftur. Øll sum hava goldiðinn hava sjálvandi rætt til útgjald. Teysum hava verið við, áðrenn lokaupp-hæddin er sett í verk, kenna seg snýttan.Vit mugu heldur fáa gjørt okkurt muna-gott á eftirlønaruppsparingina, serliga fyrifiskiskipini.

Limaskapur og limagjøldFøroya Skipara- og Navigatørfelag hevuraltíð mælt føroyskum navigatørum, sumsigla í útlondum, til at vera limir í fakfelag,har sum skipið hoyrir heima. Hetta erserliga galdandi fyri Norðanlond, sum

hava vælvirkandi feløg og arbeiðsmark-nað. Føroyskir navigatørar sigla eisini viðskipum úr øðrum londum og við skipumundir hentleikafløggum. Felagið vil gjarnabjóða hesum limaskap hjá okkum, sjálvtum vit ikki hava samráðingarrætt fyri hesistørv. Felagið kundi brúkt okkara millum-landa kontaktir, til at hjálpt hesum limum,tá trupulleikar taka seg upp. Sum nú er,hava vit bert limir, sum vit hava sáttmálafyri, og hvílandi limir. Nevndin hevur eitttilmæli til aðalfundin, um lógarbroyting í§ 7, um limagjøld.

IFSMAInternational Federation of Ship Master´sAssociatiotions, er ein altjóða felagsskapurfyri skipsførarar. Her verður serligurdentur lagdur á at arbeiða fyri øllumviðurskiftum hjá skipsførarum. Felags-skapurin hevur stóra ávirkan á altjóðasjóferðslupolitikkin. Tey mál, sum erunógv frammi nú, eru millum annað sjóránog rættartrygd. Lat okkum nevna her, atforsetin í IFSMA er sviin Christer Lindvall,sum fleiri ferðir hevur verið í Føroyum áNordisk Navigatørkongress. Felagið hevurnú fingið limaskap í IFSMA. Vit havateknað okkum fyri 100 skipsførarar.Føroya Skipara- og Navigatørfelag fær

neyvan stórvegis ávirkan á altjóða sjó-ferðslu, men tað hevur týdning at verðavið og fáa kunning um tað, sum hendir.Føroyskir sjómenn ferðast um øll heims-

Samstarvsavtala við Søfartens Ledelse

Mið & Magn • 1–2009 � 29

Føroya Skipara- og Navigatørfelag og danska felagið „Sø-fartens Ledere“ hava undirskrivað eina samstarvsavtalu,sum hevur til endamáls at styrkja samstarvið millumfeløgini.Avtalan hevur eisini til endamáls at tryggja, at allir

sáttmálar, sum feløgini gera, kunnu sigast at vera á samastøði, tá talan er um løn og setanarviðurskifti; hetta ergaldandi bæði fyri yvirskipað viðurskifti og persónligarsáttmálar.

Samstarvið er nú eisini skipað á tann hátt, at FøroyaSkipara- og Navigatørfelag kann veita føroyingum, sumeru limir í Søfartens Ledere tænastur, á sama hátt, sumSøfartens Ledere kann veita føroyskum yvirmonnumtænastur fyri Føroya Skipara- og Navigatørfelag.

Eyðstein Djurhuus, formaður í Føroya Skipara- og Naviga-tørfelag, og Peer B. Brandenborg, formaður í SøfartensLedere, skrivaðu undir avtaluna 17. mars 2009.

høvini, og hvør veit, áðrenn vit vita av,kunnu vit hava brúk fyri einum felags-skapi sum IFSMA.

