Frá bátasmíði á Strondum til Bátasmiðju btasmi strondum til... · Hon hevur verið uppi hjá...

7
1 Fleiri strandingar vóru kendir bátasmiðir Frá bátasmíði á Strondum til Bátasmiðju Tað er niðri á Gerðansstøð, bátasmiðirnir flota sínar nýggju bátar. Í Brimsvík verða dygdir teirra nároyndar. Har verða nýggjar, sterkar árar lagdar á borðskeytar, har setast menn á hølvaðar bekkir, har tutla smá- aldurnar á frágera væl samanklinkað borð. Meðan menn innanfyri, við Sjógv, ið hava hegnið og møguleika at fáast við okkurt handverk, mest fáast við at arbeiða uppá skip, eru allir bátasmiðirnir á Strondum uttanfyri. Ikki færri enn 7 bátasmiðir búgva har úti á leiðini. Niðri á Gerðansstøð vórðu teir nýggju bátarnir flotaðir Tá gott veður er, hoyrist ljóðið langan veg, tá menn standa og klinka nýggjar bátar. Tað er hugnaligt, so íheimligt, at hoyra hesi hvøllu ljóð, sum møtast á ymsum mótum, har tey koma úr øllum ættum. Smádreingirnir royna at vera uppí. Teir halda í og hjálpa til, tá teir gomlu hava brúk fyri tí. Tað er ikki størri frástøða millum allar hesar bátasmiðir, enn at tað kann rópast ímillum. Heima í Stovugerði standa skyldmenninir Lítli-Grækaris og Jóhan í Stovugerði og hølva borð og bekkir, fótalunnar og tiljur. Har í túninum smíða teir sínar bátar, til teir fara oman í nýbygt neyst í 1936. Sunnan fyri hús síni úti á Trøð standa Gamli- Grækaris og sonur hansara, Johan, Lítli-Jóhan, uppi yvir tilfarinum til ein nýggjan bát. Hjá monnum á bygd er virksemið so fjøltáttað. Menn eru til lands í Íslandi, teir fara til skips, fáast við seyð og rógva út. Lítli-Jóhan selur spritt, sum fólk nýta til sínar primusar. Hann er eisini deknur í Sjóvar kirkju. Lítli-Jóhan er kendur fyri at gera lestrarnar skjótt burtur av sær á kórsgáttini. Dóttir hansara, Gynna, roynir at greiða eini ungari danskari gentu, sum hon skrivar saman við, frá øllum tí, sum pápi hennara hevst at. ,,Min far er fisker, fåreavler, bådebygger, degn og spritsælger”. Dóttir Grækaris og systir Lítla-Jóhan, Mia, skrivar eisini niður. Hon hevur verið uppi hjá Siggu hjá Lassa og sæð eitt kaffistell, sum henni líkar so sera væl.

Transcript of Frá bátasmíði á Strondum til Bátasmiðju btasmi strondum til... · Hon hevur verið uppi hjá...

Page 1: Frá bátasmíði á Strondum til Bátasmiðju btasmi strondum til... · Hon hevur verið uppi hjá Siggu hjá Lassa og sæð eitt kaffistell, sum henni líkar so sera væl. 2 Bátasmíð

1

Fleiri strandingar vóru kendir bátasmiðir

Frá bátasmíði á

Strondum til Bátasmiðju

Tað er niðri á Gerðansstøð, bátasmiðirnir flota

sínar nýggju bátar.

Í Brimsvík verða dygdir teirra nároyndar. Har

verða nýggjar, sterkar árar lagdar á borðskeytar,

har setast menn á hølvaðar bekkir, har tutla smá-

aldurnar á frágera væl samanklinkað borð.

Meðan menn innanfyri, við Sjógv, ið hava

hegnið og møguleika at fáast við okkurt

handverk, mest fáast við at arbeiða uppá skip,

eru allir bátasmiðirnir á Strondum uttanfyri.

Ikki færri enn 7 bátasmiðir búgva har úti á

leiðini.

Niðri á Gerðansstøð vórðu teir nýggju bátarnir flotaðir

Tá gott veður er, hoyrist ljóðið langan veg, tá

menn standa og klinka nýggjar bátar. Tað er

hugnaligt, so íheimligt, at hoyra hesi hvøllu ljóð,

sum møtast á ymsum mótum, har tey koma úr

øllum ættum. Smádreingirnir royna at vera uppí.

