Kirkjuligt Missiónsblað 12-02.pdf · rætt við Gudi. Og skuldu hesi orð míni rokkið til...

16
Kirkjuligt Missiónsblað Nr. 2 | mar. 2012 | 65. árið HITT NÝGGJA JERUSALEM Opb. 21,9-27 Hava tit nakrantíð bygt eini hús? Ella kenna tit kanska onkran, sum hevur bygt ella skal byggja? Tá er vanligt, at man ger eina byggitekning, har man ger av, hvussu húsið skal síggja út. Av og á havi eg vitjað fólk, sum júst tá hava fingið tekningarnar aftur frá arkitektunum. Tey kunnu sita í tímar og greiða frá, hvussu snøgg og góð húsini fara at verða - og tey gleða seg so nógv til at flyta inn. Í Opb. 21,9-27 kunnu vit lesa um eina byggitekning yvir okkara æviga bústaði í himli. Líka sum fólk eru spent at byggja hús, so mugu vit sum trúgvandi eisini vera spent til okkara bústað í Himli. Nú skulu vit saman hyggja eftir byggitekningini. Vit sleppa at síggja nýggjan himmal og nýggja jørð, ið eru øðrvísi enn jørðin, vit liva á. Har er ongin pína, ongin sorg og eingin deyði. Og at ongin deyði er til, merkir, at ongin synd er til. Tí løn syndarinnar er deyði (Róm. 6,23). Hin nýggi heimurin er eisini øðrvísi á tann hátt, at Guds bústaður er hjá menniskjum. Í Paradís skulu vit ikki ganga og liva í trúgv eins og nú, men vit skulu skoða Gud eins og vit síggja hvønn annan. Í 9. versi lesa vit: Og ein av hinum sjey einglunum, sum hildu á hinum sjey skálunum, sum vóru fullar av hinum sjey síðstu plágunum, kom til mín og talaði við meg og segði: »Kom higar, eg skal vísa tær brúðrina, vív lambsins!« Vit fáa nú at síggja brúðrina – tey frelstu, tey sum búgva, í tí nýggja heiminum. Vit fáa nú at vita, hvussu brúðurin er. v10 Og hann flutti meg í anda niðan á stórt og høgt fjall, og hann vísti mær staðin heilaga, Jerúsalem, sum steig niður av himni frá Guði, v11 og hevði dýrd Guðs; ljómi hansara var líkur dýrasta steini, sum krystalskærur jaspissteinur. Hetta er ein symbolskt mynd av tí sigrandi kirkjuni og skal sostatt ikki skiljast sum ein ávísur býur.

Transcript of Kirkjuligt Missiónsblað 12-02.pdf · rætt við Gudi. Og skuldu hesi orð míni rokkið til...

Page 1: Kirkjuligt Missiónsblað 12-02.pdf · rætt við Gudi. Og skuldu hesi orð míni rokkið til mótleysan og veikan, so biði eg teg um at geva gætur eftir teimum onkran mótleysan

KirkjuligtMissiónsblað

Nr. 2 | mar. 2012 | 65. árið

HITT NÝGGJAJERUSALEM

Opb. 21,9-27Hava tit nakrantíð bygt eini hús? Ella kenna tit kanska

onkran, sum hevur bygt ella skal byggja? Tá ervanligt, at man ger eina byggitekning, har man gerav, hvussu húsið skal síggja út. Av og á havi eg vitjaðfólk, sum júst tá hava fingið tekningarnar aftur fráarkitektunum. Tey kunnu sita í tímar og greiða frá,hvussu snøgg og góð húsini fara at verða - og teygleða seg so nógv til at flyta inn.Í Opb. 21,9-27 kunnu vit lesa um eina byggitekning

yvir okkara æviga bústaði í himli. Líka sum fólk eruspent at byggja hús, so mugu vit sum trúgvandi eisinivera spent til okkara bústað í Himli. Nú skulu vitsaman hyggja eftir byggitekningini.Vit sleppa at síggja nýggjan himmal og nýggja jørð,

ið eru øðrvísi enn jørðin, vit liva á. Har er ongin pína,ongin sorg og eingin deyði. Og at ongin deyði er til,merkir, at ongin synd er til. Tí løn syndarinnar er deyði(Róm. 6,23).Hin nýggi heimurin er eisini øðrvísi á tann hátt, at

Guds bústaður er hjá menniskjum. Í Paradís skuluvit ikki ganga og liva í trúgv eins og nú, men vit skuluskoða Gud eins og vit síggja hvønn annan.Í 9. versi lesa vit: Og ein av hinum sjey einglunum,

sum hildu á hinum sjey skálunum, sum vóru fullar avhinum sjey síðstu plágunum, kom til mín og talaði viðmeg og segði: »Kom higar, eg skal vísa tær brúðrina,vív lambsins!«Vit fáa nú at síggja brúðrina – tey frelstu, tey sum

búgva, í tí nýggja heiminum. Vit fáa nú at vita, hvussubrúðurin er.

v10 Og hann flutti meg í anda niðan á stórt og høgtfjall, og hann vísti mær staðin heilaga, Jerúsalem, sumsteig niður av himni frá Guði, v11 og hevði dýrdGuðs; ljómi hansara var líkur dýrasta steini, sumkrystalskærur jaspissteinur.Hetta er ein symbolskt mynd av tí sigrandi kirkjuni

og skal sostatt ikki skiljast sum ein ávísur býur.