Samstarvsavtala viðSøfartens LedereStórt tal av føroyskum navigatørum sigla ídanska handilsflotanum. Nógvir av hesumeru fyrrverandi limir hjá okkum. Felagiðfær javnan fyrispurningar frá teimum umymisk viðurskifti. Hesi eru millum annaðskatta- og almannamál, spurningar umútbúgving og vinnubrøv. Vit vilja sjálvandihjálpa eftir førimuni. Danska Navigatør-felagið, sum nú eitur “Søfartens Ledere”,hevur 203 virknar limir, sum búgva íFøroyum. Tað kann verða torført at metaum, hvussu nógvir føroyskir navigatørarsigla undir DIS, men eitt tal uppá 500 er

nokk ikki av leið. Hetta sigur okkum, atnógvir ikki eru limir í fakfelag, og soleiðisspæla fríspæl, og fáa fyrimunirnar av, atonnur gjalda fyri at hava ein skipaðansáttmála.Søfartens Ledere hevur umleið 3.000

limir. Mett verður, at 80% av øllumnavigatørum eru limir í fakfelagnum.Føroya Skipara- og Navigatørfelag og

Søfartens Ledere hava seinastu tíðinaarbeitt við at gera eina samstarvsavtalu,sum skal gagna limunum í báðum feløg-unum.

Avbjóðingar og framtíðinFíggjar- og búskaparkreppa, merkja orða-skiftið nógv um dagarnar. Fiski- og Sjó-vinna hava ígjøgnum allar tíðir veriðnoyddar at tillaga seg nógv til skiftandi

umstøður. Limir okkara hava ein stóranfyrimun fram um mong onnur. Teir erurættuliga mobilir, og kunnu lættliga søkjasær hýru í øðrum londum og soleiðisforsyrgja sær og sínum, hóast vinnumøgu-leikarnir eru skerdir heima hjá okkum.Stórar peningaupphæddir koma soleiðis tilokkara samfelag.Føroya Skipara- og Navigatørfelag sær

tað eisini sum sína uppgávu at virka fyriáhugamálunum hjá teimum, sum sigla íøðrum londum.Føroysk fiskivinna hevur stórar avbjóð-

ingar fyri framman. Vit kunnu óivað ølllæra av teimum mistøkum, sum gjørderu. Heldur enn at geva nøkrum skuldina,vilja vit í felag líta frameftir, og viðvirka tilloysnir og frambrot, sum gagna okkumøllum.

30 � Mið & Magn • 1–2009

Støðan hjá parti av okkara fiskiflota er ikkigóð. Fleiri skipabólkar eru í tungumsjógvi; heimaflotin tikist at vera ringastfyri. Tær avrokningar, sum vit í Maskin-meistarafelagnum síggja fyri línuskip erusera vánaligar, so útlitini eru ikki góð.Oljukreppa var eisini ein stóran part

av 2008, og førdi hetta millum annað viðsær, at býtisprosentið bleiv lækkað 1 %fyri lemmatrolarar restina av sáttmála-skeiðinum.Formaðurin í Føroya Reiðarafelag boð-

aði tíðliga í 2008 frá , at nú skuldi talvurvaskast reinar og nýhugsan skuldi til. Fyriat fáa ein dialog um hettar, gav Maskin-meistarafelagið Reiðarafelagnum eitt upp-skot, sum í stuttum gekk út uppá at sjón-armiðið, har bæði partbýtissáttmálin øðru-megin og sjónarmiðið um fasta inntøkukundu samansjóðast.Hugsanin hjá okkum er at gera eina

fastlønarskipan “omaná” verandi sátt-mála, Í høvuðsheitinum verður tá talanum eina tryggjaða minstuhýru við eftirløn-arskipan, eina 1 til 1 skipan og helst trygg-ari setanarviðurskifti. Partsbýti kemur soinn í myndina, tá góður fiskiskapur gevurmeira enn áðurnevndu tryggjaðu minstu-hýrur.Tað kom ongin reaksjón frá Føroya

Reiðarafelag. Reiðarafelagið boðaði so fráí november, at sáttmálin bleiv uppsagdurtil 1. jan. 2009.

EftirlønMaskinmeistarafelagið hevur til hesarsamráðingar givið eftirlønarspurninginumfyrsta prioritet. Vit mugu rokna við, atpolitiska skipanin fer at krevja, at fólksjálvi skulu spara upp til eftirløn, og umfeløgini ikki fáa hetta í lag, so verður taðkroyst niður yvir okkum.Uppskotið frá yvirmannafeløgunum

var so at broyta daggjaldið hjá reiðarumupp á 30,- kr. um dagin til eitt prosent-gjald, sum svarar til 35,- kr. um dagin,meðan limirnir sjálvir gjalda 4 % av hýrunitil eftirløn. Soleiðis hevði man fingið eina