Teir halda í og hjálpa til, tá teir gomlu hava brúk

fyri tí.

Tað er ikki størri frástøða millum allar hesar

bátasmiðir, enn at tað kann rópast ímillum.

Heima í Stovugerði standa skyldmenninir

Lítli-Grækaris og Jóhan í Stovugerði og hølva

borð og bekkir, fótalunnar og tiljur. Har í

túninum smíða teir sínar bátar, til teir fara oman

í nýbygt neyst í 1936.

Sunnan fyri hús síni úti á Trøð standa Gamli-Grækaris og sonur hansara, Johan, Lítli-Jóhan,

uppi yvir tilfarinum til ein nýggjan bát.

Hjá monnum á bygd er virksemið so fjøltáttað.

Menn eru til lands í Íslandi, teir fara til skips,

fáast við seyð og rógva út.

Lítli-Jóhan selur spritt, sum fólk nýta til sínar

primusar. Hann er eisini deknur í Sjóvar kirkju.

Lítli-Jóhan er kendur fyri at gera lestrarnar skjótt

burtur av sær á kórsgáttini.

Dóttir hansara, Gynna, roynir at greiða eini

ungari danskari gentu, sum hon skrivar saman

við, frá øllum tí, sum pápi hennara hevst at.

,,Min far er fisker, fåreavler, bådebygger, degn og spritsælger”. Dóttir Grækaris og systir Lítla-Jóhan, Mia,

skrivar eisini niður.

Hon hevur verið uppi hjá Siggu hjá Lassa og

sæð eitt kaffistell, sum henni líkar so sera væl.

Page 2: Frá bátasmíði á Strondum til Bátasmiðju btasmi strondum til... · Hon hevur verið uppi hjá Siggu hjá Lassa og sæð eitt kaffistell, sum henni líkar so sera væl. 2 Bátasmíð

2

Bátasmíð á Strondum kemur

av Blankskála

Menn hava smíðað bátar á Strondum síðani fyrst í 1800-talinum og heilt fram til 1960-árini. Tann fyrsti, Gregers Joensen, kom av Blankskála. Við honum kom eisini navnið Grækaris til bygdina. Gregers var seinast fødda dreingjabarn á Blankskála á Kalsoynni. Hann varð borin í leypi úr bygdini eftir herviliga skalvalopið har í 1809. Tá flutti alt fólkið av Blankskála og búsettist á Syðradali, sunnast á eystursíðuni á Kalsoynni. Grækaris fór til Havnar og bleiv jekari á Skansanum. Har hitti hann eina unga gentu úr Kvívík. Mamma hennara var av Strondum. Tey gjørdust góð bæði. Hon átti ein mammubeiggja á Strondum, sum æt Poul, róptur Barbu-Pól. Hann var giftur, átti nógva jørð, men eingi børn. Hann búði niðri á Mýrunum (har barakkirnar undir krígnum stóðu). Har kom gentan úr Kvívík at vera og Gregers fylgdi við. Tey giftust seinni. Hann bygdi hús síni frammanfyri har, sum garasjan hjá Chr. Danielsen stendur í dag. Tey fingu 4 børn: Eliesar, Poul, Christian Ferdinand, Hans og Marsannu. Poul og Hans fingu ongi børn. Eliesar giftist við Kristionnu úr Sjóvartúni á Skála. Tey fingu 4 børn: Gregers (Lítli-Grækaris), Jústines, Poulina og Jóhanna. Marsanna giftist við Rasmus Johansen, Sjóvar-Rasmusi. Tey fingu 4 børn: Poul Johs. (Poul Johs. á Trøðni), Grækaris (Gamli Grækaris), Jóhan (Jóhan í Stovugerði) og Lena (kona J. O. Andreasen). Ein sonur teirra, Kristian, doyði sum ungur. Tað vóru 7 bátasmiðir uttanfyri Gerðaleitið: Poul Sofus Simonsen, úti í Lág Poul Johs. Johansen, á Heimaru Trøð Kristian Johansen, sonur hansara Grækaris Johansen (Gamli Grækaris), á Trøð Rasmus Johan Johansen (Lítli-Jóhan), sonur hansara Grækaris Gregersen (Lítli Grækaris), í Stovugerði Jóhan Johansen, í Stovugerði Bátasmiðirnir vóru eisini ofta úti í øðrum bygdum og smíðaðu bátar. Tá brúktu teir eina góða viku um at smíða ein bát. Hesir bátar vóru ,,heldur tungir at rógva, men teir vóru sera tryggir á sjónum”. Kelda: Chr. Danielsen, útvarpssamrøða við L. Johansen

Sigga hevði bestilt hetta kaffistellið frá Daells

Varehus.