Page 2: Kirkjuligt Missiónsblað 12-02.pdf · rætt við Gudi. Og skuldu hesi orð míni rokkið til mótleysan og veikan, so biði eg teg um at geva gætur eftir teimum onkran mótleysan

2

Kirkjuligt Missiónsblað

Nr. 2 | mar. 2012 | 65. árið

AN

DA

KT

Jóhannes verður fluttur í Andanumniðan á eitt fjall. At hann verðurfluttur í Andanum merkir, at hannsleppur at hyggja inn í tannandaliga heimin og síggja andaligarsannleikar.Í v. 11 lesa vit, at dýrd og ljómi

Guds er í staðnum. Hetta vísir til,at Gud konkret er til staðar íbýnum – hann er hjá teimumfrelstu. Vit møta tí sama ísambandi við templið í 1. Kong.8,11 og aðrastaðni. Gud skínur,og hann er ljósið í tí nýggjaheiminum.Jesus verður í Jóh. 1,9 kallaður

hitt sanna ljósið. Jesus er ljósheimsins – men hann er ikki eittljós, sum sæðst við okkara eygum,men eitt andaligt ljós hjá teimumtrúgvandi. Men í tí nýggjaJerusalem skal Gud sjálvur veraokkara ljós – har er ikki tørvur ásól ella mána, tí dýrd Guds skínur.v12 Hann hevði stóran og høgan

múr, og hevði tólv portur, og við

portrini tólv einglar, og nøvnskrivað á, sum eru nøvnini á hinumtólv ættargreinum Ísraelssona: v13móti eystri trý portur, og mótinorðri trý portur, og móti suðri trýportur, og móti vestri trý portur.Múrarnir rundan um býirnar

høvdu tað endamálið, at fíggindarikki skuldu sleppa inn. Múrarnirvardu íbúgvarnar. Í tí nýggjaJerusalem skulu fíggindar Gudsverða kastaðir í eldsjógvin og erutí ikki longur ein vandi fyri teimumtrúgvandi. Í himli skulu vit liva ítryggleika og eru ikki í vanda.Tá templið stóð í Jerusalem, var

tað soleiðis, at bert umskornirjødar høvdu atgongd til templið.Heidningarnir sluppu bert inn í einforgarð, men teimim var noktaðatgongd til sjálvt templið. Vit lesaher, at tað nýggja Jerusalem hevurtólv portur, har nøvnini hjáættargreinum Ísraelsson eruskrivað.Á sama hátt sum tað bert vóru

umskornir jødar, sum sluppu inn ítemplið, so er tað bert tey, sumeru umskorin av hjarta, tey, sumtrúgva á Jesus og eru vorðin nýggirskapningar í honum, sleppa inn.Vit lesa m.a. í Gal. 6,15-16: - Tíat hvørki er umskering nakað ellayvirhúð, men eina nýggjurskapningur. Og yvir øllum teimum,sum ganga eftir hesi reglu, verðifriður og miskunn, og yvir GuðsÍsrael!Her síggja vit, at tey sum sleppa

inn í tað nýggja Jerusalem eru tey,sum trúgva á Jesus - tey verðakallað Guds Ísrael. Umskeringin,sum var tað tekin Gud hevði giviðÁbrahami, hvørki var ella er einfrelsuvegur - bert umskeringin tilKristus (Kol. 2,11), trúgvin á, athann hevur opnað vegin til himmalsvið at doyggja fyri okkara synd,gevur atgongd til himmalin. Eins ogí Eden, so standa einglar á vakt,so eingin óreinur sleppur inn. v14 Og múrurin um staðin hevði

Vit eiga at minnast til, athóast vit eru vorðin lýðin mótigleðiboðskapinum, so tørvareinum trúgvandi støðugt atverða endurnýggjaður ígleðiboðskapinum, fyristøðugt at kunna liva ítrúarinnar lýdni og í sunnumog sonnum samfelagi við Gud.Tí hvat gagnar tað, at einmenniskja er komin til trúnna,um hon ikki framvegis livir ítrúnni! Og eins og trúgvinkyknar upp ígjøgnumboðskapin um Kristus,soleiðis endurnýggjast ogveksur hon bert ígjøgnumhenda sama boðskapin.Tessvegna var tað eisini soumráðandi hjá apostlinum íkallsgerningi hansara at boðafyri trúgvandi menniskjumsannleikan bæði til frelsu oghalganar. Og hesum eiga vitat geva gætur!Mong eru tey trúgvandi, sum

eru í stórum andaligum

trupulleikum, og eru við atganga burtur, tí at tey eru vikinburtur frá sannleikanum umJesus Kristus. Sjálvi halda tey,at tað eru freistingar ogtrupulleikar, og tey viðurskifti,sum tey liva undir, sum geraalt so ógreitt fyri teimum; menso er ikki.Tí hevði tað veriðso, at vit mistu kósina avslíkum orsøkum, so hevði altverið vónleyst. eingin hevði tákunnað komið frelsturígjøgnum henda ónda heim; tíat Satan og heimurin ogokkara ónda náttúra eru líkahættislig og vandamikil hjáokkum øllum! Men Gudhevur givið okkum hjálp jústímóti hesum. Tá ið vit kortinitroyttast og fara skeiv avvegnum, so er tað tí, at vit eruhildin uppat at geva gætur eftirorðinum um Jesus!Les Hebr. 12,3: »Ja, hugsið

um hann.... fyri at tit ikki skulutroyttast og verða givnir í

sálum tykkara.« Og hann, Jesus,kunnu vit bert hugsa um og gevagætur eftir ígjøgnum orðið umhann.Tessvegna er tað, at hin

trúgvandi dagliga hevur brúk fyrigleðiboðskapinum, til tess atkunna verða í Kristusi!Og júst um Rómverjabrævið

sigur Luther, at teir sentralupartarnir í hesum brævi áttu atverið dagligur lestur hjá teimumtrúgvandi, so at tey kunnu livarætt við Gudi. Og skuldu hesiorð míni rokkið til mótleysan ogveikan, so biði eg teg um at gevagætur eftir teimum onkranmótleysan og veikan, so biði egteg um at geva gætur eftir teimum