byrjan, har eftirlønargjaldið var 5,5 % avhýruni.Vit royndu at greiða Reiðarafelagnum

frá, at tað er vanligt innan allan arbeiðs-marknaðin, at eftirløn verður goldin sumprosentgjald og tað er eisini rættast atgjalda nógv til eftirløn, tá ið inntøkan ergóð, meðan minni verður goldið, tá iðinntøkan er vánalig.Tað tóktist sum um Reiðarafelagið

skilti hetta, men teir gingu kortini ikki viðtil annað enn 35,- kr. pr. mann pr. dag.Teir vildu tó ganga við til harafturat atdraga 4 % av hýruni og senda alt eftirløn-argjaldið (35,- kr. + 4 %) til eina eftirløn-arskipan hjá LÍV. Hervið hava vit so hóastalt fingið eina byrjan upp á eina veruligaeftirlønarskipan.Ásannandi tað út av lagi vánaligu støð-

una hjá fiskiflotanum, vóru ongar aðrarbroytingar gjørdar í sáttmálanum og sátt-málin heldur tí fram til 1. januar 2010.Semja millum FR og MF varð undirskriv-að tann 16. februar.

FAS/FarmaskipasáttmálinHesin sáttmálin bleiv uppsagdur til at faraúr gildi 1. januar 2009. Í sambandi við talógarbroyting, sum kom í gildi 1. januar,har sjómenn skulu gjalda 35 % í skatti ogreiðaríið fáa eina afturbering uppá 35%.Vit gjørdu nakrar útrokningar av,

hvussu lógarbroytingin ávirkar lønirnar ogvísti tað seg, at lønir lægri enn 35.000 kr.um mánaðin fáa ein hægri skatt enn áður.Vit hava saman við hinum sjómannafelag-num verið á fundi við vinnumálaráð-harran og FAS-stjóran og tosa um støðuna,bæði viðvíkjandi skatti og við ALS.Tann fyrsti samráðingarfundurin við

Reiðarafelagið fyri Farmaskip var fyrst íjanuar 2009 og vóru MF, FSN, FMPF ogFF samd um eitt felags upplegg til hendafund. Tað hava síðani verið fleiri fundir,men tað hevur gingið sera striltið. Á funditann 18. februar bleiv greitt at Fiski-mannafelagið ikki framhaldandi var parturav samráðingarnevndini. Síðan hava MF,

Tíðindi frá Maskinmeistarafelagn

Mið & Magn • 1–2009 � 31

FMPF og FSN hildið fram saman, og ertað gjørd ein ávegis semja og tað líður vælat gera ein endaligan sáttmála.

GA/APKVit hava verið í Grønlandi og haft fund viðGA og Polar Seafood. Reiðarin hjá PolarSeafood var ikki sinnaður at gera nakransáttmála við MF, men teir søgdu, at teirstórt sæð fylgja APK sáttmálanum. Teir íGA vóru meira positivir og fingu vitfundarboð frá GA um at møtast í Íslandi ísamband við fiskarímessuna, sum var harí vár. Vit møttu, men har vóru ongi um-boð frá GA, men vit fingu tó eitt gott prátvið umboð fyri Royal Greenland.Tað tykist at vera sera trupult at fáa

nakrar avtalur gjørdar. Tað er sum viljinikki er so góður í hinum endanum. Vithava eisini haft fund við reiðaran á PolarPrincess um avtalu, men heldur ikki herer gjørd nøkur avtala, Vit royna tó at havaein positivan dialog við teir allar. Men taðer trupult tá viljin ikki tykist, at vera tilstaðar.

SEV-IRFHesir sáttmálar eru galdandi til oktober2010. Høvuðsbroytingin undir síðstusamráðingum var tann, at maskinmeist-arar hjá SEV/IRF og almennum størvumá landi, nú verða løntir eftir somu lønar-talvu.