Miu nýtist ongan bíleggingarseðil, tá hon

skrivar niður til Daells:

,,Jeg vil gerne have et stk. kaffestel og det skal være det samme som hos Sigga hos Lassa”.

Skamt harfrá, í túninum úti á Trøðni, stendur

Poul Johannes saman við elsta soni sínum

Kristiani, sum seinni sjálvur fer at smíða bátar.

Poul Johs. Johansen saman við konu og fýra av børnum teirra

Poul Johannes greiðir frá tí strævna lívinum,

sum er at vera til lands í Íslandi. Strandingar og

gøtumenn, ,,Stórakompaní”, halda til á Borgar-

fjørðinum. Tá teimum tørvar salt, kunnu teir ikki

lata meir enn ein mann fara frá fiskiskapinum.

Poul Johannes má onkuntíð einsamallur rógva

við streyminum ta longu leið av Borgarfirði

suður á Seyðisfjørðin og inn á botn eftir salti.

Seyðisfjørðurin sjálvur er tólv fjórðingar langur.

Longur úti hevur Poul Simonsen úti í Lág júst

sett á at byggja ein nýggjan bát. Hann smíðar

sínar bátar í túninum, til eisini hann fer oman í

sítt neyst. Hann hevur synir, sum taka væl eftir.

Ein teirra, Poul Jul, verður seinni ein framúr

góður húsasmiður og snikkari.

Hetta eru alt hegnismenn.

Millum slíkar menn, í hesum umhvørvinum

við amboðum og savispønum, trívist hin lítli

drongurin, Andrias Rasmussen, so avbera væl.

Pápi hansara, Rasmus Bærendtsen, kom úr

Selvindi. Hann byggir úti á Ytru Trøð í 1841 og

flytur út hagar at búgva umleið ár 1854. Rasmus

er tann seinasti í røðini, sum ber eftirnavnið

Page 3: Frá bátasmíði á Strondum til Bátasmiðju btasmi strondum til... · Hon hevur verið uppi hjá Siggu hjá Lassa og sæð eitt kaffistell, sum henni líkar so sera væl. 2 Bátasmíð

3

Bærendtsen - tað verður tá til Rasmussen. Kona

hansara var av Mýrini og tey eiga nógv børn.

Andrias er sera hegnigur, hann hevur góðar

hendur. Honum dámar væl at vera uppií slíkum

handverki og fer sum tilkomin inn á Skála at

arbeiða á bedingini, sum kom har umleið 1911.

Andrias hevði verið trúlovaður við gentu

oman úr Gerði, men tað kom til einkis teirra

millum og hann gongur nú stakur. Hann býr

einsamallur heima saman við gomlu foreldrum

sínum. Systkin hansara eru nú øll gift og farin

heimanífrá.

Suffía, systir hansara, giftist til Selatraðar við

Matheasi Jacobsen. Hon heldur, at Andrias og

foreldrini á Ytru Trøð treingja til at fáa eitt

konufólk at hjálpa til har í húsinum.

Á Selatrað hittir hon ofta eina unga gentu, sum

eitur Frederikka.

Suffía vil hava Frederikku at fara út á Strendur

at taka sær av foreldrum sínum.

Henda Frederikka kom sum 13 ára gomul til

Selatraðar at tæna í einum bóndahúsi.

Har trívist hon als ikki og tað veit Suffía væl.

-Heima hjá foreldrum mínum býr eisini ein

ógiftur drongur, sigur hon fyri at lokka

Frederikku.

Væl bar til. Frederikka kemur út á Ytru Trøð

at halda hús og tað rennur saman millum hana

og Andrias, hóast aldursmunurin er stórur.