Úr bókini Høvuðssannleikar tilsælu eftir Øjvind AndersenTýtt hevur Esmar Jacobsen

Page 3: Kirkjuligt Missiónsblað 12-02.pdf · rætt við Gudi. Og skuldu hesi orð míni rokkið til mótleysan og veikan, so biði eg teg um at geva gætur eftir teimum onkran mótleysan

3

Kirkjuligt Missiónsblað

tólv grundarsteinar, og á teimumtólv nøvn teirra tólv ápostlalambsins.Tá ið navn er skrivað á okkurt,

so merkir tað ofta, at viðkomandieigur tað navngivna. At nøvnápostlanna standa ágrundarsteinunum vísir ikki til, atápostlarnir eiga staðin. Men vitlesa í Ef. 2,20 at kirkjan eruppbygd á grundvøll ápostlanna.Hetta vísir ikki til teir sumpersónar, men til tað, sum teirboðaðu, nevniliga Guds orð.Hesum møta vit eisini í Matt.16,16-18: Tá mælti Símun Pæturog segði: »Tú ert Kristus, sonurhins livandi Guðs.« v17 MenJesus svaraði og segði við hann:»Sælur ert tú, Símun Jónasarsonur,tí at hold og blóð hevur ikkiopinberað tær tað, men faðir mín,sum er í himlunum. v18 Men egsigi tær eisini: Tú ert Pætur (taðmerkir: ein klettur), og á hesumkletti vil eg grunda kirkju mína, oghelheims portur skulu ikki fáa valdá henni.Jesus grundar sína kirkju - ikki á

Pætur - men á orð Pæturs um, atJesus er Kristus, sonur hins livandiGuds.v15 Og tann, sum talaði við meg,

hevði eitt mát, ein gullstav, til atmála staðin við og portur hansaraog múr hansara. v16 Og staðurinliggur í fýrhyrningi, og longdin áhonum er javnstór við breiddina.Og hann máldi staðin við stavinum,tólv túsund stádiur; longd ogbreidd og hædd hansara erujavnar. v17 Og hann máldi múrinum hann, hundrað og fýrati og fýraalin, eftir mannamáti, sum ereinglamát.Um ein roynir at tekna henda

býin, so er lætt at skilja, at hettaer eitt symbol. Hvør býur hevurmúrar, sum eru yvir 2000 kmhøgir? Paulus talar í Ef. 2,17 og21 um, at tá gleðiboðskapurinverður boðaður fyri menniskjum,so tey koma til trúgv, so hevurhetta við sær, at tey verðasamanbundin og vaksa upp til eittheilagt tempul. Og Pætur kallar tey

trúgvandi livandi steinar, sum skulubyggjast upp til eitt andaligt hús (2.Pæt. 2,5).Tá Jóhannes nú sær býin, so sær

hann eina fullkomna konstruktión- v. 16: Og staðurin liggur ífýrhyrningi, og longdin á honumer javnstór við breiddina. Oghann máldi staðin við stavinum,tólv túsund stádiur; longd ogbreidd og hædd hansara erujavnar.Sniðið á býnum er fullkomið. Ikki

ein steinur manglar - mátini passaperfekt, býurin er liðugur. Hettavísir okkum, at øll tey, sum fráupphavi eru skrivað í Lívsins Bók- øll sum trúgva á Jesus - tey erukomin á mál! Ikki eitt einastamenniskja lítir á Jesus til einkis.At mannamát og einglamát er tað

sama, kann sipa til, at Jóhannestosar um ein andaligan veruleika.Mátini eru andalig, heldur ennkonkret fysisk mát.v18 Og tilfarið í múrinum um

hann var jaspis, og staðurin varreint gull, sum líknaði skærum glari.v19 Grundarsteinarnir ístaðarmúrinum vóru prýddir viðalskyns gimsteinum. Fyrstigrundarsteinurin var jaspis, annarsafir, triði kalsedon, fjórðismaragd, v20 fimti sardonyks,sætti sardis, sjeyndi krýsolit,áttandi beryll, níggjundi topas,tíggjundi krýsopras, ellivti hýasint,tólvti ametýst. v21 Og hini tólv

portrini vóru tólv perlur, og hvørtportrið fyri seg var úr einari perlu;og gøtan í staðinum var reint gull,sum skyggið glar.Hvussu orðar ein tað, sum orð

ikki kunnu rúma? Jóhannes vilgreiða frá, hvussu Paradís er viðmannaorðum. Hann samanber hittnýggja Jerusalem við vakrastugimsteinar - ein vakurleika, iðhugflogið nóg illa klárar at ímyndasær. Og portrini eru gjørd úrstórum perlum. Òtrúligt! Hetta erunakað heilt annað, enn nakað vitkunnu síggja á jørð. Og eg trúgvi,at hetta skal minna okkum á, atalt hitt gamla er farið og ein nýggjurheimur við ómetaligum vakurleikaer vorðin til. Gøtur av gull minnaokkum enn einaferð á vakurleikaní staðnum, men eisini tað, at vithava fingið heilt nýggj virðir. Guller ikki annað enn tað tilfarið, iðvegir eru gjørdir av. Kærleikin tilpengar er horvin. Mín niðurstøðaer, at orðini um vakurleikan í tínýggja Jerusalem skulu skapalongsul í okkum eftir at síggja,hvussu har er í veruleikanum. Ja,hugsa tær, vit skulu ganga har, følaog síggja hetta vakra - ja, tað skalbara upplivast!Framhald í næsta blaði.Silas K.K. Olofson