Strandfaraskip LandsinsHesin sáttmálin er eisini galdandi fram tiloktober 2010. FMR ynskti undir seinastusamráðingunum, at ein fastlønarskipanvarð gjørd við SL. Starvsmannafelagið ogFøroya Skipara- og Navigatørfelag hava ídag fastlønarsáttmála við SL.Tað vildi Maskinmeistarafelagið ikki

gera undir sáttmálasamráðingunum, tí vitmettu, at hetta var so umfatandi, at taðmátti orðast í sáttmálaskeiðnum. MF tóksíðani fund við limir, sum starvast hjá SLog fingu vit valt tveir álitismenn - ein fyriSmyril og ein fyri hini skipini. Tað hava

verið 5 til 6 fundir millum MF, SL oglønardeildina og hava álitismenninir veriðvið til hesar samráðingar. Tað hevur vístseg, at tað eru serliga tveir spurningar,sum í løtuni skilja partarnar, og eru tíhesar samráðingar fyribils lagdar á ís.

Útlendskir sjómenn við føroyskumskipumÍ 2008 eru vit komnir at kenna skipanøvnsum Orion og Topaz. Málið viðvíkjandiTopaz trúu vit bleiv loyst við at íløgufe-lagið hjá LÍV, Royndin, átók sær at gjaldaløn og heimferð.Orion var eitt dømi um føroyskt reið-

ari, sum ikki rindar mánaðarlønina til tíð-ina, og til endans helt uppat við at gjalda.So gongur tíðin og reiðarin letur standa tilog fortelur fólki, at pengarnir koma umnakrar dagar. Maskinmeistarafelagið fórinn í hettar mál, hóast maskinmeistarinikki var limur í Maskinmeistarafelagnum.Nevndin metti, at felagið hevði eina mor-alska skyldu at taka sær av maskinmeist-arum, sum eru komnir soleiðis fyri or-

sakað av, at ein føroyskur reiðari ikki held-ur sínar skyldur.Vit eru vitandi um at maskinmeistarar,

sum eru farnir heim uttan at hava fingiðsínar hýrur. Hvussu blívur við hesumlønareftirstøðum vita vit ikki, men vithava boða teirra agentum frá, at vit ikkifara at viðgera hesi mál, tá hesir menn ikkieru limir hjá okkum.Um jólini hoyrdist so aftur um trupul-

leikar við Topas, og nú fyri stuttum hevurmálið aftur verið frammi. Hetta er eittótrúliga keðiligt mál, men MF ferð ikki atblanda seg í hetta.

Framtíðar eftirlønarskipanFyri einum trimum árum síðanI settitáverandi landsstýrið, ABC-samgongan,ein arbeiðsbólk til at gera eina framtíðareftirlønarskipan. Endamálið var at skipaviðurskiftini soleiðis, at vit fáa einafíggjarliga haldbara eftirlønarskipan, iðtryggjar øllum ein virðiligan og góðanaldurdóm.Hesin arbeiðsbólkur hevur framlagt

num

32 � Mið & Magn • 1–2009

sítt álit, men enn er hetta ikki endaligalagt fram til hoyringar. Kortini kann sigast,at tilmælið gongur út uppá, at allirborgarar gjalda 15 % av øllum lønargjald-ingum frá 2018 og, at minst 10,5 % skulufara til eftirlønaruppsparing.Skattafrádráttur verður bert veittur fyri

inngjøld til ratueftirlønir og lívlanga veit-ing. Skattafrádráttur verður ikki veitturfyri inngjøld til kapitaleftirlønir.

SamlagstryggingFiskimannafelagið boðaði í heyst frá, atteir fóru úr LÍV, og vildu flyta sínar trygg-ingar til Alka har limirnir í Samtak havasínar tryggingar. Maskinmeistarafelag boð-aði frá, at vit ikki vildu flyta pengar avlandinum og at felagið metti eisini, at manfekk eins góðar treytir hjá føroyskum veit-arum. Sáttmálin við LÍV bleiv sagdur upp,og biðið bleiv um nýtt uppskot til samlags-trygging frá Lív og Betri Pensjón har FSNog MF vóru í samstarvi.Tað bleiv til einar 5 til 6 fundir við

tryggingarfeløgini. Samanumtikið kannsigast, at ikki stórvegis munur var átilboðunum og nevndin samtykti á fundi19. desember 2008 at halda fram hjá LÍV.Kostnaðurin er nú farin frá 240,- kr. ummánaðin til 290,- kr. um mánaðin. Útgjaldvið deyð er 700.000,- kr. við 50 ár ogfellur við 25.000.- kr. um árið fram til 67ára aldur. Útgjald við hættisligar sjúkur ernú 100.000,- kr. og frítíðarvanlukkutrygg-ingin er fallin burtur.Samstundis verða inngjøldini nakað

umskipað soleiðis, at eftirlønargjøld ogtryggingargjøld fara inna á eina og somukontu. Mett verður, at hetta fer at geraskipanina lættari at umsita og at tryggja, atgjøldini altíð koma inn.