Andrias er føddur í 1862 og Frederikka í

1874.

Tey giftast í 1897.

Andrias fer at arbeiða uppá skip saman við

Niels Jacob Nielsen í Selvindi. Eina tíð arbeiðir

Andrias eisini uppá skip suðuri í Vági.

Sluppirnar liggja bundnar við Ringarnar um

veturin og tá skulu tær neyðugu ábøturnar gerast,

sum skipaeftirlitið krevur.

Tað eru nakrir fastir menn, ið átaka sær hetta

arbeiðið.

Andrias Rasmussen er ein teirra.

Tað eru ringar tíðir – ikki bara í Føroyum,

men eisini í grannalondunum. Ein hópur av fólki

úr meginlandinum flytur yvir til Amerika; stór

skip sigla yvir um Atlantshavið fullfermd við

Andrias á Ytru Trøð á Strondum í

skúla hjá Absalon á Trøllanesi Andrias, sonur Rasmus Bærendtsen og pápi Dia á Bátasmiðjuni, var við, tá pápin og aðrir menn róðu út á Norðhavinum. Teir róðu út frá Gerðansstøð á Strondum, men tá tað ikki viðraði at koma aftur á kvøldi, settu teir upp í Mikladali. Í Mikladali koma teir í samband við fleiri bátasmiðir. Teir spyrja spyrja Rasmus: ,,Kann Andrias ikki koma at búgva her norðuri hjá okkum eina tíð og læra seg bátasmíð?” Tað kom so at vera. Andrias kom eisini at ganga í skúla hjá Absalon á Trøllanesi. Absalon Guttormsen (føddur 5. mai 1830 á Trøllanesi, deyður 11. juli 1902) var bóndi, lærari og politikari. Absalon var útbúgvin snikkari, men var bóndi av yrki. Hann var lærari í Kalsoy frá 1875 til 1893. Absalon sat í Løgtinginum 1861–1869 og 1873–1893. Tá Andrias kemur út aftur á Strendur, hevur hann eitt bræv við til pápa sín frá Absaloni. Í brævinum heitir Absalon á Rasmus um at lata sonin fara á Læraraskúlan, tí hann dugir so væl føroyskt. Hetta helt pápin, Rasmus, ikki nógv um. ,,Tak leypin og far og ber tøð út á bøin!” sigur hann við sonin. Andrias Rasmussen á Ytru Trøð, pápi Dia Kelda: John Rasmussen, Wikipedia

Page 4: Frá bátasmíði á Strondum til Bátasmiðju btasmi strondum til... · Hon hevur verið uppi hjá Siggu hjá Lassa og sæð eitt kaffistell, sum henni líkar so sera væl. 2 Bátasmíð

4

emigrantum, sum vóna at finna eydnuna í tí

nýggja heiminum.

Tað eydnast eisini Andriasi Rasmussen á Ytru

Jógvan og Niels Frederiksbeg á Lánni Simon Johan Frederiksberg (1878-1965) hevði festið á Fríðriksmørk. Hann giftist við Elsebeth, f. Danielsen úr Kunoy (1882-1957). Tey fingu 7 børn. Elsti sonur teirra, Jógvan Símun Sofus Johan (1910-1981), tók við festinum. Eftirkomarar hansara høvdu ikki hug at taka festið eftir hann, so Niels Thomsen, Innan Glyvur, tók við festinum. Jógvan Frederiksberg var, saman við beiggjanum Niels Dánjali Krebs Jacob (1913 - 2001), eisini húsa-smiður og skipstimburmaður. Teir báðir vóru, saman við Andriasi Rasmussen, yviri í Íslandi seinast í 1950-árunum og arbeiddu sum skipstimburmenn. Jógvan og Niels á Lánni arbeiddu nógv umborð á skipum og bygdu m.a. deksfarið Kelduna í 1944-45 saman við Sámali Sofus Martin Bernh. Hansen (1901-1969) og Poul Johs. Poulsen á Duganum (1891-1968). Kelda: Egil Frederiksberg, J. Rasmussen, Jógvan Óli á Fríðriksmørk, Kongsfestini á Strondum Deksfarið ,,Keldan”

Trøð á Strondum at ognað sær ein jarðarteig í

Kanada.