Page 4: Kirkjuligt Missiónsblað 12-02.pdf · rætt við Gudi. Og skuldu hesi orð míni rokkið til mótleysan og veikan, so biði eg teg um at geva gætur eftir teimum onkran mótleysan

4

Kirkjuligt Missiónsblað

Nr. 2 | mar. 2012 | 65. árið

Demosthenes segði einaferð:“Tað, sum vit hava í okkum avGuds mynd, er kærleikin tilsannleikan og rættvísina.”Gjøgnum øldir hava menniskjuverið ótroyttilig í síni leitan eftirsannleikanum. Tú og eg vilja finnatann guddómliga sannleikan; menhvar finna vit hann? Um vit skulufinna sannleikan, mugu vit fyrstfinna Hann, sum er sannleikanskelda. Bara hann talar viðavgjørdum myndugleika, og tannbókin, sum hevur hansara tankar ísær, er sannleikans bók.

Eg trúgvi, at hin Heilaga Bíblianer henda bókin (Jóh. 17,17), tí honer merkt av guddómligummyndugleika. Eg trúgvi, at hendabókin vil leiða øll, sum vilja verðaleidd til sannleikans Gud. Gud

gevur hvørjum einasta menniskjahesa áheitan: “Komið, latumokkum fara fyri rættin, sigurHarrin.” Jes. 1,18. (Í enskuumsetingini stendur: Komið, latiðokkum tala saman” ella “latiðokkum skifta orð um sakina.”)

Hví er neyðugt hjá men-niskjanum at hava eina bók, soat Gud kann tala við tað?Profeturin Jesaja svarar: “Nei,tað eru misgerðir tykkara, sumhava gjørt skilnað millum tykkaraog Guds tykkara; syndir tykkarahava hult andlit hans fyri tykkum,so at hann ikki hoyrir.” Jes. 59,2.

Í fyrstuni talaði Gud andlit tilandlits við eitt fullkomiðmenniskjað. So skilti syndinmenniskjað frá Gudi, skapara

sínum, og tey kundu ikki tala samanandlit til andlits. Men Gud elskaðimenniskjað, so hann vildi finna einmáta at endurskapað tað beinleiðissambandið. Tá ið hetta sambandiðvarð avkvett, vildi ein kærleiksfullurGud ikki loyva, at ein skapningur,sum hann elskaði, varð ævigaglataður. Hann ætlaði sær atendurvinna trúnna og trúfestið hjáhesum skapningi. Ljóðar tað ikkiógvuliga sannlíkt, at Gud vildi brúkaeina guddómliga innblásta bók sumeitt av amboðum sínum? Tað hevðiikki havt stórt virði, tað, summenniskjað skrivaði um Gud;men tað hevði allarstørstan týdning,hvat ið Gud skrivaði til men-niskjað.

Hví nýtist okkum Bíbliuna?

Page 5: Kirkjuligt Missiónsblað 12-02.pdf · rætt við Gudi. Og skuldu hesi orð míni rokkið til mótleysan og veikan, so biði eg teg um at geva gætur eftir teimum onkran mótleysan

5

Kirkjuligt Missiónsblað

Hví bara eina guddómligabók?

Hví hevur Gud givið menniskjumbara eina bók við guddómligariopinbering? Hevði tað ikki veriðrímiligt, at hann hevði giviðmannaættini fleiri bøkur, so fólk íAfrika, Asia, Avstralia, Evropa,Amerika og á oyggjunum íhøvunum høvdu fingið hvør sína?Tú heldur kanska, at tørvur var áeinum stórum úrvali av heilagumbókum, tá ið tað eru so mangartjóðir, ættir og fólkasløg til?

Í fyrstu atløgu ljóðar tað ógvuligaskilagott; men latið okkum hyggjanærri at hesum. Hin elskaði lækninLukas, sum er ein av rithøv-undunum í Nýggja Testamenti,skrivaði undir Heilaga Andansíblástri: “Hann (Gud) hevur latiðøll fólk av einum blóði búgva umallan jarðarkringin og tilskilað

teimum fyrisettar tíðir og markinifyri bústaði teirra.” Áps. 17, 26.Hann sigur við hesum, atmenniskju sum heild eru líkaallastaðni.

Í meir enn 30 ár havi eg havtsamband við fólk frá ymiskummentanum og við ymiskariútbúgving. Eg havi havt mína gongdmillum menniskju úr framkomnumlondum og verið í sambandi viðteir óskúlaðu pygmearnar úrIturiskógunum í norðara parti avKongo. Millum øll fólk eru góð ogónd menniskju, skúlað og óskúlað,vitug og minni vitug, rík og fátæk,gudrøkin og syndarar.

Lívfrøðisliga líkjast fólkasløgini íteimum ymisku londunum eisinihvørt øðrum. Tey skulu øll havamat, vatn, sólarljós, hvílu ogarbeiði fyri at halda seg reystan ogvera væl fyri.

Siðalagsliga og andaliga havafólk út um alla jørðina sama tørv:“Tann er eingin, sum rættvísur er,ikki ein, ... tí at øll hava syndað,og teimum vantar Guds heiður.”Róm. 3,10.23.

Øll hava tørv á at verða sett ífrælsi og loyst frá skuld ogsyndarinnar trælahaldi. Øllumtørvar at koma aftur í ta støðuna,sum menniskjað fekk tillutað, tá iðtað kom úr Skaparans hond. Eineinasta ætlan - frelsisætlanin -gongur menniskjans tørvi á møtitil allar tíðir og í øllum londum. Baraein bók - Bíblian við guddómligumíblástri - kann opinbera hesavælsignaðu ætlan. Hon opinberarein Frelsara, sum kann alt. Oghesa bók kann hvørt menniskjaogna sær í dag.