Maritimt ForumMaskinmeistarafelagið er limur í felags-skapinum Maritimt Forum, hvørs enda-mál er at verða kveikjari fyri føroyskashipping vinnu, bæði á sjónum og á landisoleiðis, at henda vinnan við tíðini kanngerast eitt gott ískoyti til tann føroyskasamfelagsbúskapin.Vit meta eisini, at tað hevur stóran

týdning at øll, sum vilja hesi vinnu væl,samstarva. Miðað verður eftir, at vit í2015 í Føroyum hava eina shippingvinnu, sum í dagsins pengum (2008) hev-ur eina valutainntøku til samfelagið, sumsvarar til 2 milliardir krónur

VinnuháskúlinStøðan á Vinnuháskúlanum er ikki góð,men vit kunnu byrja við tí positiva, og taðer, at næmingatalið á skúlanum er vaks-andi. Tá ið næmingatalið veksur, so færskúlin sjálvandi tørv á fleiri undirvísing-arhølum og hægri fermetratali. Tí var taðkeðiligt at frætta, stutt eftir at tann nýggjasamgongan var skipað, at ætlanin hjálandsstýriskvinnuni í mentamálum er attaka ovastu hædd á skúlabygninginum viðKrákugjógv til annað endamál. Hetta vísirgreitt eina manglandi vitan hjá MMR ummaskinmeistaraútbúgvingina. Sum kunn-ugt, so er hesin bygningur innrættaður viðjúst teimum hølum og serútgerð, sum erneyðug til útbúgving av maskinmeistaran-um.Eftir okkara metingum verður í fram-

tíðini støðugt brúk fyri at tillaga og út-byggja hølir til tann serstaka tørvin, sumundirvísing á Vinnuháskúlanum krevur. Tívóna vit, at ætlanin verður endurskoðað.Tá nýggja fíggjarlógini bleiv løgd fram sást,at játtanin til Vinnuháskúlan var nógvskerd. Tað koma at mangla tvær milliónirtil rakstur og stjórin boðaði frá, at taðverða ikki tiknir næmingar inn í ár tilmaskinistútbúgvingina og, at flokkarskuldu leggjast saman.Samlestur kann verða góður, men er

treytin tá, at alt verður tikið við. Eftir mínimeining eru tað ikki øll fak, sum eruegnaði til samlestur. Man skal ansa seravæl eftir, at útbúgvingarnar ikki flata út ogharvið missa síni eyðkenni.Tað ávirkar støðið á útbúgvingunum

og tí má man verða sera varin við ikki atleggja ov nógv saman. Ungfólk sum í dagfara undir útbúgving kanna hvørjum støðiútbúgvingin er á, áðrenn tey velja út-búgvingarstað. Á DTU er maskinmeist-araútbúgvingin nú á bachelor støði; harganga fleiri føroyingar, helst av somu or-søk.Í Útbúgvingarráðnum hjá skúlanum

eru umboð fyri feløgini og ta vinnu, sumhevur tørv á hesum næmingum, tá ið teirhava fingið síni prógv. Tá átti málið at veritikið upp í Útbúgvingarráðnum.Málið um Vinnuháskúlan hevur eisini

verið til viðgerðar í Løgtinginum og fleiritingmenn vóru sera ónøgdir við handfar-ingina. Onkur av tingmonnunum mæltilandsstýriskvinnuni í mentamálum til atrudda upp í leiðsluni á skúlanum.Nú tað fer at nærkast teimum 5 árun-

um síðani samanleggingina, er tíðin kom-

in til at gera eftirmetingar av skúlanum ogyvirskipaðu leiðsluni til frama fyri teirnæmingar, sum vónandi koma at gangahar í framtíðini. Tað kundi eisini veriðáhugavert at vita, um hesin samanlagdiskúli fór at hava eftirútbúgvingar fyrimaskinistar og maskinmeistarar. Vit metaeisini at tørvur er á eftirútbúgvingarmøgu-leikum á Vinnuháskúlanum.