Hann sær fyri sær, hvussu stórbært og fagurt

tað er yviri – hann sær allar teir gyltu møguleikar,

ið kunnu troytast á endaleysum víddum. Hann

ímyndar sær eina sorgleysa tilveru, ið menn við

hansara evnum og áræði kunnu vinna sær og

sínum í einum landi, har tilfeingið er ótømandi.

Eins og Móses á sinni sá eyguni á fólki sínum

glógva, tá tey hugdu inn í tað lovaða landið,

væntar Andrias, at kona hansara eisini gerst

ovurfegin við líkindunum til eitt betri lív, til

mjólk og hunang.

Hann hyggur yvir Frederikku, sum situr á

bríkini.

-Eg haldi, vit fara til Kanada, sigur hann.

-Til Kanada? Tú kanst fara, men eg komi ikki

við.

Ein sonur Andrias, sum eisini eitur Andrias,

verður føddur 1. september í 1910.

Hetta er tann Andrias, sum seinni verður

róptur Dia á Ytru Trøð ella bara Dia.

Andrias Fr. Rasmussen, Dia á Trøðni

Hann hongur eisini uppií arbeiðinum hjá

teimum, sum fáast við bátasmíð og annað

handverk. Dia er við, tá ein vágamaður smíðar

húsini hjá Alexander og Sannu heimi á

Fløtunum.

Tá Dia er tilkomin, smíðar hann nógv saman

við brøðrunum Jógvani og Niels á Lánni. Hesir

Page 5: Frá bátasmíði á Strondum til Bátasmiðju btasmi strondum til... · Hon hevur verið uppi hjá Siggu hjá Lassa og sæð eitt kaffistell, sum henni líkar so sera væl. 2 Bátasmíð

5

tríggir koma at arbeiða

nógv saman gjøgnum

árini.

Andrias Fr.

Rasmussen fer til skips

14 ára gamal í 1925 og

lærir til skipara veturin

1930/31.

Í 1939 rør hann út í

Grønlandi saman við trimum øðrum strand-

ingum. Teir komu heim aftur hin minniliga túrin

við ,,Niels R. Finsen”.

Tá kríggið kemur, fer Dia at føra Gunnhild,

sum hann førir fram til heystið í 1949.

Gunnhild hoyrir heima á Toftum og har hevði

Dia eisini funnið sær vív. Hann og Davina giftust

14. oktober í 1934.

Tá vit koma inn í fimmtiárini, er ringt at fáa

fólk umborð á tær gomlu sluppirnar og lítið

arbeiði er heima.

Ein dagin sær Dia í Dimmalætting, at

Gudmund Isfeldt søkir eftir royndum

skipstimburmonnum at fara til Íslands.

Dia fer heim á Lánna at tosa við Jógvan og

Niels Frederiksberg. Teir tríggir søkja so um at

fáa arbeiði í Íslandi.

Í Neskaupstaði er ein skipasmiðja, sum byggir

træskip. Har er tørvur á skipsbyggjarum.

Har fáa Dia, Jógvan og Niels arbeiði og har

byrja teir at smíða í 1956.

Bátasmiðirnir Kristian Johansen (t.v.) og Johan Johansen, Lítli-Johan

Árið eftir kemur konan hjá Dia, Davina, yvir

við teimum trimum yngstu dreingjunum, Sámali,

Jeffrei og Símuni.

Meðan tey eru í Ìslandi, fer ein annar sonur

teirra, John, sum hevur lært til elektrikara í Havn

frá 1950 til 1954, niður at læra til el-installatør í

Sønderborg á Als. Har verður hann liðugur í

februar í 1957.

Davina og dreingirnir eru heima og vitjað á

sumri í 1957. Tá tey tá fara avstað aftur, kemur

dóttirin, Kamma, við eisini. Tey fara við tí

skipinum, sum reiðaríið á Neskaupstaði hevur

Poul Johs. Johansen smíðar bát í túnininum úti í Trøð

sett í sigling í staðin fyri Goðanes, sum rendi á

Flesjarnar 2. januar sama ár og sakk.

Símun konfirmerast í Neskaupstaði á várið í

1959.

Í juni mánaði fara hann, Jeffrei og mamma

teirra, Davina, aftur til Føroya.