Eftir R. PiersonEffie Campbell umsetti.

Page 6: Kirkjuligt Missiónsblað 12-02.pdf · rætt við Gudi. Og skuldu hesi orð míni rokkið til mótleysan og veikan, so biði eg teg um at geva gætur eftir teimum onkran mótleysan

6

Kirkjuligt Missiónsblað

Nr. 2 | mar. 2012 | 65. árið

Fællesbrev nr. 81 d. 4/2-2012

Anne-Lene og Peter Olofson skriva

Vi overlevede. Vi kom godt afsted fra Dar d. 10/1 sidst påformiddagen. Ny plombe,rodbehandling og krone for 13-1400 kroner. Billigere kan det vistikke gøres. Vi nåede Iringa og nød“vores” skole lidt endnu. Dagenefter gik det til Mbeya, og så erdet lige pludselig ubehageligt atkøre derudad og et dæk såsprænger. Et Guds under af destore at vi ikke blot tumledederudad. Jo, vi overlevede. Vi er

Page 7: Kirkjuligt Missiónsblað 12-02.pdf · rætt við Gudi. Og skuldu hesi orð míni rokkið til mótleysan og veikan, so biði eg teg um at geva gætur eftir teimum onkran mótleysan

7

Kirkjuligt Missiónsblað

nu begyndt at se på, om vi skalhave en anden type dæk, da deter anden gang inden for et halvtår. Anne-Lene fik heldigvis et flyfra Mbeya til Sumbawanga (kun34 dollar), så hun slap forjordvejen. Den var bumpet, hvorden var tør, og en rigtig gang plutte(et lollandsk udtryk for pløre,red.), hvor den var våd, og derkom da også flere kraftigeregnskyl undervejs. Andre nød sågodt af, at Anne-Lenes plads påforsædet var tom, for man kan jogodt være to tomlere der.D. 12/1 var vi så tilbage i

Sumbawanga. Og det er lidtligesom juleaften både for os selvog mange andre at pakke en stop-fyldt bil ud. Ikke blot bøger tilbogbutikken, billige løg fra Iringatil naboen, en computer til lærernesbrug, kameraer til en bladmand og

vores ansatte, bamser og dukkertil forskellige børn, men også voreseget nye lager af film, bøger, ostog lakrids… Jo, missionærer hardet godt. Og så har de et godtbudskab at bringe.

Nu er vi ikke i Danmark menTanzania, så selvom vi ankommed forsinkelse i forhold tilsemesterstart, så begyndteundervisningen først dagen efter,at vi var ankommet. Så de

Page 8: Kirkjuligt Missiónsblað 12-02.pdf · rætt við Gudi. Og skuldu hesi orð míni rokkið til mótleysan og veikan, so biði eg teg um at geva gætur eftir teimum onkran mótleysan

8

Kirkjuligt Missiónsblað

Nr. 2 | mar. 2012 | 65. árið

Eg ynski at halda “Kirkjuligt Missiónsblað”.

Navn:

Bústaður:

Postnr. og bygd/býur:

Undirskrift:

At senda til:Kirkjuligt Missiónsblað, Undir Klakki 39, FO-700 Klaksvík

gg

irh

ald

ar

ar

studerende mistede ikkeundervisning af den grund. Mender ligger meget, når man harværet væk i to måneder. Vi har såarbejdet os gennem stakkene afpapirer, været på diverse besøg,fået slagtet en ged, fået aflivetvores hund Rafiki, der varkræftsyg, og den led nu, og så ervi langsomt kommet ind i densædvanlige gænge medudfordringen fra undervisning,strikkeklub og kvindebibelkreds.Så fødes der et nyt kid. Så er detPeters tur til at prædike vedsøndagens gudstjeneste (d. 22/1)og dagen efter til morgen-gudstjenesten. Så er vi tilvelsignelse af borgerligt indgåetægteskab, hvor “forloverne” stoddet meste af tiden og viftede medlommetørklæder for at give lidt lufttil parret. Og så var BDM’s nyebyggemand herude, DanielBøytler, til spisning sidste lørdag,samme dag som vores nabosmoster, 38 år gammel, blev dræbtaf sin mand, ikke ret langt fra,hvor vi bor. ’Syndens nød og

pine’ gør også om sig i Tanzania.Der er meget, der kan volde sorg

og smerte undervejs, og det kanvære let at blive slået ud af kurs,men lad os holde os målet for øje,og lad det bestemme den vej, vigår, vores ord og vores handlinger.“Hold jer ham (Jesus) for øje.”Hebræerbrevet 11,3

Kærlig hilsenog Guds fred

Anne-Lene og Peter

PS: Vi troede, at Peterscomputer ville virke godt de næste2 ½ år, men sådan gik det ikke.Der har lige været den storenedsmeltning af computeren, såden må en tur til Danmark, og enmidlertidig anskaffes. Vi arbejderså på at få forsendelseslisterne opat stå igen, og håber at alle, dergerne vil have Fællesbrevet, harfået det!

Page 9: Kirkjuligt Missiónsblað 12-02.pdf · rætt við Gudi. Og skuldu hesi orð míni rokkið til mótleysan og veikan, so biði eg teg um at geva gætur eftir teimum onkran mótleysan

9

Kirkjuligt Missiónsblað

Jørgen Bernhardskrivar:

Kære missionsvenner iKirkjuliga Missiónsfelagið!

Da jeg ikke ved, om I hører nytfra Etiopien fra anden side, skriverjeg hermed en lille hilsen medinformation om Mekane YesusKirkens bibelskole i SydvestSynoden i Arba Minch. Fraskoleder Belete Ginbare er jegblevet orienteret om, at elevtalleti 2011-12 er 32, hvoraf 6 erkvinder. Det er et opmunt-rendeantal. Mange af dem er fraGeresse-området.