Bjarging av Smyril LineVit fingu áheitan frá Samtak um felagsmótmæli saman við øðrum feløgum. Vitsendu eitt skriv til flestu feløgini, har vitsvaraðu, at Maskinmeistarafelagið ikki tókstøðu til slík mál og vístu til lógir felagsins.Vit vístu á, at útlendsk feløg, sum siglaupp á Føroyar, ikki tykjast vera sinnaði atgjalda tann kostnað, sum er av at brúkaføroyska manning við teirra skipum. Hesirreiðarar velja heldur at brúka bíliga út-lendska manning, sum ikki er sett eftirføroyskum sáttmálum.Okkum kunnugt er øll tann fasta

manningin umborð á Norrønu føroysk, ogverður lønt samsvarandi føroyskum sátt-málum.

NMFHer hava vit verið til tveir fundir í Norð-urlendska felagskapinum NMF, – ein íStokkhólmi og ein hjá Metal Søfart í Keyp-mannahavn. Á fundinum í Keypmanna-havn tóku vit upp spurningin um teirmongu maskinmeistararnar, ið sigla viðnorskum og donskum skipum. Her kunduvit hugsað okkum at verið meira aktivirsoleiðis, at vit eisini kunnu umboða teir,sum búgva í Føroyum. Tað eru til dømisbert millum 60 til 70 føroyingar í Maskin-mesterforeningen. Hetta skal takast uppaftur á komandi fundi í NMF.

ALHEIMS BÚSKAPARKREPPAN hevureisini rakt føroyska fiskivinnu. Prísurin átoski og hýsu er farnir niður í helvt, inn-tøkur fiskimanna eru lækkaðar samsvar-andi, við línuskipunum eru mest sum bertminstulønartúrar. Aðrir skipabólkarmerkja eisini nógv lækkaðu fiskaprísirnar,hesir eru, flakatrolarar, garnaskip, ogsmærru trolbátarnir. Vit fáa nokk einkigjørt við støðuna, vit mugu bert vóna, atútlitini batna aftur skjótt.HJÁLPARPAKKAR verða latnir

kreppuraktum vinnulívi í okkara granna-londum. Higartil hava vit onga ábendingfingið um nakra hjálp til okkara høvuðs-vinnu, heldur tvørtur ímóti. Ætlanir eruum at skerja inntøkutrygd fiskimannamunandi. Tað kann tykjast løgi, at lagt

verður eftir inntøkutrygdin, nú mest erbrúk fyri henni.SKATTAFRÁDRÁTTURIN hjá fiski-

monnum kemur javnan fram, tá orða-skiftið er um hallið hjá landshúsarhaldin-um. Løgmaður er endurgivin fyri at siga,at hesin møguleiki eisini verður kannaður.Vit kenna øll alt rumblið, hvørja fer okkurtskal sparast á øðrum økjum í samfelag-num. Tað gongur bert stutt tíð so, eru

spariætlaninar sleptar, og ein eykajáttanhevur loyst trupulleikan.FISKIVINNAN merkir kreppuna svár-

ast av øllum, og tað er nokk hon sum skalføra okkum ígjøgnum kreppuna. Tískil eronki høpi í, at leggja meinbogar í vegin,nú harðast leikar á.