Dia fer til Havnafjørðin at arbeiða sum

skipstimburmaður. Har er tað, hann fær hug-

skotið til sjálvur at fara undir at byggja

súðubygdar 15-tonsarar.

Hann fær tilboð um at verða verandi har á

skipasmiðjuni, men velur heldur at fara

heimaftur til Føroya.

Hann arbeiðir á Skála fram til 1962.

Børnini hjá Dia og Davinu. Frá vinstru: Sámal, John, Kamma, Símun og Jeffrei

Page 6: Frá bátasmíði á Strondum til Bátasmiðju btasmi strondum til... · Hon hevur verið uppi hjá Siggu hjá Lassa og sæð eitt kaffistell, sum henni líkar so sera væl. 2 Bátasmíð

6

Nú hendir nakað inni á Skála og á Strondum.

Tað er árið eftir, í 1963, at tvey tey fyrstu

stállínuskipini á Skála Skipasmiðju, Boðanes og

Strandingur, fara av bakkastokki.

Sum lið í endurnýggjanini av fiski-

skipaflotanum bjóðar landsstýrið tíðliga í 1965 út

eina kapping um tekningar til 20-tons

útróðrarbátar.

Leivur Zakariasen, skipsverkfrøðingur í

Fuglafirði, vinnur hesa kapping.

Hesar tekningar tekur Andrias Fr. Rasmussen

rættiliga til sín og hann fær tá hug at byggja eina

bátasmiðju.

Hann fær brøður sínar, Jógvan og Nicodemus,

Demus, og sonin, John, við sær.

Neistin er nú kyndur til eitt stórt framtak á

Strondum.

Stranda Bátasmiðja verður bygd í 1965-66.

Hetta er um somu tíð, sum John byrjar fyri seg

sjálvan sum el-installatørur í heimbygdini.

Fyrst byggja teir ein súðubygdan bát til menn

norðuri í Hvannasundi.

So fara teir, sum arbeiða á Bátasmiðjuni,

undir fyrsta 20-tonsaran, sum Henry Klein og

fleiri úr Oyndafirði lata byggja.

Arbeiðsmenninir eru nógvir,

sum byggja hetta far.

Bátasmiðjan er eitt nýtt, stórt

arbeiðspláss á Strondum.

Karl Robert Johansen er ein

teirra, sum er við til at byggja

Nósa. Hann minnist hesar,

sum arbeiddu á Bátasmiðjuni

tá: brøðurnir Dia, Demus og

Jógvan; brøðurnir Jógvan og

Niels Frederiksberg á Lánni;

synirnir hjá Dia: Símun og

Sámal; íslendingurin Lindberg,

sum er giftur við Kammu,

systir teirra; Edvard, Ginni, á

Forunum; Jógvan, Egga, Klæmint Pauli, Erhard og

onkur annar eisini.

Sjálvur skrokkurin verður

bygdur inni í bátahøllini, restin

verður gjørt úti.

.

Tað er sannur hátíðardagur í bygdini á sumri í

1967, tá ,,Nósi” fer av bakkastokki á Stranda

Bátasmiðju.

Har er nógv fólk samankomið.

Petur Mohr Dam, løgmaður, er, saman við

øðrum, komin úr Havn við ,,Thorshavn”.

Javnaðarmaðurin í Gøtu, J. Fr. Øregaard, og

sambandsmaðurin í bygdini, Jóhan Poulsen, eru

Her er Nósi flotaður. Til høgru síggja vit Thorshavn, sum er komin inn á Strendur við løgmanni og øðrum gestum

Nósi eitur fyrsti 20-tonsarin, sum fer av bakkastokk á Stranda Bátasmiðjui í 1967

Page 7: Frá bátasmíði á Strondum til Bátasmiðju btasmi strondum til... · Hon hevur verið uppi hjá Siggu hjá Lassa og sæð eitt kaffistell, sum henni líkar so sera væl. 2 Bátasmíð

7

eisini staddir niðri í Heygsstøð.

Skúlabørnini eru komin oman at syngja.

Tað er ein føgur sjón, tá Nósi, sum hevur

ljósabláan skrokk og hvítt stýrhús, spakuliga fer

oman á sjógv og stutt eftir flýtur uttanfyri.

Aftaná er døgurði fyri innbodnum úti hjá Dia,

har røður verða hildnar.