Ud af beløbet fra jer sidste årpå 20.000 kr. til investering påbibelskolen har Belete indtilvidere anskaffet 64 stole og 25madrasser. Jeg har mindet hamom at sende jer en tak forpengene. Forhåbentlig har Imodtaget en hilsen fra ham.

I går talte jeg per telefon medEsayas Emene, som er synodenspræsident. Han er en af voretidligere elever fra bibelskolen.Efter studier ved præste-seminariet i Addis Abeba er hanvalgt som leder i “vores synode”(stift), hvor der i dag er over 500menigheder og næsten 400prædikepladser. De ligger spredtover et meget stort område meden lang række stammefolk, dertaler forskellige sprog.Udfordringerne med vejledning

Nýtt úr Etiopia

og oplæring i kristen tro er stadigmeget store. Mange af synodensledere er unge og behøver voresforbøn.

Hvis vi vandrer i lyset, ligesomhan (Gud) er i lyset, har vi

fællesskab med hinanden, og Jesu,hans søns, blod renser os for alsynd”, 1 Joh 1,7.

Med venlig hilsenJørgen Bernhard

Page 10: Kirkjuligt Missiónsblað 12-02.pdf · rætt við Gudi. Og skuldu hesi orð míni rokkið til mótleysan og veikan, so biði eg teg um at geva gætur eftir teimum onkran mótleysan

10

Kirkjuligt Missiónsblað

Nr. 2 | mar. 2012 | 65. árið

Kirkjuliga Missiónsfelagið skipar fyrihvítusunnustevnu í missiónshúsinum viðLandavegin í Havn í døgunum 26. til 28. maj.Høvuðstalari verður Svend Åge Jacobsen úrDanmark. Hann er fyrrverðandi trúboðari íTanzania og hevur eisini starvast som lærariá Luthersk Missions Højskole í Hillerød ímong ár.

Frá 20. til 23. septembur verður ársmøtiKirkjuliga Missiónsfelagsins í Emnmaus íKlaksvík. Høvuðstalari verður Dan Hessellundúr Danmark.

Hjartaliga vælkomin!

Stýrið

Hvítusunnustevna og ársmøti

Page 11: Kirkjuligt Missiónsblað 12-02.pdf · rætt við Gudi. Og skuldu hesi orð míni rokkið til mótleysan og veikan, so biði eg teg um at geva gætur eftir teimum onkran mótleysan

11

Kirkjuligt Missiónsblað

Sálmur 91 er ein serstakursálmur við nógvum undurfullumlyftum. Her fara vit at taka tríggjarfrásagnir um fólk, sum brúktulyftini í hesum sálmi í teirragerandisdegi, og tey upplivdu, atorðið er satt.

Fyrsta frásøgnin er úr Texas.Undir 2. veraldarbardaga vórunógvar herdeildir úr USA, sumbardust móti týskarum ogjapanarum. Nógvar av hesumherdeildum mistu upp til 90% avmonnum sínum. Men ein lítilherdeild, sum kom úr einumávísum býi í Texas, kom aftur íøllum góðum. Eingin teirra hevðifingið so mikið sum eina skeinu,og tað var heilt ótrúligt ogsjáldsamt. Herdeildin taldi 40mans, og teir vóru allir trúgvandi.Áðrenn teir fóru, fingu teir teytrúgvandi at lova, at tey skuldulesa 91. sálm uppi yvir herdeildinihvønn dag. Myndir vórðu tiknar

av hermonnunum og slignar upp ábýráðsveggin. Hvønn dag var taðið hvussu so er ein, sum fór yvirog las henda sálmin uppi yvirteimum.

91.sálmur er ein undurfullursálmur, og øll hasi lyftini eru eisinitíni, um tú ert trúgvandi.

Versini 5, 6 og 7 ljóða so: “Eiskalt tú ræðast ræðslur á nátt, ellaørv, ið flýgur á degi, ei sótt, ið segsníkir í myrkri, ella sjúku, ið herjarum middagsleitið (heldur ikkisvínakrímið!). Um so túsund fallatær við lið, og tíggju ferðir túsundvið høgru hond tína, teg tað tó einkiskal saka, hans trúfesti er verndog verja.”

Eg veit um fólk, sum lesa hendasálm hvørt kvøld, áðrenn tey leggjaseg. Kanska skuldi tú gjørt so við?Hann hevur bert 16 vers.

Onnur frásøgnin kemur úr Dallas.Heldur tú, at Harrin sendir einglarat hjálpa børnum sínum? Ja, sosanniliga. Hví biður tú hann ikkioftari senda tær einglar til hjálpar?

Ein ung genta í Dallas var eittkvøldið á heimveg. Tað var seinteitt summarkvøld og næstanmyrkt. Hon kundi ganga eftirhøvuðsvegnum ella taka einagøtu, sum førdi beint ígjøgnum;men har var nógv myrkari, tí harvuksu trø við báðar vegjaðararnar.Hon hevði ongan hug at fara allaleiðina eftir høvuðsvegnum. Hettavar ein kristin genta, so hon baðtil Guds og segði: “Harri, eg farieftir hesari tvørgøtuni; men eg vil,at tú skalt verja meg, lat einkihenda mær, í Jesu navni, amen.”

Tá ið hon hevði gingið hálva leið,sá hon ein mann standa har. Hongjørdist bangin; men hon helt á atganga. Hann bara hugdi at henni.