Eyðstein Djurhuus formaðurFøroya Skipara- og Navigatørfelag

Mið & Magn • 1–2009 � 33

Týskvøldið 12. mars var framløga í Mið-lahúsinum av nøgdsemiskanning, sumSkipaeftirlitið og Fiskimannafelagið havagjørt í felag.Lat okkum fyrst siga, at tað er sera

gott, at henda kanning er gjørd. At kann-ingin vísir manglandi trygdarvenjingarumborð á skipum okkara, kemur helstikki óvart á tey, ið arbeiða í hesa vinnu.Stjórin í Skipaeftirlitinum vísti á, at tað

er skiparin, sum hevur ábyrgdina av, attrygdarvenjingar eru.Er málið so einfalt, kunnu vit spyrja.Sjálvur haldi eg, at tað hevði verið gott

at viðgjørt fleiri spurningar um persónligatrygd umborð. T.d. eiga vit at spyrja ummenn brúka trygdarskógvar, oyraverju,verndarbrillur og hjálm - har tað er neyð-ugt?Vit eiga eisini at fáa greiðu á um fólk

eru kunnað um, hvørji kemisk evni eru ít.d. vaskievnum, og hvør vandi liggur í

hesum. Og soleiðis kundu vit hildið á.Tað, sum er mest umráðandi er at fáa

greiðu á, hvussu nógv fólk koma til skaðaumborð á føroyskum skipum, og hvørjireru teir mest vanligu skaðarnir.Tað vil siga, at skulu munagóðar

ábøtur gerast so er neyðugt at fara undirat skráseta tær vanlukkur, sum henda.

Burtur úr skrásetingum fáa vit hagtøl, sumkoma at siga, hvar teir størstu trupulleik-arnir eru, og hvar tað er mest umráðandiat fáa bøtt um støðuna.Lat okkum her nevna, at kanningar

hava víst, at tá arbeitt verður í vaktumkunnu fleiri trupulleikar taka seg upp –t.d. troyttheit, dølskni og líkasæla. Tá ersjálvandi vandi á ferð.Tað sum er umráðandi er, at vit seta

okkum sum mál, at “ongin má blívasjúkur av sínum arbeiði”. Henda hugburðmugu vit eisini fáa umborð á øll føroyskskip.Lat okkum at enda takka Skipaeftir-

litinum og Fiskimannafelagnum, fyrikanningina, sum tey hava gjørt.Vónandi verður arbeitt víðari við hes-

um máli.

Páll Hansen formaðurMaskinmeistarafelagið

Ongin má gerast sjúkur av sínum arbeiði

Nú kreppan herjar

34 � Mið & Magn • 1–2009

MIÐ & MAGN hevur hitt Hans J. Joen-sen, sum er stjóri í smápartafeløgunumRock og Rock Trawldoors.Vit hava frætt, at feløgini hava nógv

nýtt á tekniborðinum, men spyrja fyrststjóran, hvussu fyritøkan byrjaði. Hansgreiðir nú frá, at sp/f Rock varð stovnað1. oktober 2004, og nevnir, at teir, sumstovnaðu felagið høvdu allir mist pening íInjector International og Injector Door,sum bæði vóru farin konkurs framman-undan.Endamálið hjá smápartafelagnum

Rock er at gera og levera jarn og stálvørurtil trolaraflotan harímillum umvæla oggera trollemmar.Byrjanin var trupul, men fyrsta árið

royndist kortini hampiligt, og síðani hevurgingið framá, greiðir hann frá.Tá so felagið eisini fór at seta pening í

annað enn lemmaframleiðslu og aðrarjarnvørur til trolara- og garnaflotan, varðsp/f Rock Trawldoors stovnað; tað var ásumri 2007.

FlótitrolslemmarHans greiðir nú frá, at á sumri 2006 komuteir á marknaðin við einum nýggjum mo-delli av flótitrolslemmum, sum vóruroyndir umborð á Enniberg. Hesir lemm-arnir vístu seg beinanvegin at rigga væl.Síðani hava fleiri fingið sær hetta slag-

ið og nevnast skal, at Finnur Fríði, sumfiskar svartkjaft á djúpum vatni og eftirsild og makreli, heilt uppi undir vatn-skorpuni; siga seg vera sera væl nøgdar.Á heimasíðuni hjá felagnum – www.

rock.fo – eru fleiri sera jaligar viðmerk-ingar frá royndum skiparum.- Í november 2006 komu vit á markn-aðin við einum modelli av botntrols-lemmum, sum vit hava kallað Super-Sharkella bara Rock-lemmar. Hetta modellið ernú roynt í øllum londum í Norðuratlants-havi, og hevur fingið sera góð ummæli fráøllum, sum hava roynt lemmarnar.Á Rock Trawldoors hava verið upp í

19 fólk í arbeiði, meðan talið í dag liggurá 13 arbeiðsplássum.Eftir ordralistanum hava vit fult ar-

beiði fram til ½ apríl. Stálprísirnir, sum

fóru til skýggja, seinasta summar, eru núkomnir niður aftur á tað støðið, sum teirlógu á í 2006 og fyrru helvt av 2007, sohetta lættir eitt sindur um útreiðslurnar.