Øregaard sigur í síni røðu m.a., at gøtumenn

høvdu lært suðuroyingar at fiska við línu.

Hetta heldur Jóhan Poulsen lítið um.

- Suðuroyingar duga nógv betur at fiska við

línu enn gøtumenn, sigur hann speiskur.

Har er ikki beding niðri á Bátasmiðjuni í

fyrstuni, men tá hon kemur, arbeiða upp til 14

mans har.

John Rasmussen heldur, at tað eru bygdir einir

12 -14 bátar tilsamans á Bátasmiðjuni - fýra ella

fimm 20-tonsarar og restin 15-tonsarar.

Soleiðis sóu teir súðubygdu 15-tonsararnir út. Dia fekk hugskotið til hesar bátar á Havnafjørðinum í Íslandi

Hjá útróðrarmanninum hevur altíð gingið upp

og niður. Fiskiskapurin er stundum góður, aðrar

tíðir verður drigið svart. Fiskaprísurin fer upp og

hann fer niður. Hesum hevur útróðrarmaðurin

sjálvur onga ávirkan á.

Síðst í 1980-unum eru ringar tíðir hjá

útróðrarflotanum, sum hevur tungt við at klára

seg. Stóra skrædlið í samfelagnum bankar uppá

og hetta merkja teir væl á Bátasmiðjuni.

Login, ið familjan Rasmussen úti á Trøðni

miðskeiðis í 60-árunum tendraði niðri í

Heygsstøð, kámast. Glæman lýsir ikki so bjørt

longur.

Virksemið minkar. Av øllum arbeiðs-

monnunum, sum verið høvdu á Bátasmiðjuni,

eru nú at enda bert tveir eftir. Teir eru Karl

Rasmussen uppi á Hellum og Ingvald Johansen

úti í Stovugerði.

Tann dagur kemur um ár 1990, tá teir báðir

heldur ikki síggjast niðri á Heygsstøð.

Elektrikarin John Rasmussen, sum var ein av

teimum fýra, sum kynt hevði logan í 1965, er nú

eisini ein av teimum, sum sløkkir hann, nú ikki

ber til longur.

Har er eingin at taka eftir.

Tann 77 ára gamli John, sum í sínari tíð sum

vinnurekandi hevur havt 26 lærlingar, maskin-

meistarar í praktikk og sveinar undir sær, hevur

nú eisini sagt lyktapelarnar í kommununi frá sær,

sum hann hevur passað í samfull 47 ár.

Tó – leingi er ikki myrkt niðri í gomlu

Bátasmiðjuni.

Stutt eftir keypir Anders Andersen Stranda

Bátasmiðju og hann fer við synum sínum og

versoni undir at byggja eitt virksemi upp aftur

har, sum Nósi í sínari tíð varð sjósettur.

Skjótt lýsa lyktirnar aftur niðri á Bátasmiðjuni,

sum nú eitur smápartafelagið Andersens Beding.

Teir arbeiða við bygging og umvæling av skipum

og bátum upp til 80 tons.

Sonur Anders, Høgni Andersen, er stjóri og

har arbeiða 6 mans.

Davina andaðist 13. december í 1970. Hon er

tann fyrsta, sum er jarðað í tí nýggja

kirkjugarðinum.

Andrias Fr. Rasmussen var hugsjónarmaður

og íverksetari. Í søguni hjá Stranda bygd kemur

hann at standa millum teirra, sum breyt upp úr

nýggjum og skapti nýggj arbeiðspláss, bygdini til

stórt gagns. Hann var frásøgumaður mikil, dugdi

væl at klípa av her og skoyta uppí har, so fólk

dámdu at lýða á alt tað, hann visti at siga frá.

Hann var ein vitandi og sera fryntligur maður.

Dia andaðist 21. januar í 1991. Keldur: John og Margit Rasmussen, Símun E, Rasmussen, Chr. Danielsen, Karl R. Johansen, Oluf Djurhuus: Samstarv, Arnold Abrahamsen, Kongsfestini á Strondum, útvarpssamrøða við L. Johansen, ymiskar munnligar frásagnir Myndir: Úr myndasavninum hjá Lassa Borðoy, John Rasmussen, Richard Johansen, Sjóvar Fornminnafelag