91. sálmur

Page 12: Kirkjuligt Missiónsblað 12-02.pdf · rætt við Gudi. Og skuldu hesi orð míni rokkið til mótleysan og veikan, so biði eg teg um at geva gætur eftir teimum onkran mótleysan

12

Kirkjuligt Missiónsblað

Nr. 2 | mar. 2012 | 65. árið

Hon kom til hús, og alt var í lagi.

Morgunin eftir, tá ið fekk tíðindablaðið, sá hon, at20 min. eftir at hon hevði gingið eftir gøtuni, kom einonnur genta somu leið. Hon varð neyðtikin og dripin.Løgreglan heitti á fólk, sum vistu um okkurt, at møtaupp á løgreglustøðini. Hon fór oman. Teir høvdulongu tikið fýra menn, sum vóru sæddir har á økinumtað kvøldið. Løgreglan bað hana peika á tannmannin, sum hon hevði sæð. Hon peikaði og segði:“Hatta er maðurin! Eg sá hann standa akkurát har,sum handa gentan varð dripin í gjárkvøldið.”

Maðurin játtaði seg sekan og segði: “Ja, tað vareg, sum gjørdi tað.”

So setti hon honum ein spurning: “Tá ið eg gekkígjøgnum har, hví gjørdi tú teg ikki inn á meg?”

“Ert tú ør, kona?” segði hann.

“Hví sigur tú so?” spurdi hon.

“Tað vóru tveir menn, sum vóru 6 føtur høgir, sumgingu beint aftan fyri teg.”

Hon visti ikki, at teir vóru har; men hon hevði biðiðFaðirin verja seg í Jesu navni, meðan hon gekk hasaleiðina. Heldur tú, at Gud lurtar, tá ið børn hansarabiðja? Ja, sanniliga, prísaður veri Gud. Kongurinlurtar, og hann sendir einglar sínar at verja okkum.Tað einasta, ið tær nýtist at gera, um tú gongur í lýdnieftir orði hansara, er at biðja.

Í Sálmi 91,10-11 stendur: “Einki ilt tær henda skal,eingin ólukka nærkast tínum tjaldi. Tí einglum sínumboð hann gevur teg at varða á øllum tínumleiðum.” Einglar eru har at hjálpa okkum, og dagarkoma, tá ið tær tørvar teir, tí er tað gott hjá tær atvita, at tú kanst fáa hjálp. Hvør er treytin? Svariðfinnur tú í 1. og 2. versi í Sálmi 91: “Tann, ið situr ílívd hins Hægsta og býr í skugga hins Alvalda,sum sigur við Harran: “Skjól mítt, Borg mín, Gudmín, Sum eg líti á!” (V.D. ums.)

Triðja frásøgnin er um ein jødadrong undir 2.veraldarbardaga. Tað 9. versið í Sálmi 91 sigur: “TíHarrin høli títt er, hjá hinum hægsta søkti tú skjól.”Ein ungur maður sat fangi í einari týningarlegu hjá

týskarum. Hetta var ein jødiskur drongur, og ætlaninvar, at hann skuldi doyggja har í týningarleguni. Hesartýningarlegur vóru ræðuligar. Hitler drap 6 mill. jødarí hesum legum.

Onkur gav hesum unglinga eitt ark, har tey høvduskrivað Sálm 91 á. Hann las 91. sálm. So segði hann:“Harri, eg vil ikki doyggja í hesi fangaleguni. Eg ynskiat tæna tær; men eg kann ikki tilbiðja teg, um eg erideyður. Harri, eg biði teg hjálpa mær.”Sigur Harrin ikki: “Kalla á meg á neyðar degi, eg

skal bjarga tær.” (Sálmur 50,15) Tá ið hann hevðibiðið, hoyrdi hann eina rødd, sum segði: “Gakk yvirtil vaktarmannin og sig honum, at tú ert undir verndhins hægsta.”

Hesin ungi drongurin aktaði. Hann gekk yvir til taðfyrst portrið. Vaktarmaðurin tók byrsuna fram ogspurdi: “Hvagar ætlar tú tær?”

Drongurin lyfti armin frameftir og segði: “Eg eri undirvernd hin hægsta.”

Hermaðurin tók byrsuna niður, smekkaði hælirnarsaman og segði: “Heil Hitler.”

Drongurin gekk fram við honum. So kom hann tilteir næstu vaktarmenninar. Teir peikaðu við byrsunumímóti honum og søgdu: “Hvagar ætlar tú tær?”

Hann svaraði: “Eg eri undir vernd hins hægsta.”

Allir vaktarmenninir tóku byrsurnar niður ogheilsaðu honum við: “Heil Hitler.”

So setti drongurin kós beint móti útportrinum. Táið hann kom hagar, stóðu seks vaktarmenn har.

“Hvagar ætlar tú tær?” róptu teir.

Enn einaferð rætti drongurin armin fram og segði:

“Eg eri undir vernd hins hægsta!” Allir smekkaðuhælirnar saman, rættu armin fram og heilsaðu: “HeilHitler.”

Hesin jødadrongurin gekk beint út úr leguni og út ífrælsið.

T. Scrivner

Effie Campbell umsetti.

Page 13: Kirkjuligt Missiónsblað 12-02.pdf · rætt við Gudi. Og skuldu hesi orð míni rokkið til mótleysan og veikan, so biði eg teg um at geva gætur eftir teimum onkran mótleysan

13

Kirkjuligt Missiónsblað

Í Týsklandi og Bøhmen herjaðu í mong ár ræðuligátrúnaðarlig kríggj. Nógv fólk vildu fylgja tí lutherskulæruni og ynsktu sær Bíbliuna, sum Martin Lutherhevði umsett til týskt. Men tað var ikki loyvt at havahesa Bíbliu í húsunum, og teir katólsku hermenninirferðaðust um í Týsklandi og rannsakaðu húsini. Umteir funnu eina Bíbliu, tóku teir hana og brendu hana,og eigarin varð so antin fongslaður ella dripin.