Rullandi vektirFyrst í 2008 fóru vit í holt við at gerarullandi vektir til partroling. Hetta projekt-ið varð stuðla av Vinnuframagrunninum.Vit gjørdu fyrst tvær rullandi vektir og

royndu hetta umborð á einum pari. Taðvísti seg skjótt, at hetta riggaði sera væl ogskiparafrágreiðingarnar vísa, at teir fórufrá eini oljunýtslu uppá 124-126 litur pr.tíma niður á 98-104 litur pr. tíma. Eisinivísa tølini hjá reiðarunum yvir bunkringar,at nógv var spart teir túrarnar, sum rullu-vektirnar vóru umborð.Tá vit fyrstu ferð spurdu um vektirnar

á verandi ketuvektum, fingu vit at vita, attær vigaðu 1.700 kg. og tí vóru okkararullandi vektir eisini gjørdar 1.700 kg.Men tá vit fóru undir at gera veruligar

royndir sóu vit, at vit høvdu fingið skeivarupplýsingar. Tá vit so fóru at kanna ketu-vektirnar vigaðu tær 2.100 kg. Tað vístiseg eisini, at tá skipini royndu har nógvur

streymur var, høvdu vektirnar hug at lyftaseg upp frá.Annars gingu tær sera væl, og tað kom

ikki fyri, at tær vendu sær á ella koppaðurunt.Síðani varð roynt at tyngja vektirnar

við at leggja meira vekt á tað horisontalufestisplátuna, og nú gingu tær fast nokk.Men nú hendi tað av og á, at vektirnarfóru á ryggin og tað komst av, at tyngdi-punktið á vektini fór einar 10 cm. uppyvir,tá vit løgdu eyka vektir á.

Stórar íløgurTað kostar nógvan pening at gera slíkarkanningar, vit mugu gjalda skipum og øðr-um, sum taka lut í slíkum royndum. Vithava nú – saman við øðrum – søkt umstuðul til at gera endaligar royndir viðhesum rullandi vektunum og til tað havavit eisini fingið játtað pening frá Fiski-vinnuroyndum.Tann meirvekt, sum varð løgd á í erva,

verður tikin av og síðani verður tilsvarandivekt løgd inn á hjólini fyri at fáa balansunauppá pláss.Vit hava tosað við Bjarta Thomsen á

Rock og Rock Trawldoors

Mið & Magn • 1–2009 � 35

Fiskirannsóknarstovuni um at fáa kannaðgongdina á botni við sjókaga. Hetta kanngeva okkum ábendingar um víðari útbygg-ing og/ella umbygging av vektunum. Umvit fáa hesar rullandi vektirnar at ganganóg stabilt, kunnu vit seta scanmarhaldaraá vektirnar. Á tann hátt kunnu skipini allatíðina síggja frástøðuna millum vektirnar.Tann innbygdi dýbdarmálarin sigur frá,um vektin hevur hug at lætta sær á. Hettaverður ein stór hjálp, tá tað rekur hart.

Partrolarar spara 15-20%Miðað verður eftir, at partrolarar koma atspara 15-20 % av oljuútreiðslunum. Hettafær minni ávirkan á botnumhvørvið, sonógv er vunnið fyri allar partar.Í hesum sambandi kundi eg nevnt, at

vit hava ymiskt annað nýtt á tekniborð-inum, har persónar – saman við RockTrawldoors – eru við at menna ymiskaútgerð í sambandi við oljusparing. Menenn er ov tíðliga at siga so nógv ítøkiligt

um hesar royndir. Vit rokna kortini við, athetta verður greitt, tá fleri royndir erulidnar seinni í ár.

í Vági hava úr at gera