Hóast tað var so vandamikið at eiga eina Bíbliu,vóru tað mong, sum keyptu sær eina. Tað vóru eisinifólk, sum seldu teirra heim fyri lítið og lætt fyri atflyta onkra aðrastaðni, har tey høvdu loyvi til at dyrkaGuð og lesa í Bíbliuni.

Tredivuárakríggið, sum vardi frá 1618 – 1648, vareitt ræðandi átrúnaðarligt kríggj. Undir hesumkrígnum komu nakrir katólskir hermenn einaferð tilein týskan bóndagarð, har Bíblia var í húsunum.Bóndakonan, sum fyrst sá hermenninar, vistibeinanvegin, hvørji ørindi teirra vóru. Hon var júst í

Eitt gott goymistaðferð við at baka breyð og legði Bíbliuna í skundi inní deiggið og setti breyðið í ovnin.

Hermenninir høvdu hoyrt graml um, at ein Bíbliavar á garðinum, og teir leitaðu bæði leingi og væl,men máttu fara av stað aftur við ongari Bíbliu, ogbóndahjúnini vórðu bjargað.

Ikki fyrr enn hermenninir vóru farnir út úr staðnumaftur, tordi konan at taka breyðið úr ovninum. Bíblianvar ikki oyðiløgd, bert vorðin eitt sindur brún avhitanum.

Bíblian er til enn í dag. Tá onkur, ið var í ætt viðbóndahjúnini, seinni flutti til Amerika, var Bíblian tikinvið yvir um hav. Hon finst í dag á einum bókasavni íNew York, og nógv fólk vitja bókasavnið fyri atsleppa at síggja hana. Á fyrstu síðu í Bíbliuni ber tilat lesa um tilburðin, sum vit hava hoyrt um her.

Leysliga umsett, Petra Gregersen

Page 14: Kirkjuligt Missiónsblað 12-02.pdf · rætt við Gudi. Og skuldu hesi orð míni rokkið til mótleysan og veikan, so biði eg teg um at geva gætur eftir teimum onkran mótleysan

14

Kirkjuligt Missiónsblað

Nr. 2 | mar. 2012 | 65. árið

Petra Gregersen

BARNASÍÐAN

Eftir at ísraelsfólk hevði fingið land sítt aftur, var tað ofta í stríði við ymiskfólkasløg, sum vunnu sigur á tí. Tá vendi fólkið sær til Guðs um hjálp, og Guðsendi dómarar at hjálpa tí.

Í sjey ár høvdu midianitar havt vald á fólkinum og fóru illa við tí. Tá rópti fólkiðum hjálp, og Guð sendi ein eingil til Gideons og bað hann bjarga ísraelsfólki.Gideon helt seg ikki vera verdan til hesa uppgávu, tí hann var av vesalari ætt, menGuð lovaði at vera við honum.

Gideon var eftirkomari hjá Manasse og savnaði sær 32000 mans úr síni egnu ættog trimum øðrum. Kortini óttaðist hann og tordi ikki at fara í kríggj móti midianitum.Hann bað Guð um tekin, so at hann visti, at hann var við honum. Um náttina legðihann eitt skinn út á vøllin, og bað til Guðs, at tekinið skuldi vera, at hann ummorgunin skuldi finna eitt vátt skinn á tí turra vøllinum. Næsta morgun var alt so,sum hann hevði biðið um.

Náttina eftir legði hann skinnið út aftur, men hesaferð bað hann um, at vøllurinnæsta morgun skuldi vera vátur og skinnið turt. Aftur fekk Gideon eitt tekin fráGuði, og nú hevði hann dirvi til at fara avstað við sínum 32000 monnum. Men Guðsteðgaði honum og segði, at hann ikki skuldi hava so nógvar mans við sær. Guðvildi vísa, at stríðið skuldi vinnast við hansara hjálp. Gideon skuldi biðja menninar,sum ikki tordu í kríggj, fara heim. Tá fóru 22000 menn frá honum.

Sjálvt um Gideon nú bert hevði 10000 mans eftir, segði Guð við hann, at talið ennvar ov høgt og bað hann fara oman til eitt vatn, har menninir skuldu fáa sær atdrekka. 300 leptu av vatninum við tunguni eins og hundar, men hinir løgdu seg áknæ og tóku vatn upp við hondunum. Guð segði síðani við Gideon, at hann skulditaka teir 300 við sær bardaga.

Gideon

Page 15: Kirkjuligt Missiónsblað 12-02.pdf · rætt við Gudi. Og skuldu hesi orð míni rokkið til mótleysan og veikan, so biði eg teg um at geva gætur eftir teimum onkran mótleysan

15

Kirkjuligt Missiónsblað

BARNASÍÐANSkrivið tað, sum eigur at standa undir myndunum

Page 16: Kirkjuligt Missiónsblað 12-02.pdf · rætt við Gudi. Og skuldu hesi orð míni rokkið til mótleysan og veikan, so biði eg teg um at geva gætur eftir teimum onkran mótleysan

16

Kirkjuligt Missiónsblað

Nr. 2 | mar. 2012 | 65. árið

Umbróting:Brandur Petersen

Prent:Estra

Ábyrgd:Silas K.K. Olofson

Útgevari:Kirkjuliga MissiónsfelagiðUndir Klakki 39FO-700 KlaksvíkTlf.: 286968T-postur: [email protected]íða: www.kmf.foKonta: 9181-495.337.3

Kirkjuligt Missiónsblað kemur út 8ferðir um árið

( feb, mar, mai, jun,aug, sep, nov, og des)

Haldaragjald: kr. 150,-